mikudagur 16. februar 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20
14
Sosialurin
Kjak
Oddfríður Marni Rasmussen
Formaður í Listafólkasambandi Føroya
Gerhardisma
Í 1960-árunum tók seg upp í
Danmørk ein rørsla, ið hevði
til endamáls, at abstrakt list
ikki skuldi fáa stuðul frá
danska statinum. Á odda fyri
hesi rørslu stóð Peter Rindal.
Slíkur hugburður, ið ikki er
opin fyri stuðli og ikki vil
góðkenna abstrakta list sum
góða list, varð uppkallaður
eftir honum. Vit nevna hana
rindalismu í dag, og er hon
eitt ræðsludømi um, hvussu
mentanarpolitikkur ikki skal
rekast.
Í seinastuni hevur ein
føroyskur politikari goy á
sama hátt sum Peter Rindal.
Skopunartingmaðurin, Ger-
hard Lognberg, er hesin fólk-
sins valdi riddari nevndur,
ið sigur tað, sum listafólk
gera, er tað bera klór og
kleyr. Eg kann freistast at
nevna føroyska pentantið til
donsku rindalismuna fyri ger-
hardismu, og tað vísir seg, at
henda gerhardisma ikki bara
er ein hugburður, ið fýkur
runt í høvdinum á Gerhardi
Lognberg, men hevur eisini
fest seg í onnur høvd. Tað
er so deiliga lætt at fjala seg
handan slíkan hugburð, tí
at so sleppa gerhardistarnir
undan sjálvir at hugsa ein
abstraktan tanka um list.
Dimma greinar
starvslønir
Í trimum Dimmum í farnu
viku hevur Finnur Jensen
greinarøð um lívsgrundarlag-
ið hjá teimum, ið taka sær tíð
at skapa list í hesu fámentu
tjóð okkara.
Eitt gott kjak um sam-
felagsviðurskifti
er
altíð
gott. Á henda hátt flytur
samfelagið seg. Tá ið kjakið
ikki er gott, ger tað meira
skaða enn gagn. Greinarøðin
eftir Finn Jensen hevur ikki
birt uppundir gott kjak.
Hon er enn eitt dømi um
kvantitativan fjølmiðlastíl,
har kjakið minnir meira
um ein fótbóltsdyst enn
um veruligt kjak við grund-
gevingum og kvalitativum og
væl lýstum kanningum.
Fyrsta greinin
8. februar fór greinarøðin í
gongd. Við stórtíðindakendu
yvirskriftini: “Listafólk kunnu
fáa løn uttan at arbeiða”,
hevur Finnur Jensen tosað
við Jóannu Djurhuus, for-
mannin í Mentannargrunni
landsins. Samtaluevni var,
hvørjar treytir, ið Mentannar-
grunnurin setir teimum, sum
fáa starvsløn. Hetta kjakið er
áhugavert. Eg meti ikki, at
aðrar treytir kunnu setast
listafólkunum, enn at tey,
eftir at starvslønartíðin er av,
skulu senda eina frágreiðing
inn til Mentannargrunnin,
har tey greiða frá, hvussu
langt tey eru komin sammett
við tann arbeiðssetning, tey
settu sær í umsóknini. At ikki
øll senda hesa frágreiðing
inn er ein annar trupulleiki.
Ein trupulleiki er eisini, at ein
umsøkjari, ið leggur sær eina
arbeiðsætlan, ið varir í eitt ár,
fær starvsløn í tveir mánaðir.
Hetta ger, at umsóknin onki
virði hevur. Illa ber til at náa at
gera verkið liðugt í tveir mán-
aðir, tá ið tú hevur gjørt eina
arbeiðsætlan yvir eitt ár.
Hyggja vit at, hvussu
onnur gera, ið stuðla á slíkan
hátt, so er greitt, at tað er
ógjørligt at halda seg til
arbeiðssetningin í umsók-
nini. Ein, ið søkir granskingar-
pengar úr Granskingargunni-
num, veit heldur ikki, hvussu
úrslitið sær út, áðrenn hann
er liðugur, og at skapa list
er eisini at granska. Hetta
vildi svara til, at ein visti við
fullari vissu, hvat úrslitið á
einum fótbóltsdysti varð,
áðrenn dysturin byrjaði.
Stuðulin, ið verður játtað-
ur listafólkum, verður latin
fyri at framleiða. Vit hava
dømi um aðrar stuðulsskip-
anir, har fólk fáa stuðul fyri
IKKI at framleiða nakað
sum helst. Tá er ikki talan
um stuðul, men um eitt slag
av stuðulsskipan til fram-
leiðsluloysi. Ja, talan er um
minstuløn til sjómenn og
fiskavirkisskipanina. Dimma
skrivar ikki greinarøð um
hesa skipanina.
At vit hava eina tjóð, ið er
so heppin at hava so nógv
virkin og dugnalig listafólk,
er ein luksustrupulleiki. Har-
afturímoti, so er tað ikki ein
luksustrupulleiki, at vit eru
so fáment, at vit ikki hava
ein marknað, ið ger, at listin
kann bera seg sjálv, og tí
verður noydd at fáa stuðul
frá landinum.
Eg haldi, at allar listagreinir
eiga at kunna fáa stuðul úr
Mentannargrunninum.
Í
ár vórðu latnar 2,7 milliónir
krónur í starvslønum til
listafólk, ið fáa frið at hug-
savna seg og framleiða sína
list í styttri og longri tíð. Tað,
sum hvørki Finnur Jensen
ella Jóanna Djurhuus nevna,
er, at okkurt um helvtin
av hesari upphædd verður
goldin aftur sum kommunu-
og landsskattur. Eisini verða
listaverkini, ið listafólkini
framleiða, sett í framleiðslu.
Bøkur
verða
umbrotnar,
prentaðar, goymdar á Bóka-
miðsøluni, seldar í einum
handli,
lisnar
av
einum
lesara og kanska brúktar í
fólkaskúlanum. Myndlista-
verk verða sýnd fram, keypt,
hongd upp hjá stovnum og
vanligum fólki. Fløgur verða
tiknar
upp,
fremleiddar,
tónleikurin verður framførd-
ur og so framvegis. Við øðrum
orðum, so verður listaverkið
flættað inn í samfelagið.
Hetta kallast fyri mentan.
Onnur greinin
Onnur greinin í Dimmu eftir
Finn Jensen hevði heldur
margháttligu yvirskriftina:
“Tað almenna blakar milli-
ónir eftir listafólkum”. Eg
síggi fyri mær, at nevndin í
Mentannargrunninum stend-
ur og blakar milliónir eftir
Jóanesi Nielsen, Carl Jóhan
Jensen og Tróndi Bogason.
Eg helt, at greinin snúði seg
um ein handbóltsdyst, men
so síggi eg, at hon snýr seg
um list. Orðingarnar hjá
Finni Jensen eru merktar
av íróttarmálburði. Jóanes
Nielsen er toppskorari, og
Carl Jóhan Jensen hevur
skrivað so og so nógvar blað-
síður. Hesin kvantitativi fjøl-
miðlastílurin talar beinleiðis
til gerhardistarnar í Føroyum,
og tá ið nú mikudagsdimman
kemur inn í hvørt heim í
Føroyum, so er málbólkurin
greiður. Henda greinin er
so niðrandi móti einum
samfelagsbólki, at eg skilji
ikki, at leiðslan á Dimmu
letur hana prenta. Eg helt
veruliga, at eg var farin undir
at lesa eina ítróttarsíðu. Eitt
tónaskald er á triðja plássi
(og fekk bronsu). Kvinnurnar
fáa eisini (hetta ljóðar kanska
meira
kynsniðrandi
enn
hinar ítróttartilsipingarnar).
Øll tey, sum verða nevnd
í greinini, eru listafólk, ið
veruliga hava statsa alt fyri
at gerast listafólk. Skuldu
tey bara skapa list og ikki
fingið starvsløn úr Ment-
annargrunninum, so lógu
tey í songini, diddarak og
útbeinað, tí at tímalønin
er neyvan meir enn ein
króna um tíman. Listafólka-
samband Føroya er í gongd
við at gera eina kanning, ið
skal benda á, hvussu nógv
eitt listafólk vinnur í løn.
Og so hesin hugburðurin,
at onkur ikki býr í Føroyum.
Rannvá Kunoy, sum ikki
býr í Føroyum, skal takka
fyri trý ára starvslønina
frá Mentannargrunninum,
fyri at hon kann sýna fram
í Evropa. Hvat er hetta fyri
ein hugburður? Hon er ein
partur av føroyskum sam-
leika, listalívi og eitt virðiligt
umboð fyri føroyska list
í útlondum. Tað sama er
Kristian Blak, hóast hann
er uppvaksin í Danmørk, og
Oggi Lamhauge, hóast hann
ikki býr í Havnini. Marianne
Clausen hevur eisini lagt
sítt eftir seg, tá ið talan er
um at nótaskriva gomul
løg. Til hetta skal sigast,
at hesin parturin av Ment-
annargrunnin, ið skal játtað
stuðul til gransking, eigur at
verða strikaður, tí at vit hava
fingið Granskingargrunnin
til slíkar verkætlanir, sum
hesar, sum Marianne Clausen
hevur fingið starvsløn fyri.
Hyggja vit at teimum
trimum sokallaðu “toppskor-
arunum”, so kann sigast um
teir, at Carl Jóhan Jensen
og Jóanes Nielsen eru fleiri
ferðir innstillaðir til Bók-
mentavirðisløn
Norður-
landaráðsins, og Tróndur
Bogason
er
innstillaður
til
Tónlistavirðisløn
Norðurlandaráðsins. Jóanes
Nielsen
hevur
vunnið
dramatikaravirðislønina.
Hesir eru innstillaðir, tí at
verkini, teir hava skapað,
vórðu mett at hava somu
dygd ella betri enn tey verkini,
sum hini Norðurlondini hava
innstillað. Teir hava eisini
havt tíð at gera síni verk
so góð sum gjørligt, tí at
teir hava fingið starvslønir.
Hetta er ein almenn íløga,
ið setir føroyskt listafólk
javnt við listafólk í hinum
Norðurlondum.
Triðja greinin
Agnar Artúvertin skrivar í
einum yrkingasavni sínum:
Carl Jóhan/hvat var áðrenn
hann. Tað veldst um, hvønn
tú spyr, sjálvandi. Summi
vildu sagt, at onki var, áðrenn
Carl Jóhan. Onnur vildu sagt,
at Carl Jóhan er ein sjálvupp-
tikin, frekkur fani. Sjálvur vil
eg siga, at áðrenn Carl Jóhan,
var kjakið um listadygd
heldur jánkaligt og tamt, og
við ongum Carl Jóhan var
ikki besta skaldsøga í fjøruti
ár skrivað. Sjálvsálitinum
bagir onki, og eg haldi, at
vit hava alt ov fá av tí slagn-
um, sum veruliga siga tað,
sum tey meina og nakað væl
afturat. Tað er nóg mikið til
av teimum, sum so kristiliga
seta seg sjálvan lágt.
Triðja
yvirskriftin
í
greinarøðini er góð. “Set meg
á fíggjarlógina”, sigur Carl
Jóhan. Og hví ikki?
Í 2008 setti táverandi ment-
amálaráðharrin, Kristina Há-
foss, eina nevnd, sum skuldi
umskipa Mentannargrunn
landsins til eitt Listaráð.
Hetta álitið hevur ligið í eini
skuffu í Mentamálaráðnum
og samla modnaroyk saman
við
so
mongum
øðrum
góðum álitum. Sjálvur sat
eg í nevndini saman við
fyrrverandi formanninum í
Mentannargrunninum, Róa
Patursson, Kinnu Poulsen,
Martini Næs, Aldu Joensen
og Urd Johannesen. Hetta er
eitt ógvuliga gott álit, skal eg
siga tað sjálvur. Vit miðaðu
ímóti, at skipa Listaráðið so-
leiðis, at listafólk høvdu okk-
urt at arbeiða fram ímóti.
Vit skutu upp, at starvsløn
og verkætlanir, soleiðis sum
Mentannargrunnurin
er
skipaður í dag, var fyrsta
fetið. Síðani kom ein lønar-
trygd, ið skuldi játtast 16 lista-
fólkum (talið 16 samsvarar
við tað, sum norðmenn lata
í lønartrygd). Henda lønar-
trygdin skal vera 75% av
mánaðarlønini hjá einum
lærara.
Seinasta
fetið
á
stiganum var ein avriksgáva,
ið vit kallaðu sømdargávuna.
Hon er til í dag. Henda avriks-
gáva skuldi latast 10 listafólk-
um, ið hava avrikað nógv og
lagt stór listavirði eftir seg
og ment føroyskt listalív,
og skuldi hon líkjast teirri
donsku, ið er á 90.000 skatta-
fríar krónur um árið.
Við síðuna av hesum
mæltu vit eisini til, at nakrar
virðis- og heiðurslønir vórðu
handaðar. Tær vórðu eisini
mettar at liggja best fyri, um
tær vórðu lagdar í stigum.
Fyrst var ein virðisløn, ið
vit kallaðu “Ársins spíri”, ið
skuldi handast ungum, gávu-
ríkum listafólki. Næsta fetið
var
Mentannarvirðisløn
landsins
og
Heiðursgáva
landsins, sum vit kenna tær
í dag. Eisini skuldi ein Mál-
røktarvirðisløn
handast.
Fyrsta Málrøktarvirðislønin
varð handað Johan Hendriki
Winther Poulsen í fjør.
Við hesum lønarmøguleik-
unum hava listafólk okkurt
at arbeiða fram ímóti í
staðin fyri, at tey eru bundin
av einari umsókn og einum
játtandi svari frá Mentannar-
grunninum.
Um hetta skal setast í
verk, skal játtanin til eitt
komandi Listaráð hækkast
við einum 5 milliónum. Um
vit hækka játtanina við
okkurt um 800.000 krónum
um árið, so svarar hetta til
tað, sum landið fær inn í
skatti frá starvslønunum,
ið verða latnar listafólkum.
Við øðrum orðum, so verður
ikki tikið frá øðrum, fyri at
listafólkini skulu fáa.
Dimma blakar ákærur eftir listafólkum
framhald á síðu 15