Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20 12 Sosialurin Kundi ímynda mær, at tit bæði Ása lógu og rókust suðuri á Nilánni tann 17. februar, har ætlanin var at halda 80 ára føðingardagin í friði og náðum. Men har var eingin friður – Mubarak fyri at takka. Ferðin suður á Nilánna varð tískil avlýst. Annaðhvørt á Nilánni ella her uppi ovast á Heiðavegi ert tú ein so merkisverdur maður, at illa ber til at leypa teg um. Nú tú rundar kappaaldurin – sambært mæta danska sálmaskaldinum, N.S.F. Grundt vig, ert tú framvegis virkin – hvat ert tú gjørdur av? kundi veri spurt. Ymist er hvussu hvør einstakur okk­ ara er útborin. Mong teirra, ið hava roynt at liva eitt heilsugott lív og harvið farið væl við sær, hava kortini ikki rokkið høgan aldur og eldust illa, meðan onnur, vit halda ikki eru farin so væl um seg, eru komin upp í ellisárini. Ilt er at meta um hetta. Sigast kann um hann, Ólav Hátún, at hann hoyrir undir tann seinna bólkin – ikki júst tí at hann er farin so serliga illa við sær, men kortini hevur kunnað tikið til sín og notið blíðskap í góðum vertskapi eins og vit onnur uttan at vera tikin av fótum. Vanligt er at so hvørt sum árini leggjast til, linkar virksemi, men hjá Ólavi hevur tað virkað øvugt. Tað gongur sjón fyri søgn. Vit báðir, Ólavur, hava havt nógv saman frá smá­ dreingja árum okkara í Kví­ vík, Vestmanna hjá Pidda og Hildu inni á Fjørð, Eyðálvi uppi á Heygum og Brynjálvi og ikki minst í Havn, har eg kendi meg sum heima hjá Hjalmari og Brynhild í skúlatíðini úti á VBV síðst í 1940­árunum. Skyldskapur, vinskapur og ættarkensla hava havt ein sera stóran og sterk an lut í okkara langa lívi. Tá Hjalmar varð settur sum lærari í Kvívík stutt fyri krígg ið, var eg bara 8 ára gam al. Hann var til verka fús ur og birti nýtt lív í bygd ina. Hann skipaði fyri kór sangi, ítrótti – svimjing, fót bólti og fimleiki og eisini sjón leiki. Okkum báðum – javn aldrum – dámdi væl at syngja, og í skúlanum varð mangan sungið fleirraddað í sang tímanum. Eini jól und­ ir krígnum, tá kórið sang undir gudstænastuni í Kví­ víkar kirkju, har Hjalmar var organistur, vóru vit báð ir kosnir at syngja ALT­rødd­ ina í blandaða kórinum. Tað hepnaðist ikki so væl. Vit báðir løgdu til av øllum alvi, so at okkara partur ikki skuldi liggja eftir. ALT­røddin skaraði so nógv framúr, at hon forkom tí vakra ljóm in­ um. Óneyðugt er at lýsa tann stóra týdning, ið Ólavur hev­ ur havt fyri tónleikalívið í ein mansaldur – áhaldandi og ótroyttiligur. Tað havi eg nevnt fyrr. Eldurhugi hans­ ara er ikki kødnaður enn. Í 45 ár hevur hann verið kór­ leiðari; fyrst í nýstovnaða útvarpskórinum, sum seinni broytti navn til Havnar kór­ ið. Harumframt hevur hann skipað fyri kórstevnum og kórsangi í sambandi við há­ tíðarhald ymsastaðni í land­ inum. Fáur man hava gjørt ho num hetta eftir. Nú er bara eftir at ynskja tær so hjartaliga tillukku við áttatiáradegnum – nú hevur tú fingið meg aftur! Gamli vinmaður og skyldmaður tín. Ívar Ólavur Hátún 80 ár Nøvn Í Degi & Viku í kvøld, 14. februar, boðaði Katrin Dahl Ja cobsen, vinnu nevnd ar ­ for maður vegna Javn að ar ­ flokkin, frá, at tey mæltu til at leggja sokall að arbeiðs­ skapandi tilfeingis gjald á makrelin. Sambært vinnu nevndar­ formanninum var endamálið við tilfeingisgjaldinum fyrst og fremst at skapa ar ­ beiði á landi í Føroyum. Tí skuldi tilfeingisgjaldið diffe­ rentierast við hægri gjaldi á landingar uttan lands. Tá ið uppisjóvarskip und­ ir vanligum umstøðum eru farin í útlendskar havnir at landa makrel, hevur ver­ ið vanligt at gjørt hetta í onkrari ES­havn, í Noregi ella í Íslandi. Tey sum hava fylgt við gongdini í makrelmálinum seinastu tíðina vita, at ES og Noreg longu hava boðað frá, at tey als ikki fara at taka ímóti makreli frá føroyskum skipum í ár, orsakað av ósemj uni landanna millum um býtið. Í Íslandi fer helst at bera til at sleppa av við makrel, hóast verkfall er á mjøl verk­ smiðjunum í løt uni. Men ivasamt er tó, um tað fer at bera til at seta hægri til ­ feingisgjald á makrel land­ aðan í Íslandi enn á land aðan makrel í Før oy um. Orsøkin til hendan iva spurning eru reglur í Hoy víks sátt mál­ an um, sum áseta, at somu treyt ir skulu galda fyri virkir í Før oyum og Íslandi. Ein annar møguleiki kann eisini vera at landa til út lendsk móðurskip á feltinum. Men tá er neyðugt við serligum undantaksloyvi frá landsstýrismanninum í fiski vinnumálum. Vanligt hevur ikki verið at geva fleiri slík loyvi. Um fiskiskapurin fer at vignast, fara føroysk skip tí ikki at hava nógv annað í at velja, enn at leggja makrelin upp her. Sostatt er helst eingin dug ur í uppskotinum hjá Javn aðarflokkurin um ar­ beiðs skapandi tilfeingis­ gjald, tí grundgevingarnar halda ikki. Undrunarvert, at miðla­ maðurin als ikki nam við hesi viðurskifti. Ber til at áseta arbeiðs­ skapandi tilfeingisgjald? Kjak Bjørn Kalsø løgtingsmaður