Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20 8 Sosialurin Magnus Gunnarsson Týsdagin 15. februar varð fyri fyrstu ferð hild in ein ráðstevna um el bil ar í Føroyum. Tað var El felag ið SEV, sum sam an við Jarð­ feingi skipaði fyri elbila deg­ num í Norður landa húsi num. Elbiladagurin er liður í eini norðurlendskari verkætlan, sum er stuðlað av NORA (Norrønt Atlantssamstarv) og umfatar Grønland, Ísland og Føroyar. Eftir at Hákun Djurhuus, for stjóri í SEV, hevði boðið øll um at vera vælkomin vórðu framløgur hjá teimum ymisku fundarluttakarunum úr Føroyum, Danmark, Ís­ landi og Grønlandi. Øll hesi søg du frá sínum royndum og framtíðarætlanum við el­ bil um. Jákup Sørensen, kunn­ ingar­ og projektsamskipari hjá NORA, segði frá um teir ra stuðul til elbilar, og tekniski stjórin hjá SEV, Finn Jakobsen, for tal di um bakgrund og visión ir fyri elbiladagin. Jacob Munch Jen sen, menn ingar v erk­ frøð ing u r hjá DONG Energy segði frá um teirra strategi fyri løðing av elbilum og Jan A. Petersen, sølustjóri hjá Vikinge gaarden A/S, tosaði um intelligentar løðistøðir til elbilar. Dánjal Jógvan Hansson, deild ar leiðari hjá SEV, tosaði m.a.um teirra fatan og royndir við elbilum í Føroyum sum t.d. um streym nýtslu na í mun til bensin­ og dieselbilar, og Jens H. Nielsen, menn ing ar­ konsul entur hjá Nukissorfiit, segði frá teirra royndum við El­Mobility í Grønlandi, har eitt heilt annað verðurlag er enn her hjá okkum. Guðrún Lilja Kristins­ dótt ir, projektassisentur, og Jón Bjørn Skúlason, stjóri hjá Icelandic New Ener­ gy, søgdu m.a. frá teirra roynd um við El­Mobility í Ís landi og royndarkoyring av vetnisakførum í Ís landi, og Terji Nielsen, pro jekt­ leið ari hjá SEV og limur í elbilabólkinum, tosaði m.a. um elbilar í føroysku el­ skipan ini. Stjórin í ChoosEV A/S, Hen rik Isaksen, fortaldi um teirra egna konsept við elbilum, og at hann vænt­ ar at elbilar av álvara koma á marknaðin í 2013. Sein­ asta framløgan var tann hjá Esben Pedersen, sølu og marknaðarstjóra hjá Tesla Europe, sum for taldi um Teslas Motors og teirra strategi. Aftan á fram løgur­ nar var høvi hjá fólki at seta spurn ingar og kjakast um evn ið. Umframt elbilarnar Peu­ geot Partner Van Elec tric og Mitsubishi iMiEV var høvi at royndarkoyra Tesla Road ster og Toyota hybrid bil ar nar Auris HSD og Prius. Um leið 120 fólk vóru til el bila dagin í Norður landa húsi num. Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Heilt elektrisk ráðstevna Í gjár var ráðstevnan um elbilar, sum Elfelagið SEV saman við Jarðfeingi skipaði í Norðurlandahúsinum. Umframt framløgur um elbilar í Norðurlondum var eisini royndarkoyring av elektriskum bilum og hybridbilum Her er tað Finn Jakobsen frá SEV, sum hevur sína framløgu Mynd: Álvur Haraldsen Esben Pedersen frá Tesla Motors við Tesla Roadster 2.5 Sport Peugeot Partner og Mitsubishi iMiEV bilarnir hjá SEV Stórur áhugi var fyri at royndarkoyra Tesla elbilin Vinnu- & bilradio á Vinnu- & bilradio á sendir um Elbiladagin í Norður­ landahúsinum hósdagin kl. 15.10