mikudagur 16. februar 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20
Sosialurin
Kjak
Ingrid S. Henriksen
Fyri jól 2010 varð skipað fyri
hjálpartiltaki,
sum
hevði
heitið “Í menniskjum góður
tokki”. Tiltakið varð sett í
verk at útvega jólahjálp til
fíggjarliga og sosialt illa
stødd húski, so tey kundu
halda jól á líkan hátt sum
flest onnur húski í landinum.
Halda jól við góðum mati,
gávum v.m.
Tey, ið søktu um jóla
hjálp, vóru fólk, ið vóru
langtíðarsjúk,
langtíðar
arbeiðsleys ella høvdu lága
inntøku av øðrum orsøkum.
Fleiri av teimum, ið søktu um
jólahjálp, greiddu frá, at tey
bert høvdu ráð at eta heitan
mat 3 ferðir um vikuna og
summi søgdu, at tey fingu
bert heitan mat einaferð um
vikuna. Kunnað varð um, at
tey, sum søktu um jólahjálp
søgdu, at tað nyttaði ikki
at venda sær til Almanna
stovuna at biðja um hjálp
(har var ongin hjálp at fáa).
Hví nyttar tað
ikki at søkja um
forsorgarhjálp?
Orsøkin til at tað ikki nyttar
at søkja um forsorgarhjálp, er
tí at grundleggjandi lógáset
ingar í forsorgarlógini vísa
til, at hjálpin til undirhalds
t.v.s. hjálpin til at keypa mat,
klæðir og allar leysar dagligar
útreiðslur er samsvarandi
grundupphæddini í fólka
pensjónini. Henda grund
upphæddin í fólkapensjóns
upphæddini hevur staðið í
stað seinastu 13 árini.
Upphæddin til
uppihalds í forsorgar
lógini stendur í
stað 13. árið á rað
– meðan prístalið
er hækkað 25%
Fólkapensjónsgrundupp
hæddin ( 4.169 kr. til støk
og 3.313 kr. til gift) er ikki
regulerað síðan febr. 1999,
og sigur tað tí seg sjálvt, at
tær príshækkingar, ið hava
verið síðan 1999 á mati og
øðrum vørum, gera at henda
uppihaldshjálp ikki longur
røkkur til mat, klæðir og
leysar útreiðslur hjá fólki, ið
mugu liva av forsorgarhjálp.
Alt meðan uppihaldshjálpin í
forsorgarlógini ikki er hækk
að síðan 1999, vísa hagtøl hjá
Hagstovu Føroya, at meðal
prístalið fyri mat og aðrar
vørur er hækkað við uml.
25% seinastu 13 árini. Undir
haldshjálpin í forsorgarlógini
er tískil nú vorðin so niður
lagað, at hon ikki røkkur
til vanligan mat ella aðrar
leysar útreiðslur – veitingin
til undirhalds í forsorgarlóg
ini er vorðin alt, alt ov lág.
Almannastovan mælir
til, at upphæddin
til undirhalds í
forsorgarlógini verður
hækkað 41%
Á sumri 2010 sendi Almanna
málaráðið uppskot um áset
ing og javning av almanna
veitingum til viðmælis hjá
ymsum almennum stovnum
og áhugafelagskapum, her
undir varð uppskotið sent
Almannastovuni
til
um
mælis.
(Løgtingsmál
nr.:
18/2010: Uppskot til løgtings
lóg um broyting í løgtings
lóg um áseting og javning
av almannaveitingum). Al
mannastovan ger í hoyrings
skrivi sínum, dagfest hin 28.
juni 2010, vart við:
“Sum
almannastovan
áður hevur víst á, hevur tað,
at grundupphæddin í fólka
pensjónini ikki er javnað í
nógv ár, havt avleiðingar
fyri fyribilshjálpina sbrt.
forsorgarlógini”.
Og sigur Almannastovan
somuleiðis:
“Almannastovan fer enn
einaferð at vísa á óhepnað
sambandi
millum
fólka
pensjónsupphæddina
og
uppihaldshjálpina
sbrt.
forsorgarlógini.
Tilvísing
til grundupphæddina í fyri
tíðarpensjónini, sum verður
og hevur verið javnað árliga,
er meiri rímulig/hóskandi í
forsorgarlógini § 9, stk. 2 í
forsorgarlógini.”
Almannastovan,
ið
m.a.
umsitir hjálp sambært for
sorgarlógini og tí kennir til
uppihaldstørvin hjá brúk
arunum, mælir til stórar
hækkingar av fyribils undir
haldshjálpini
sambært
§
9, stk. 2 í forsorgarlógini.
Almannastovan ger vart við,
at tað er ein stórur trupulleiki
at uppihaldshjálpin í for
sorgarlógini er tengd at fast
frystu grundupphæddini í
fólkapensjónini, tí henda upp
hædd ikki verður regulerað,
men hinvegin stendur í stað. Í
ummæli sinum mælir leiðslan
á Almannastovuni frá, at víst
verður til grundupphæddina
í fólkapensjónini í sambandi
við
uppihaldshjálp/fyribils
forsorgarhjálp sambært § 9,
stk 2. Almannastovan mælir
til ístaðin at víst eigur at
verða til grundupphæddina
í fyritíðarpensjónini, sum
Almannastovan sigur vera
“meiri rímulig/hóskandi”.
At almannastovan mælir
til stórar hækkingar av upp
hædd í forsorgarlógini, ið er
ætlað til mat, klæðir og arðar
leysar útreiðslur, er sjáldsom
hending – Almannastovan
ger sera sjálvdan vart við, at
almannaveitingar eru ov lágar.
Tískil má metast at leiðslan á
Almannastovuni í nevnda
hoyringsskrivi roynir at siga
landsstýriskvinnuni í almanna
málum, Rósu Samuelsen, at
neyðugt er at gera veruligar og
munagóðar ábøtur á livikorini
hjá teimum, ið noyðast at liva
av uppihaldshjálp sambært
forsorgarlógini. Rósa Samuel
sen,
landsstýriskvinna
í
almannamálum, valdi tó ikki
at lurta eftir hesi tilráðing
hjá leiðsluni á Almannastov
uni. Uppihaldshjálpin í for
sorgarlógini, sum langtíðar
sjúk, langtíðararbeiðsleys og
onnur við lágum inntøkum fáa
at liva fyri, varð ikki hækkað
við so frægt sum einari krónu
fyri árið 2011!
Broytir
samgongan
og
løgtingið
valið
hjá
Rósu
Samuelsen,
landsstýris
kvinnu í almannamálum,
at fastfrysta alt, alt ov lágu
uppihaldshjálpina í forsorgar
lógini fyri árið 2011 og velur í
staðin at fylgja tilmælinum hjá
leiðsluni á Almannastovuni,
soleiðis at uppihaldshjálpin í
forsorgarlógini verður ásett
sambært grundupphæddini
í fyritíðarpensjónini vildu
støk fingið uppihaldshjálp
upp á kr. 5.879 kr. um mánaðin
í staðin fyri sum nú einans
4.169 kr., t.v.s. 1.710 kr. meira
um mánaðin, og vildu gift
fingið 4.672 kr. um mánaðin
í staðin fyri sum nú einans
3.313 kr., t.v.s. 1.359 kr. meira
um mánaðin.
Uppihaldshjálpin í
forsorgarlógini má við
lóg uttan meiri drál
hækkast munandi
Hjálpartiltakið “Í menniskjum
góður tokki” vísti púra greitt,
at
langtíðararbeiðsleys,
langtíðarsjúk og onnur við
lágum inntøkum, liva dag
liga tilveru, ið er merkt av
støðugum fátækradømi, hetta
serstakliga tí at ikki er møgu
ligt at fáa neyðuga almenna
undirhaldshjálp (pening til
mat, klæðir v.m.) grundað á
“foroldaðar” lógásetingar í
okkara forsorgarlóg.
Landsins ráðandi – Rósa
Samuelsen,
landsstýris
kvinna
í
almannamálum,
sum varar av forsorgarøki
num, og løgtingið eiga uttan
drál at syrgja fyri at uppi
haldshjálpin í forsorgarlógini
verður hækkað heilt mun
andi beinanveg, soleiðis sum
leiðslan á Almannastovan
mælti til í juni 2010, at tryggja
at langtíðarsjúk, langtíðar
arbeiðsleys og onnur við
lágum inntøkum ikki fram
haldandi verða noydd at liva í
støðugum fátækradømi í væl
ferðarsamfelagnum Føroyar.
Uppihaldshjálpin í forsorgarlógini er alt ov lág
– og má uttan meiri drál hækkast munandi
Í Degi & Viku í kvøld, 14.
februar,
boðaði
Katrin
Dahl
Jacobsen,
vinnu
nevndarformaður
vegna
Javnaðarflokkin, frá, at tey
mæltu til at leggja sokallað
arbeiðsskapandi tilfeingis
gjald á makrelin.
Sambært vinnunevndar
formanninum var endamálið
við tilfeingisgjaldinum fyrst
og fremst at skapa arbeiði á
landi í Føroyum. Tí skuldi til
feingisgjaldið differentierast
við hægri gjaldi á landingar
uttanlands.
Tá
ið
uppisjóvarskip
undir vanligum umstøðum
eru farin í útlendskar havnir
at
landa
makrel,
hevur
verið vanligt at gjørt hetta í
onkrari EShavn, í Noregi ella
í Íslandi.
Tey sum hava fylgt við
gongdini í makrelmálinum
seinastu tíðina vita, at ES og
Noreg longu hava boðað frá,
at tey als ikki fara at taka
ímóti makreli frá føroyskum
skipum í ár, orsakað av
ósemjuni landanna millum
um býtið.
Í Íslandi fer helst at bera
til at sleppa av við makrel,
hóast verkfall er á mjøl
verksmiðjunum
í
løtuni.
Men ivasamt er tó, um tað
fer at bera til at seta hægri
tilfeingisgjald
á
makrel
landaðan í Íslandi enn á
landaðan makrel í Føroyum.
Orsøkin til hendan ivaspurn
ing eru reglur í Hoyvíks
sáttmálanum, sum áseta, at
somu treytir skulu galda fyri
virkir í Føroyum og Íslandi.
Ein
annar
møguleiki
kann eisini vera at landa
til útlendsk móðurskip á
feltinum. Men tá er neyðugt
við serligum undantaksloyvi
frá
landsstýrismanninum
í fiskivinnumálum. Vanligt
hevur ikki verið at geva fleiri
slík loyvi.
Um fiskiskapurin fer at
vignast, fara føroysk skip tí
ikki at hava nógv annað í at
velja, enn at leggja makrelin
upp her.
Sostatt er helst eingin
dugur í uppskotinum hjá
Javnaðarflokkurin
um
arbeiðsskapandi tilfeingis
gjald, tí grundgevingarnar
halda ikki.
Undrunarvert, at miðla
maðurin als ikki nam við
hesi viðurskifti.
Ber til at áseta arbeiðsskapandi
tilfeingisgjald?
Bjørn Kalsø
løgtingsmaður