Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20 Sosialurin Oyggjablaðið beiðir ymsastaðni, millum annað á Skála Skipasmiðju, har hann áður hevði lært, í Upernavik í Grøn landi, sum timburmaður í Dan mark og hjá Telenor í Noregi. Hetta gekk misjavnt, tí ryggurin vildi líkasum ikki tað sama sum restin av likaminum. – Eg hevði ofta nógva pínu, og tað var mangan so, at eg eingi følilsi hevði í beinunum, og at tey høvdu huga at sovna, greiðir hann frá. Deyðadómur Eilif mátti tí bara gevast at ar­ beiða, men hugurin at arbeiða og serliga til sjógvin var ikki burtur. Hann var aftur heppin, og slapp við línubátinum Helenu, og í jan­ uar mánaði 2009 løgdu teir leiðina á Íslandsryggin. Hetta var kanska ikki besta árstíð at fara á hesa leiðina, men tað gekk væl hjá Eilifi tann fyrsta túrin, men undir 2. túri byrjaði ryggurin at klaga. Hann var tó treiskur, og vildi bara avstað aftur triðja túrin, tí honum dámdi sjó­ lívið so væl. So langt kom hann kort ini ikki. Pínan var vorðin so ógvuslig, at hann mátti fara til lækna fyrst. Haðani varð hann fyrst sendur í røntguna og seinni í skannaran. Henda seinna kanningin tók bert 45 minuttir, men hon vísti tó púra greitt, at ryggurin hevði tað ikki ov gott: Tveir av diskunum í rygg­ inum lógu so tætt við mergin at teir tóku í hann, og hevði við sær, at hann ikki altíð hevði følilsi í beinunum. – Men tað sum var uppaftur verri var, at rótkanalirnar í rygg­ inum kundu verða avkvettar orsak að av hesum. Og hendi tað, so kom eg at gerast lammaður í bein unum restina av mínum lívi. – Læknin segði, at um eg ikki hevði arbeitt so hart og so nógv, var hetta ikki hent. Nú fyrilá dómurin frá skanningini og har var einki at stilla upp. Eg minnist, at hann brúkti orðið »dómur«, men fyri meg var hetta meiri at meta sum ein deyðadómur: Eg hevði so góðan hug at arbeiða og eg hevði so góðan hug til sjógvin. Nú tá eg hevði fingið dómin, var einki annað at gera, enn at søkja um fyri tíðarpensjón, og hana livi eg so av í dag, greiðir Eilif frá. Eitt millisekund Hóast ta fíggjarligu trygdina, so kann hetta ikki soleiðis utt­ an víðari koma ístaðin fyri lívs­ dygdina. – Man vaknar hvønn morgun og eri væl fyri uppá ein máta. Men so sær man hvussu lívir koyrir rundan um ein, og einki fær man gjørt sjálvur við hondunum. – Eg síggi alt tað sum onnur skapa í tí dagliga, og hvussu teirra lív formar seg. Og so koma tank­ arnir til mín um, hvat eg sjálvur kundi havt skapt hvønn einasta dag, um eg var førur fyri tí, vísir Eilif á. Hann hugsar nógv um síni kæru, serliga um onkur teirra skal út úr húsinum við bili. – Tá biði eg bara til Gud um, at tey ikki mugu koma út fyri tí sama sum eg, sigur Eilif, og leggur aftrat: – Hetta ferðsluóhappið í Skála­ firði hevur lært meg at liva í nú'inum, tí vit vita ikki hvat kann henda um eitt sekund, eina løtu ella í morgin. – Eg veit nú, at lívið er eingin sjálvfylgja, men at vit mugu seta prís uppá tað hvørja einastu løtu. snorri@sosialurin.fo ngur stilt FRAMVIÐ Um Eilif skal av bygdini og inneftir Skálafjørðinum, kemur hann ofta framvið staðnum, har samanstoyturin var. – Eg havi lagt hetta aftur um meg, og eg havi eisini tosað við bilføraran í hinum bilinum. Jú, eg eri komin víðari í lívi mínum, sigur Eilif Jógvansson, hvørs lív broyttist í einum millisekundi á hesum staði ein novemberdag í 1989, haðani hendan myndin er tikin Mynd: Jens Kristian Vang