Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20 Sosialurin Óttast ei, íblásturin kemur av himli Hesa útsøgn kunnu vit lista­ fólk ikki brúka til nakað. Ímyndin av einum lista­ manni, ið situr horarak í sín­ um kurpali á kvistinum og drívur list, er helst prentað føst í tað syndrið av hugflogi, ið gerhardistarnir hava. Men so er ikki. Tá ið tú skal skapa list, so ræður tað um at hava eina rútmu. Tað er, at tú kann seta teg niður hvønn tann ein­ asta dag at skapa list. Verður henda rútman avbrotin við øðrum arbeiði, so verður lista­ verkið hareftir. Tað svarar til, at Pál Joensen ikki kann svimja, tí at hann skal selja bollar hjá bakaranum í Vági. Neyvan hevði hetta gingið, men tá ið talan er um lista­ fólk, er onki óført. Høvuðsgrundgevingin hjá gerhardistunum tykist vera, at Heðin Brú megnaði at skriva bøkur, hóast onga starvsløn. Hava vit henda hugburð, so er eingin menn­ ing. Henda sannroynd er ikki bara galdandi innan list, men innan øll øki! Vit hava eisini fingið stuðulsskipanina, tí at lond­ ini kring okkum hava sæð, at samfelagið mennist og verður betri av at hava eina slíka skip­ an, har listin verður stuðlað við almennum pengum. Nú ljóðar alt hetta sum ein av størstu nassaratalunum, ið higartil er skrivað. Men veruleikin er tann, at vit ikki hava ein marknað í Føroyum, ið kann tryggja listafólkum eina mannsømiliga løn. Tí hevur tað alstóran týdning, at starvslønirnar verða latnar, at stuðul verður latin til verkætlanir, at Mentannar­ virðisløn landsins og Heiðurs­ gáva landsins verða handaðar á hvørjum ári, at privatur stuðul verður latin, og at skipað verður soleiðis fyri, at listafólk hava møguleika at røkka út um landoddarnar, har marknaðurin er størri. Verður hetta ikki gjørt, so fáa vit við vissu eitt samfelag, har listafólkini flyta av landinum og vanligi føroyingum ikki kann keypa sær føroyska list. Er hetta tað, sum vit vilja hava, kunnu vit sløkkja ljósið í tinginum og melda okkum inn í Danmørk, vegna manglandi tjóðarsamleika. Vilja vit tað? Nógv geva sær ikki far um, hvussu stóran týdning list hevur fyri samfelagið. Eg veit, at skal tú lesa til sjúkra­ systur í USA, so skal tú hava prógv í bókmentum, tí at í bókmentum liggur empati í persónunum, ið høvund­ urin lýsir. Næmingar í fólka­ skúlanum hvødu neyvan ment seg og lært um Føroyar, um ikki teir lærdu at greina føroyska list. Vit vita ikki, hvussu stóran týdning list hevur, fyrr enn vit hava mist møguleikan hjá listafólkum at skapa dygdagóða list. Dimma átti at skrivað eina greinarøð, har mett var um, hvønn týdning list hevur fyri Føroyar og tey flólkini, ið búgva her, heldur enn at niðurgera tey, sum hava fingið starvsløn frá Mentannargrunninum. Tað, sum harmar meg mest er, at ongin politiskur talsmaður fyri listina blandar seg upp í kjakið. Kanska er ongin? Viðmerking til grein hjá eygleiðara á vágaportalinum 09.02.2011, har yvirskriftin er »Alt verður klætt í ein grønan ham«. Fyri tað fyrsta haldi eg tað er langt úti og ósømandi at skriva dulnevndar grein­ ar, men hinvegin føli eg meg noyddan at átala, at »eygleiðarin« skrivar soleiðis um Heðin Mortensen. Hann er ein væl virkandi borgar­ stjóri við áræði, sum bæði vil gera og ger alt tað besta fyri Tórshavnar kommunu. Huldukeldan kemur sera niðursetandi inn á tær avgerðir, sum Heðin Mortensen hevur kempað fyri og ímóti, t.d. ímóti hækkandi el­prísum hjá SEV, fyri einum betri vinnulívið í Havn, fyri skoytubreyt og betraðum parkerings­ viðurskiftum í Havn o.s.fr. Og so pástendur viðkom­ andi, at Heðin ikki hevur samfelagssinn og bert hugs­ ar um val og populismu Tað er ikki til at skilja og púra burturvið. Til eygleiðaran vil eg siga, at Heðin var frammi í desember og segði sína hugsan um hækkingina av el­prísum, og her eri eg púra samdur við borgarstjóranum, at meira útreiðslur til okkara borgarar er langt úti í hesum fíggjarligu trongu tíðum. Tað var dekan ov seint at koma við hesari útreiðsluætlan til allar føroyingar 2 minuttir áðrenn lukkitíð. Heðin bæði tordi og hevði áræði at tala ímóti hesari vannlukku ætlan hjá SEV. Heðin vildi heldur, at SEV umskipaði teirra lán til lang­ tíðarlán, tí tá fór fólkið ikki at merkja tað sum eina stóra príshækking. Men tíverri var tað ikki undirtøka fyri hesum á aðalfundinum hjá SEV. Í síni grein kemur huldu­ keldan eisini inn á vinnulívið í Havn. Tórshavnar komm­ una skal ikki skapa nakað vinnulív ­ tað skal vinnulívið sjálvt gera. Men Tórshavnar kommuna við Heðini á odda ger alt sum stendur í teirra makt við at skapa karmar til vinnulívið. Nýggjasta dømið er, at møguliga finna eina loysn á flakavinnuni í Havn. Her er Heðin á odda fyri saman við okkara vinnulívið fyri at finna eina skilaloysn og fyri at skapa og varveita arbeiðspláss í okkara høvðustaði. Tórshavnar Skoytubreyt er ein perla fyri Tórshavnar bý og landið alt. Tað verður í løtuni arbeitt við allari megi fyri at bøta um parkerings­ viðurskiftini í Havn. Tað er at gera nýggja ætlan á økinum og finna nýggj parkeringsøki. Tá ið tann parturin er loystur er einki í vegin við at hava Tórshavnar Skoytubreyt á Skálatrøð. Tórshavnar Skoytubreyt er annars til alla gleði fyri trivnaðin í Tórshavn. For­ restin er hon bara har fyribils í 3 mánaðir. Men vit mugu eisini hava skipað parkerings­ viðurskiftu. Um tað er nakar sum hevur samfelagssinn, ja so er tað júst okkara vælvirkandi borgarstjóri Heðin Morten­ sen. Heðin arbeiðir ikki bara tá ið valár er. Nej, Heðin Mortensen er ein sera virkin borgarstjóri sum arbeiðir árið runt og tað er líka mikið um tað er val ella ikki. Huldukeldan á vágaportalinum – kom fram í ljósið! Levi Mørk býráðslimur Helena Dam á Neystabø landsstýriskvinna Í grein í bløðunum verður funnist at landsstýriskvinnuni fyri ikka at hava sett fólk í fjølmiðlakommissjónina, sum veruliga arbeiða sum fjølmiðlafólk. Eg kann vissa greinskrivaran um, at landsstýriskvinnan í hesum máli hevur hugsað seg sera væl um, og hevur eisini umhugsað at seta eina breitt samansetta kommissjón, ið umboðar ymsar miðlar, starvsbólkar, áhugabólkar o.o. Men nógvar royndir vísa, at tað kann vera sera trupult at arbeiða í eini nevnd, ið er mannað við virkandi fólki, sum skulu umboða so nógv ymisk og mótstríðandi áhugamál, ikki minst peningalig áhugamál. Tí havi eg valt at manna eina nevnd, sum er óheft av fjølmiðlunum, og sum hevur neyðuga vitan, førleikar og royndir at greiða sín arbeiðssetning. Samstundis havi eg álagt nevndini at skipa so fyri, at avvarðandi fyritøkur, stovnar, feløg o.o., ið onkursvegna varða av ella arbeiða í miðlaheiminum, verða hoyrd og fáa møguleikar at føra síni sjónarmið fram fyri fjølmiðlakommissjónina. Eg ivist ikki í, at hetta er rætta mann­ ingin til at greiða tann arbeiðsseting og svara teimum spurningum, ið eg havi sett. Var arbeiðssetningurin ein annar, var manningin ein onnur. Samanumtikið skal fjølmiðlakommis­ sjónin viðgera 3 høvuðsspurningar: Skal kringvarpsbygnaðurin vera sum hann er, ella t.d. umskipast til eitt alment partafelag e.l. Hvussu kann Kringvarpið fíggjast í framtíðini, samstundis sum vit á bestan hátt tryggja eitt úrval av privatum fjølmiðlum Skulu vit velja annan leist at veita Føroya fólki neyðugar public service­ tænastur Talan er um yvirskipaðar spurningarnar, sum fevna um nógv fakøki, og nógv ymisk seráhugamál eru knýtt at teimum spurningum, sum settir eru, alt eftir hvønn leiklut ymsu partarnir hava, og hvørjum miðli, partarnir eru knýttir at. Tey, sum manna fjølmiðlakommissjónina, hava breiðan serkunnleika innan miðla­ vísind, journalistikk, løgfrøði og búskapar­ frøði, marknaðarføring og lýsingar, umframt praktiskar førleikar innan útvarps­ og sjónvarpsarbeiði, bæði í Føroyum og uttan­ lands, og innan blaðmannaheimin. Somu­ leiðis umboðar nevndin góðan kunnleika til lógargrundarlagið á økinum og til public service­sáttmálan og arbeiðið aftanfyri. • • • Fjølmiðlakommis­ sjónin er væl skikkað til sín arbeiðssetning