mikudagur 16. februar 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20
28
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Skála: Tað er als ikki veður
til
uttandura
arbeiðið
henda
mikudagin í farnu viku.
Regnið oysir niður og tað er
vind ur, men tað forðar kortini ikki
Reg ini í at útinna arbeiðið, sum
hann hevur verið í gongd við síðani
í heyst.
Kring Meinigheitshúsið á Skála
er hann nú farin undir at laða
ein garð, soleiðis at húsið verður
vakurt, bæði uttan og innan.
- Tað regnar í dag, men fyri meg
hev ur tað einki at siga. Eg ynski
bara, at hetta arbeiðið skal verða
liðugt.
- Men tað skal kortini ikki gerast
so skjótt, at tað gongur útyvir góðs-
k u na, slær Regin fast. - Eg arbeiði
fyri fermeturprís, men haldi ein
lágan profil í so máta.
Regin Jóanesarson, sum fólk
kanska kenna frá sendingini “Gevið
gæt ur” í sjónvarpinum, er 65 ára
gamal, er ættaður úr Funningi,
men hevur búð í Vestmanna
síðani 1972.
- Eg havi laðað seinastu 12
ár ini. Hóast arbeiðini kunnu
vera ymisk í stødd og tíð, er
tað altíð ein fantastisk gleði,
tá ein kann njóta tað
lidna ar beið ið og kann hyggja eftir
einum væl laðaðum garði.
Kavin forðar
Liðin eru fleiri ár síðani missións-
fólkið á Skála kundi taka nýggja
meini g heitshús sítt í brúk.
Her verða hvørja viku skipað fyri
einum hópi av andaligum tiltøkum,
bæði fyri børn, ung og tilkomin inni
í nýggju og væl innrættaðu hølu-
num.
Uttanveggja hevur tó vantað
ymiskt at gera, og tí varð heitt á
Regin Jóanesarson um at hampa
um økið uttanfyri. Hetta arbeiðið
um fataði at laða ein garð niðan
ímóti Skálavegi og framvið meinig-
heits húsinum.
Tey á Skála komu fram á Regin í
eini lýsing, sum hann hevði í einum
stevnu blaði úr Vestmanna. Her
varð víst á eitt at verkum hansara,
laðingina av eini trappu hjá dóttur
hansara.
Regin tók fegin við hesi nýgg ju
avbjóð ingini hjá stýrinum í Meinig-
heits húsi num,
sum
framm an-
undan hevði fingið góðkenning til
ætlanina frá Runavíkar kommu nu.
- Eg byrjaði í heyst, men tað
hevur ikki verið so lætt at arbeitt
alla tíðina, tí veðrið hevur spælt
mær eitt puss.
- Tann nógvi kavin í vetur gjørdi
tað púrasta ógjørligt hjá mær at
laða her, og tí hava nógvar pausur
ver ið, sigur Regin við einum brosi. -
Eg hevði fegin viljað arbeitt út í eitt,
men tað hevur eingin møguleiki
verið fyri tí.
Fast arbeiði
Regin hevur sum so ikki lært til
grótlaðara, men hevur kort ini altíð
arbeitt við gróti, jørð og líkn andi.
- Eg byrjaði faktist ikki at laða
fyrrenn í 1999, greiðir hann frá. -
Eg havi átt og annars koyrt gravi-
maskinu alt mítt lív.
Hann átti áður fleiri størri
gravi maskin ur, men hevur í dag
bert eina lítla gravimaskinu aftrat
sær. Hana kann hann tí lættliga
taka við sær til tey ymisku
arbeiðini hann ger.
Regin hevur arbeitt nógvastaðni
kring landið, men tey seinastu
mongu árinu hevur hann arbeitt
rætti liga fast fyri Fuglafjarðar
kommu nu.
Millum tey mongu arbeiðini
hann hevur gjørt her, er økið har
standmyndin av kenda prædiku-
manni num, Victor Danielsen stend-
ur, eins og laðaða økið kring Fugla-
fjarð ar kirkju.
- Eg arbeiddi har frá 2002 til
í fjørsummar, men nú eri eg so
liðugur. Ja, tað vil siga, at teir hava
bið ið meg um at gera eina minni
upp gávu fyri teir aftrat.
- Faktist, hevði eg ætlað mær at
fara hagar í farnu viku, men tá var
so mikið ringt veður, at tað var ikki
hugs ingur um at fara frá húsum,
sig ur royndi grótlaðarin.
Støkkur sundur
Áðrenn Regin bjóðaði seg alment
fram sum grótlaðari, hevði hann
framman undan
laðað
okkurt
heima hjá sær sjálvum.
Hann hevur laðað við ymiskum
sløgum av gróti, tó mest við so-
nevn da Suðuroyar-grótinum, men
higartil ikki við hagagróti. Aðr ir
laða mest við hagagróti, sum er
munandi strævnari at fáa hendur
á, men sum nógvum fólkum dáma
væl.
Munur er sjálvandi á báðum
grót s løgunum. Eitt sum sermerkir
grót ið úr Suðuroy er, at tú lættliga
kanst arbeiða við tí og høgga tað til
við góðum úrsliti. Men so kann tað
brádliga støkka sundur, beint sum
tú skalt seta tað á sítt pláss í garði-
num.
- Ja, tað er sjálvandi ógvuliga
ergri ligt, um tú hevur arbeitt leingi
uppá ein penan stein, og so støkk ur
hann bara sundur, beint framman-
fyri tær.
- Men tað er kortini ikki verri
enn so, enn at eg so bara kann
brúka hann onkra aðrastaðni.
Tað er ikki so lætt at fáa hendur á
hesum grótinum longur, so tí verð-
ur hvør einstakur steinur brúktur,
sig ur Regin.
- Eg havi tó meiri av hesum
gróti num á goymslu, so eg fái gjørt
meg lidnan her á Skála sum einki.
snorri@sosialurin.fo
GRÓTLAÐING - Eg havi ikki nakra deadline fyri, nær arbeiðið her við Meinigheitshúsið skal verða
liðugt. Men eg ynski sjálvandi, at tað skal verða liðugt sum skjótast, sigur royndi grótlaðarin,
Regin Jóanesarson úr Vestmanna. -Men at laða ein garð, tað krevur altso sína tíð
Eitt laðaligt arb
Tað er
kortini eitt
ið krevst
í hesum
arbeiðinum,
og tað er tol,
tol og aftur
tol
LIÐUGT
Regin Jóanesarson hevur laðað
her við Meinigheitshúsið á Skála
síðani í heyst. - Eg skal eisini gera
eitt arbeiði í Fuglafirði, men tá
eri liðugur her á Skála, er einki
eftir í ordrabókini, sigur hann