mikudagur 16. februar 2011síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Síðani
Flogbóltssambandið
fór
undir steypakappingina í 2000,
hava tað altíð verið altjóða dómarar,
ið hava verið fyrstudómarar í final
unum. Fyrstu árini komu útlendskir
dómarar hendavegin at døma, men
síðani 2005 hevur Jan Hentze
verið fyrstidómari – hvørja ferð
við Tummas Óla Mortensen sum
øðrum dómara.
Men í ár verður øðrvísi í kvinnu
finaluni millum SÍ og Mjølnir, tí
tá skal Jan hava kona sína, Rúnu
Hentze, sum annandómara. Kvinnur
hava ofta verið linjudómarar, og í ár
verður eisini Rosa Jacobsen annar
av linjudómarunum í kvinnu
finaluni, men hetta verður fyrstu
ferð nakrantíð, at ein kvinna stend
ur við netið sum dómari.
– Eg havi dømt nógv í Eiklig uni
í vetur, tí eg eri í sokallaða dómara
bólkinum. Har havi eg bæði verið
fyrsti og annardómari, og so
hvørt sum eg havi fingið fleiri og
fleiri royndir, havi eg eisini verið
al samt tryggari í dømingini, sigur
Rúna, sum eisini dømdi, tá hon
var virkin sum spælari, tí tá máttu
spælar arnir sjálvir døma dystir hjá
hvørjum øðrum.
– Í eini steypafinalu er nógv
meira fokus á enn vanligt, og har
plagar at vera so nógvur gangur,
at eg noyð ist helst at rópa harðari,
men ann ars er hetta ein dystur
sum all ir aðrir. Jan og eg hava dømt
nógv ar dystir saman í vetur, so tað
skal nokk ganga.
Errin av konuni
Hóast Jan Hentze sum altjóða
dómari hevur roynt bæði eitt og
ann að, er hann sjónliga errin av, at
kona hansara sleppur at døma aðra
steypa finaluna í ár, samstundis
sum hann ikki dylur fyri, at hon
hevur bæði neyðugar royndir og
førleikar.
– Rúna hevur dømt nógv, serliga
í vetur, og hon er eisini Adómari,
og hartil hevur hon eisini gjørt
tað gott sum dómari. So við og við
hevur hon oftari verið fyrstidómari,
hóast hon at byrja við helt tað
vera eitt sindur løgið, at eg sum
altjóða dómari skuldi »bara« vera
annardómari, sigur Jan, ið sær tað
sum ein fyrimun fyri dømingina, at
tey eru maður og kona.
– Vit kenna jú hvønnannan út
og inn, og heima tosa vit nógv um
døming. Eg haldi hetta vera bæði
spennandi og stuttligt, og eg vóni,
at hetta kann geva øðrum kvinn um
hug at bjóða seg fram sum dómarar.
Tá tú gevst at spæla, er dómara
gerningurin eitt upplagt høvi til
framvegis at vera ein virkin partur
av spælinum.
Í mansfinaluni millum ÍF og
Mjølnir verður Jan Hentze fyrsti
dómari og Tummas Óli Mortensen
annardómari. Linjudómarar verða
Sveinur Tróndarson og Óli G.
Samuelsen, ið eisini er linjudómari
í kvinnufinaluni.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hjún døma
kvinnufinaluna
Flogbóltur Rúna og Jan Hentze skulu døma kvinnufinaluna
millum SÍ og Mjølnir leygardagin. Hetta er fyrstu ferð, at ein kvinna
er partur av dómaratoyminum til eina føroyska flogbóltsfinalu
FYrStu FErÐ
Hjúnini Rúna og Jan Hentze skulu døma kvinnufinaluna í flogbólti leygardagin millum SÍ og
Mjølnir, og tað verður fyrstu ferð, at ein kvinna stendur við netið sum dómari í einari føroyskari
flogbóltsfinalu. Tey bæði hava tó dømt nógvar dystir saman í landskappingini í vetur
Mynd: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Leygardagin og sunnudagin
verða ikki færri enn átta
steypa finalur
á
skránni
í
ítróttar høllini á Hálsi í Havn,
nú flog bólturin stendur fyri
tørni. Sum vanligt, verður nógv
gjørt burturúr við serliga tera
flexgólvinum, bilum og lýsing
um kring vøllin, umframt bestu
umstøðum í aðrar mátar við.
Fyrst eru tað steypafinal
urnar hjá teimum vaksnu, ið
eru á skránni leygardagin, tá
fyrst kvinnurnar hjá SÍ og
Mjølnir spæla klokkan 13.30,
og síðani menninir hjá ÍF og
Mjølnir klokkan 15.30. SÍ og ÍF
eru komin í finalurnar umvegis
oddasessir í Eikligunum, tá
so og so nógvir dystir vóru
spældir, og Mjølnirliðini eru
bæði komin í finaluna, tí tey
vunnu Fleyr og Mjølnirkapp
ingina.
Sunnudagin eru so seks
steypafinalur aftrat, tí tá skulu
tey yngru royna seg, og um
støð urnar verða tær somu sum
dagin fyri. Talan er um final ur
nar hjá gentum og dreingjum
14 ár, gentum og dreingjum 16
ár og hjá kvinnu og mans ung
lingum. Liðini, sum hittast í
finalunum, eru tey, sum hava
vunnið ella verið finalistar
í Fleyr og Mjølnirkapp ing
unum.
Beinleiðis á netinum
Sum nakað nýtt, verða allar
finalurnar hjá teimum yngru
at síggja á internetinum, tí
upp tøkutól verður til staðar,
og so verða livandi myndirnar
»stream aðar« út á heimasíðuna
hjá
Flogbóltssambandinum,
www.fbf.fo, so øll við atgongd
til inter netið kunnu fylgja við,
hóast teimum ikki ber til at
vera til staðar í sjálvari høll
ini, meðan spælt verður. Hetta
verður gjørt upp á sama máta
sum hjá hondbóltinum sunnu
dagin.
Finaludystirnir hjá teimum
yngru eru hesir: Kl. 13.00 TB
KÍF (gentur 16), kl. 14.15 SÍTB
(dreingir 16), kl. 15.30 Mjølnir/
ÍFTB (kvinnuunglingar), kl.
16.45
Tba/FleyrTBb/Fleyr
(mans unglingar), kl. 18.00 SÍ
Ternan (dreingir 14) og kl. 19.15
TernanFleyr (gentur 14).
Sum sæst, er TB tað stóra
felagið í hesum høpi, tí TB
eigur lið í øllum finalum uttan
einari, og hjá mansunglingum
er finalan enntá ein lokal
uppgerð millum tvey TBlið,
ið ann ars eisini eru úrslit av
ein um samstarvi millum TB
og Fleyr, eins og felags kvinnu
unglingaliðið hjá Mjølni og ÍF
er tað.
hilmarjan@sosialurin.fo
Finalurnar
á netinum
Flogbóltur Tá tey yngru
flogbóltsliðini spæla sínar
steypafinalur sunnudagin, síggjast
allir dystirnir beinleiðis á internetinum,
og tey spæla – eins og tey vaksnu
– á serliga teraflex-gólvinum
Savnsmynd: ÁLvur Haraldsen