Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20 26 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Eilifi hevur altíð dámað væl at lesa føroyskar bøkur, serliga bøkur frá stríðsárunum, úr Grønlandi og um fiskivinnu. Men seinastu tveir mán­ aðirnar hevur hann fingið sær eitt nýtt ítriv – Facebook. – Eg havi altíð hildið at tað var nakað forferdiligt fjas, at fólk sita frammanfyri eini teldu í tímavís. Alt hetta við internetinum segði mær einki – líka inntil á jólum í fjør, vísir Eilif á. Versonur hansara úr Hvanna­ sundi, Niklái Nysted er ein av monnunum aftanfyri teldu rfyri­ tøkuna Knassar, og ein dagin sein astu jól tóku hann og konan, Kristina snøgt sagt ræðið av Eilifi, og stovn aðu honum ein Facebook­ profil. Og hetta hevur hann ikki angrað síðani. Hann eigur ein hóp av gomlum myndum liggjandi frá Skála Skipa­ smiðju og av ellisakførum, sum hann hevur lagt út. Hann fær nógv­ ar aftur meldingar frá fólki, sum dáma hetta sera væl og eru glað fyri tað. – Nú havi eg longu fingið einar 550 vinir. Og so seint sum í morgun stovnaði eg ein nýggjan bólk sum skal savna eldri myndir av Skála. – Facebook er gott til tað vanliga brúkið. Man hittir nógvar gamlar vinir og menn man hevur verið til skips við. Tað er sera hugnaligt. Og tja, – tað er væl ikki so nógv øðrvísi enn at ganga til bingo, sigur hann við einum brosi. snorri@sosialurin.fo 550 FB-vinir FERÐSLUÓHAPP Hóast Eilif ikki fær gjørt nakað likamligt arbeiði, hevur hann ikki kett seg síðani, hóast nógvu pínuna og tað sálarliga knekkið ikki at kunna arbeiða sum aðrir menn FAMILJAN NR. 1 Hóast Eilif ikki fær arbeitt, hevur hann úr at gera hvønn einasta dag. Honum dámar sera væl at lesa, baka, vera á Facebook og annars vera saman við konu, børnum og abbabørnum. – Tey gera øll lívið vert at liva, hóast eg siti sum siti, sigur hann Mynd: Jens Kristian Vang MILLISEkUNd Mítt lív varð broytt eftir einum millisekundi henda novemberdagin í 1989, sigur Eilif Jógvansson, sum kom livandi úr hesum sundursorlaða Nissan Cherry-bilinum