Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20 Sosialurin Oyggjablaðið sova umborð. Hinvegin er ætlanin, at báturin skal kunna brúkast til at rógva út við. - Vit hava sett okkum fyri at gera eina last, og sum fer at kunna rúma eitt hálvt tons. - Okkum dámar sera væl at vera á floti, men vit higartil ikki havt nakr an bát - altso ikki fyrrenn nú, ið vit fara at fáa okkara egna bát, siga teir við einum brosi. Bíða og bíða Tá vit vitjaðu á skipasmiðjuni miku dag in hevði arbeiðið ligið stilt í eina tíð, vegna tað at teimum vant- aði tilfar. Hetta fáa teir til vega frá arbeiðs plássi sínum. - Vit hava bílagt tað, men tað er bara ikki komið enn. Tí mugu vit bara bíða og bíða eftir tilfarinum, og TAÐ er rættiliga óinteressant, siga teir báðir við ein munn. Tilfarið skuldi koma í farnu viku - og í vikuni frammanundan. Men fyri eini viku síðani var tað í øllum før um ikki komið. - So, eg veit ikki, nær tað kemur. Vit fáa so einki gjørt uttan tilfar. snorri@sosialurin.fo dreymabát Eitt er sjálvandi at fáa eitt hugskot um ein bát. Annað er, hvussu ein fer í gongd og fær hendur á tekningunum. Her hevur alnetið verið teimum til stóra hjálp. Á byggiplássinum hava teir liggjandi eina tekning av bátinum og nærri lýsing av teim einstøku lutunum, ið skapa ein slíkan bát. - Vit komu fram á eitt bátaslag sum eitur Sómi og er úr Íslandi. Okkara bátur verður eitt modell 800, greiðir John Høj frá. Bátur teirra verður um 8 metrar langur og 2,5 metrar breiður, og skal útgerast við øllum tí, sum krevst til ein slíkan bát. - Og sjálvandi, - hetta kemur at kosta okkum nokkso nógv, sláa teir báðir fast, uttan tó at nevna nakra upphædd. - Tað skal fáast eitt sindur inn aftur við at fiska, men um vit klára at vinna kostnaðin innaftur, - tað er ein onnur søk. Tað krevur sjálvandi sín mann og ikki minst sína tíð at byggja ein slíkan bát. Teir hava longu brúkt nógvar tímar til hetta arbeiðið. Teir eru mangan farnir beinleiðis til bátin, tá arbeiðsdagurin á skipasmiðjuni var liðugur. Og annars hava teir brúkt ein stóran part av frítíð síni til hesa verkætlanina. Í seinastu hevur arbeiðið tó ligið mestsum stilt, - fyrst og fremst orsakað av vantandi tilfari, og í øðrum lagi av arbeiði. - Tað hevur verið sera nógv at gjørt her á skipasmiðjuni í seinastuni. Vit hava arbeitt nógv yvir, og tí hevur ikki verið so nógv tíð til okkara prosjekt, siga teir báðir, Oluf og John. Liðin er næstan ein mánaður síðani teir seinast arbeiddu uppá bátin. Men hetta hevur kortini ikki tikið arbeiðshugin frá teimum. - Vit ætla, at báturin skal sjósetast einaferð í heyst, kanska í august ella september. Men nú fáa vit at síggja. Vit ætla, at báturin skal sjósetast einaferð í heyst, kanska í august ella sep tem­ ber. Men nú fáa vit at síggja Modell 800 Eftir arbeiðstíð KOSTAR At byggja sína egna útróðrarbát kostar bæði tíð, pening og sveitta. Men teir tríggir vinmenninir hava arbeitt við góðum hugi. - Vit vita ikki rættiliga, hvat tað fer at kosta tilsamans, siga Oluf Johannesen og John Høj