mikudagur 16. februar 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20
24
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Skála: – Eg havi vanliga eitt lætt
og positivt sinni, men tað er for
bankað hart at skula sita soleiðis
og ikki sleppa til arbeiðis.
– Eg meini so við, – eg eri jú
bara 50 ára gamal, og havi góða
sjónátúr og góðan hug at ar beiða.
Men tað er ótrúliga hart at noyð
ast at staðfesta og síggja, at eg ikki
kann tað sama í dag sum eg kundi
fyrr, sigur Eilif Jógvansson.
Ta einu løtuna var hann ein
virkin útróðrarmaður, sum hevði
sín arbeiðsstað í Leirvík. Og ta
næstu løtuna gjørdist hann ein
sundur knústur maður, sum ímóti
mong um forsøgnum hevði yvir
livað eitt sera álvarsamt ferðslu
óhapp.
Eilif er útlærdur maskinsmiður
og hevur arbeitt sum slíkur á
skipasmiðjuni í heimbygdini, eins
og hann hevur arbeitt aðra staðni
á sjógvi og landi. Í dag kann bara
droyma um at fáa eitt full tíðar
starv aftur einaferð í framtíðini,
hóast hann bæði hevur hugin og
viljan í so máta.
– Í dag kann eg tað ikki, og tað
má eg so bara bíta í meg. So tú
skilir, at eg mangan føli meg totalt
óbrúkiligan, tí eg ikki fái gjørt tað
sum eg vil. Eg eri alt ov ungur til
at leggja stilt.
– Hetta er eisini sera tyngjandi
fyri meg og ikki minst fyri familj
una. Eg trúgvi ikki, at tað kann
vera serliga stuttligt hjá konuni at
hava meg gangandi rundan um seg
soleiðis 24 tímar um samdøgrið,
sigur hann álvarsamur.
– Hon hevur tíbetur verið ógv
uliga tolin, og hevur hildið meg út
líka til henda dag. Men tað er púra
sikkurt, at sum støðan er í dag
tekur man ikki lívið fyri givið.
Hvat er galið?
Eftir ógvusliga ferðsluóhappið í
1989, ið eins væl kundi endað sum
ein ferðsluvanlukka við deyð
anum sum úrslit, kom Eilif at
liggja á inten sivu deild á Lands
sjúkra hús inum, har allar hugs
andi við gerðir vórðu settar í
verk.
Tað tók sína tíð, áðrenn Eilif
kom til sín sjálvs aftur á sjúkra
stovuni eftir tær nógvu skurðvið
gerðirnar og allan tann pínu still
andi heilivágin, soleiðis at hann
yvirhøvur kundi eksistera.
– Ja, tú kanst bara ætlað tað
stóra skiftið: Eg visti bara, at eg
hevði verið á útróðrum og var á
veg til hús. Og nú, tá eg klárnaði
aftur, vóru so nógv øðrvísi ljóð at
hoyra, samstundis sum alt var so
stilt og øðrvísi rundan um meg.
– Eg hugsaði við mær sjálvum
– hvar í víðu verð ert tú, Eilif?
Eg skilti sjálvandi, at eg var ikki
um borð á bátinum. Eg sat heldur
ikki í bilinum. Og eg var heldur
ikki heima við hús. Eg skilti ikki
eitt einasta petti av nøkrum, tí eg
hevði púra mist orienteringina,
greiðir Eilif frá.
Starvsfólkini á Landssjúkra
húsinum vildu ikki beinanvegin
siga honum, hvat var hent, hví
hann lá í eini sjúkrasong og ikki
í síni egnu. Hann visti tó og føldi,
at okk urt álvarsamt var hent
hon um.
Umsíðir gekk tað upp fyri Eilif,
at hann lá á einum sjúkrahúsi
fullkomiliga í knúsi likamliga, og
eisini sálarliga.
– Ein dagin kom konan, Helena
á vitjan, og tá mátti eg bara spyrja
hana: Hvat er skjett við mær? Hví
eri eg her, og hvat er galið? Tá
segði hon fyri mær, hvat var hent
í Skálafirði, at tað hevði verið ein
samanstoytur og at eg var komin
sera illa til skaða. Eg skuldi bara
vega fegin um at eg var á lívi.
– So spurdi eg hana, hví eg
einki sá og hví okkurt var lagt
fyri eygað á mær, so eg sá einki
annað enn svart og myrkur. Tá
fekk eg tey sjokkerandi boðini, at
høgra eygað hevði hingið uttan
fyri andlitið. Tað fór helst at við
føra tað, at eg neyvan fór at fáa
sjónina aftur í høgra eyga, greiðir
Eilif frá.
Blendaða dunnu
Læknarnir fingu snikkað hann
so leiðis saman, at hann kundi
sleppa heim ein stuttan túr á jól
um hetta árið.
Tað var ein nógv broyttur
mað ur sum slapp heim til sethús
síni Úti á Fløtum 22 á Skála, – hesi
sethúsini sum tey vóru flutt inn í
eitt ár frammanundan:
Í fyrsta lagi var likamið merkt
av einum skurði fyri og øðrum
eftir. Andlitið var samantvinnað
við stáli sum tilsamans var 120 cm
langt. Úr lendunum og niðureftir
vóru 14 mm tjúkkar og 47 cm
langar stengur festar. Og so var
hann lætnaður úr 216 pundum og
niður í 154 pund eftir bert einum
mánaði.
– So tú skilir, at tað var lítið um
meg, tá eg við hjálp av tveimum
por tørum kom akandi niðan
trapp urnar heima við hús, til jóla
hugnan í okkara heimi, sigur Eilif
álvarsamur.
Til henda góða hugnan hoyrdi
sjálvandi ein dunna sum jóla
døgverði. Hini í húsinum gleddu
seg sum vera man til hesa góðu
mál tíðina jólaaftan. Men Eilif
hevði tað øðrvísi.
– Hvussu kundi eg gleða meg
til tað? Munnurin hjá mær var jú
læstur saman, so eg kundi bara
fáa flótandi føði. Og her hevði
familjan stríðst fyri at gera tað so
hugnaligt heima við hús, og høvdu
riggað ein góðan jóladøgurða til
okkum øll. Eg merkti angan av
dunnuni í ovninum, men hvussu
í víðu verð skuldi eg kunna njóta
hana?
– Har gjørdist ikki annað hjá
konuni enn at gera tað sama
sum tey gjørdu á Landssjúkra
hús inum, at blenda henda góða
jóla døgverðan – hesa góðu og
væl angandi dunnuna – til mín.
Men hann gagnaðist mær als ikki,
hóast tey í húsinum høvdu stríðst
fyri at gera dunnuna so lekra sum
gjørligt.
– Tú skilir, – at skula eta ársins
jóladøgverða sum blendaðan kost
og so enntá gjøgnum eitt súgvirør
millum tenninar. Og eg, sum altíð
havi dámað so væl góðan mat?,
sigur hann álvarsamur.
Til arbeiðis
Eftir drúgva viðgerð og nógv
stríð fyri at koma fyri seg aftur,
og soleiðis at hann kundi tryggja
fam ilju sína fíggjarliga, gjørdist
Eilif líðandi so væl fyri, at hann
kundi byrja at hugsa um at
finna sær eitt arbeiði, 10 ár eftir
óhappið.
Hetta var ikki ein ynskistøða,
tí tað vísti seg at vera sera trupult
at fáa tey innan almannaverkið at
skilja støðu hansara, og geva hon
um ein virðiligan stuðul vegna
óar beiðsførið sítt.
– Eg hugsaði nógv um støðuna
tá, og mátti bara taka eina avgerð.
Eg kundi ikki fáa eitt einasta
oyra frá Almannastovuni tá, og
spurningurin var sjálvandi, hvat
ger man so. Eg føldi meg sum eina
lús ímillum tvær negl, tí tað var
ikki annað hjá mær at gera enn at
fara til arbeiðis, hóast eg als ikki
føldi meg likamliga føran fyri tí.
Eilif var heppin, og fekk ar
FERÐSLUÓHAPP – Tað eru meiri enn 21 ár síðani, eg kom út fyri hesi ógvusligu ferðsluvanlukkuni.
Men eg merki til tað hvønn einasta dag, tí eg liggi manga náttina í andvekri av berari pínu, og
fái hvørki ligið ella gingið. Tá má eg bara seta meg í sofuna, soleiðis at eg kann sova eitt sindur,
greiðir Eilif Jógvansson frá. – Mítt lív varð broytt eftir einum millisekundi henda novemberdagin
í 1989. Og eg havi faktist bara innstillað meg uppá, at tað verður ongatíð tað sama aftur
Knæið var endað í rattlásinum. Bringan
var endað inni í róðrinum. Hjelmurin var
endaður í andlitinum. Beinini vóru brotin
inn undir setrið. Armarnir brotnir. Andlitið
sundursorað. Kokubeinið var í knúsi. Og tað
sum kanska var mest álvarsamt var, at hann
bløddi úr bringuni og út gjøgnum munnin
Eg Eri ov u
at lEggja s