mikudagur 16. februar 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20
20
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Skála: - Vit byrjaðu í november
mánaði, men tað sæst ikki so nógv
eftir.
- Men eg vil tó siga, at tað drúgv-
asta arbeiðið er longu gjørt, sigur
Oluf Johannesen á Skála
Saman við tveimum øðrum,
John Høj og John Johannesen,
hev ur hann sett sær fyri at halda
lív í føroyskum skipasmíði - og tað
á staðnum, har skip í hópatali eru
bygd.
Her á teirri fyrrverandi Skála
Skipa smiðju, men sum nú ber heit-
ið MEST, eru teir farnir undir at
bygg ja sín egna bát. Hóast báturin
skal ganga rímiliga skjótt, er talan
tó ikki um ein vanligan speed-bát.
- Tá tilfarið kemur, fara vit av
álvara í gongd aftur, siga teir báðir
Oluf Johannesen og John Høj.
Í sving
Teir tríggir røsku og virkishugaðu
dreing ir nir hava havt sína dagligu
gongd her á skipasmiðjuni tey sein-
nu árini.
Hjá Olufi og John sæst nú eisini
ein endi á lærutíðini. Men áðrenn ta
tíð, er ætlanin at tað stóra sveina-
stykk ið skal fáast frá hond og sjó-
setast: Útróðrarbáturin, sum teir so
lein gi hava droymt um.
Júst hví teir fóru undir hesa
verk æt lan ina, duga teir ikki heilt
ná greini liga at siga frá. Hetta er utt-
an iva ein samanrenning av áhuga
fyri skipasmíði, og ein stórur hugur
at skapa og útinna eitt stórverk við
egn um hondum.
- Vit tríggir snakkaðu um hetta í
eina tíð. Og so, - ja, so fóru vit bara í
sving, greiðir Oluf frá.
Ætlanin hjá teimum trimum
vinmonnunum er at útgerða bátin
so leið is, at teir kunnu fiska við hon-
um.
- Tað er ikki meiri enn tað, siga
teir.
Drev
Eftir at hava tosað saman í eina tíð,
varð kjølurin á bátinum lagdur í no-
vem ber mánaði í fjør.
“Kjølur”, er ov nógv sagt, tí bát-
ur in hevur í roynd og veru ikki kjøl,
men er flatbotnaður. Hann hevur
drev at dríva bátin fram við, eins og
mynd in av íslendska modellinum
hev ur.
Ætlan teirra er at innrætta bátin
so leið is, at teir eisini skulu kunna
Byggja sín egna
BÁTASMÍÐ Tað var tann tíð, tá eitt skip fyri og annað eftir fór av bakkastokki á Skála Skipasmiðju.
Soleiðis er ikki longur, nú nógv ár eru liðin síðani seinasta nýbygningin. Men seinni í ár verður
kortini ein bátur sjósettur av skipasmiðjuni - ein útróðrarbátur við navninum Sjóbjørnin
Vit hava
bílagt tað,
men tað er
bara ikki
komið enn.
Tí mugu vit
bara bíða
og bíða eftir
tilfarinum,
og TAÐ er
rættiliga
óinteressant
SJÓSETING
Enn sær skrokkurin ikki út av
nógvum, men seinni í ár er ætlanin
at hesin fyrsti nýbygningurin í
longri tíð, skal sjósetast. - Hetta
verður ein spennandi dagur,
siga teir báðir, Oluf Johannesen
(fremst á myndini) og John Høj