mikudagur 16. februar 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20
30
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Skála: Prátið gongur lystiliga í
skúrinum, sum stendur her við
báta hylin á Skála.
Við borðið standa seks egnað
ir mans í góðum aldri, hvør ídnari
enn annar í egningini. Men hóast
stóra virksemið, er ikki tøgn í
skúri num.
Nógv ymisk mál verða tikin
fram eina slíka løtu, serliga evni
ið hava við sjógvin at gera ella
um tað sum gongur fyri seg í løg
tingi num.
Ofta verður eisini tosað um
seyð. Hjá teimum sum eiga seyð
er nógv at tosa um, men vit, sum
einki eiga, vit lurta bara við áhu
ga.
Ja, eg vil næstan siga tað so,
at tað sum man ikki fær at vita
her, tað fær man neyvan at vita
í Sosialinum heldur, sigur Rudolf
við einum brosi.
Árla
Henda morgunin
var
Rudolf
far in árla frá heimi sínum á
Selatrað. Eins og hann plagar,
dámar honum best at fara undir
tann fyrsta stamp in tíðliga.
Hóast Rudolf er her umleið
klokk an 7, so er hann kortini ikki
fyrsti maðurin í skúrinum.
Aðr ir hava longu verið
her í eina tíð, tá hann
morgun frískur og
egn ing arhugaður
trín ur inn um
gátt.
Jú,
hetta
dám ar mær sera
væl, skal eg siga
tær.
Eina stand
andi væl. Hetta
er fínt hjá ein
um
gomlum
manni sum mær
at takast við, sigur
Ru dolf, sum er í ferð
við at gera seg lidnan
við enn ein stamp.
Hann er einsamallur
í húsi, og sær tí fram
til at koma út fyri dyr í tann ser
liga felagsskapin sum er mill um
hesar væltilárskomnuegnar
arnaráSkála.
Tá vit hava arbeitt eina løtu,
er tað
ein sum ger kaffi
til okk um. Og tað smakkar sera
væl aftur við wienarbreyði og
øðrum sum teir kunnu borðreiða
við.
Nei, her manglar einki.
Til middags
Skúrurin stendur við bátahylin
á Skála, og við borðini er
einans
pláss
fyri
einum
avmarkaðum
tali
av
egnarum.
Teir flestu møta tíðliga, og
tað ger Rudolf eisini. Men hann
plagar sjáldan at steðga longri
enn fram ímóti middegi, einar
fimm tímar ella so.
Eg eri beint nú í ferð við
stamp nummar 2 í dag. Og so
taki eg ein aftrat, og tá man vera
tíð at sleppa sær til húsa aftur,
sigur hann brosandi.
Eingin føst skipan er, nær
teir møta, hvussu leingi teir
skulu vera her, ella nær teir
fara til hús aftur. Teir hava bara
funnið sína egnu rútmu.
Vit eru seks mans sum egna
ísenn, og tá onkur fer til hús
á døgurða, kemur ein annar
beinanvegin í hansara stað.
Hetta er
ikki nakað fast, men soleiðis
koyrir tað bara.
Gott agn
Rudolf er gamal skipari, og hevur
verið øll síni góðu ár á sjónum.
Men hann hevur eisini egnt fyri
seg.
Hann egndi í eina tíð hjá
Norðsøka, sum hevur heimstað
á
Eiði,
og
sum
nøkur
av
systkinabørnum hansara áttu.
So góvust teir við línuni og
løgdu um til snellu ístaðin. Og
nú havi eg so egnt her á Skála
hjá Falkinum, greiðir Rudolf frá.
Útróðrarmonnum flest dámar
best gágguna sum agn. Men her
á Skála brúka teir í løtuni bæði
høgguslokk og gággu, av teirri
einfaldu orsøk at tað er so ringt
at fáa fatur á gágguni.
Tí egna við annanhvønn húk
við høgguslokki og annanhvønn
húk við gággu.
Eg haldi ikki at fiskiskapurin
verður so nógv verri av hesum. Í
gjár høvdu teir 6000 pund, og
eru longu farnir avstað aftur í
morgun.
snorri@sosialurin.fo
Tilkomnir og
EGNARI - Her í skúrinum hava vit ein fínan felagsskap. Vit koma úr so ymiskum bygdum sum
Selatrað, Skálafirði og Skála og heilt norðan úr Gjógv. Men vit hava tað fínt saman, sigur fyrrverandi
skiparin, Rudolf Johannesen av Selatrað. Hóast hann er farin væl uppum tey 81, egnir hann hjá
Falkinum hvønn dag, tá nakað er at egna. - Tað er ein serliga góður andi her í skúrinum
EGNAÐIR
Tað eru royndir egnarar sum
hittast hvønn einasta dag í
egningarskúrinum hjá Falkinum
á Skála. - Her dámar mær sera
væl at koma, sigur Rudolf
Johannesen av Selatrað