Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20 Sosialurin Árni Joensen Við bretska blaðið The Guardian sigur Janabi, at hann fann upp á søgurnar um loyniligar vápnaverksmiðjur og søgurnar um lastbilar, sum vóru fullir av lívfrøðiligum vápnum. Hann leyg fyri at fáa Saddam Hussein frá, sigur hann. Janabi greiddi týsku fregn­ artænastuni frá søgunum, og tær vóru eftir øllum at døma so sannførandi, at táverandi amerikanski utt­ an ríkisráðharrin, Colin Powell, kom til ta niðurstøðu, at tær vóru sannar. Powell, sum sjálvur var fyrrverandi generalur í amerikanska herinum, brúkti søgurnar hjá Janabi sum avgerandi próvtilfar, tá hann í februar í 2003 helt røðu í ST og viss­ aði altjóða samfelagið um hópoyðingarvápnini hjá irakska stýrinum. Ein mánað seinni gjørdi USA innrás í Irak, og hóp­ oyð ingarvápnini hjá Saddam Hussein vóru ein týðandi grundgeving fyri innrásini. – Kanska var tað so, at teir høvdu lívfrøðilig vápn. Kanska var tað ikki so. Teir góvu mær ein møguleika at fella stýrið, og eg hevði møguleikan at finna upp á okkurt, sum kundi gera enda á Saddam og stýri hansara. Eg og synir mínir eru stoltir av, at stýrið fall, og vit eru stoltir av, at vit vóru orsøkin til, at Irak fekk eitt vet av demokratii, sigur Janabi við The Guardian. Cuveball Rafid Ahmed Alwan al­ Janabi, sum er útbúgvin evna frøðingur, flýddi úr Iran í 1995. Hann fór til Týsklands og fekk friðskjól har. Í 2000 fekk hann vitjan av týsku fregnartænastuni, sum vildi hava upplýsingar um stýrið hjá Saddam Hussein. Tað var ikki bara tann týska fregnartænastan, sum hevði áhuga fyri tí irakska flóttamanninum. Eis ini amerikanararnir vístu honum áhuga, og fregn ar­ tæn ast ur nar hjá teim um báðum londunum við gjørdu upplýsingar hansara í felag. Sum vanligt er í fregn ar tæn­ astuhøpi fekk keldan eitt dulnevni. Hjá Janabi bleiv tað Curveball. Í samrøðuni við The Guard ian sigur hann, at hann valdi at samstarva við teir týsku myndugleikarnar, tí teir søgdu honum, at tað gjørdi tað lættari hjá honum at fáa konuna til Týsklands. arni@sosialurin.fo – Eg leyg alt fyri at sleppa av við Saddam Útlond Rafid Ahmed Alwan al-Janabi var ein av teimum týdningarmestu keldunum, sum sannførdu amerikanararnar um, at Saddam Hussein hevði eina loyniliga skipan við lívfrøðiligum hópoyðingarvápnum. Nú viðgongur hann, at hann leyg alt »Great goal« frá Jóan Símuni fótbóltur Eyka liðið hjá New- castle hevur spælt í gjár- kvøldið og Jóan Símun Edmunds son vísti seg frá síni bestu síðu í 2-0 sigri num. Mótstøðuliðið í gjár­ kvøldið var Bedl­ ington Terriers og fram til 73. minut vóru partarnir ikki til at skilja. Tá fekk ungi toftamaðurin fatur á bóltinum og dribbl aði fram við tveimum verju leik­ ar um og smekkaði bólt in í mál. “Finish­ ed superbly” og “great goal” skrivar heimasíðan hjá New castle. Sjey minuttir seinni ger føroyski lands liðsleikarin aftur um seg. Við góðari avlevering finn ur hann Denn­ is Knight, sum skor ar til 2­0. Stutt fyri tíð var Jóan Sím un aftur upp á spæl, men bara ein frálík bjarging frá Bedlington mál verj­ anum steðgaði tofta­ manninum í at skora aftur. Støðan endaði við 2­0 sigri og Jóan Símun Edmindsson spældi allan dystin í álopinum. Dysturin var ein fjórðingsfinala í Sage Northumberland FA Senior Cup kapp­ ingini. trondur@sosialurin.fo Rafid Ahmed Alwan al-Janabi: – Eg leyg fyri at fáa Saddam Hussein burtur Soleiðis ímyndaðu amerikanararnir sær, at iraksku lastbilarnir við lívfrøðiligu vápnunum vóru innrættaðir. Teir vóru ikki til Amerikanski uttanríkisráðharrin Colin Powell brúkti lygusøgurnar hjá al-Janabi, tá hann sannførdi ST um, at Irak hevði hópoyðingarvápn