mikudagur 16. februar 2011síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20
36
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
Rógvi Poulsen hevur síðstu tíðina
vant við Crewe Alexandra, sum
spælur í League Two, ið er fjórðbesta
deildin í Onglandi. Nú tykist greitt,
at Rógvi Poulsen fyribils heldur
fram í felagnum til summar.
– Eg eri væl móttikin og fólkið
kring felagið er sera fyrikomandi.
Liðið spælir góðan fótbólt og
hugurin at halda fram her er góður.
Crewe er akkurát eg, sigur 21 ára
gamli miðvallarin, sum er vaksin
upp í AB, men seinnu árini hevur
spælt við HB.
Eykaliðið hjá Crewe spældi í
gjár venjingardyst ímóti Liverpool.
Úrslitið gjørdist eitt tepurt 1-0
tap, men sjálvur spældi Rógvi ein
góðan dyst og hevði onkrar góðar
møguleikar. – Eg eri ongantíð
nøgdur við míni egnu avrik, men
eg haldi eg spældi nøkunlunda væl
í dag, sigur hann.
Heimasíðan hjá Liverpool nevndi
eisini tveir av møguleikunum hjá
Rógva Poulsen, og somuleiðis visti
hon at siga, at Liverpool-venjarin,
Kenny Dalglish, var til dystin. Rógvi
hevði tó ikki stundir at hyggja at
áskoðarunum, meðan hann spældi,
so hann segði seg ikki varnast
at Kenny Dalglish var millum
áskoðarnar.
– Eg skilji ikki ordiliga, hvussu vit
taptu dystin, tí vit raktu stengurnar
fýrar ferðir og brendu brotsspark.
Omaná tað heila, so var málið hjá
Liverpool sera heppið, sigur Rógvi
Poulsen, sum fyribils bara hevur
loyvi at spæla við eykaliðnum.
Arbeitt verður við at fáa øll
viðurskifti upp á pláss, so hann
eisini kann spæla á besta liðnum.
trondur@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Sunnukvøldið
fór
gamla
fel-
agsdeildin hjá EB og Streymi, EB/
Streymur, í søg una, sam stundis
sum nýtt lima felag, ið eisini eitur
EB/Streym ur, varð sett á stovn.
Síðani hevur dúgliga verið gitt um,
at hetta kundi vera ein »bjargingar-
roynd«, eftir at EB/Streymur yvir
tvey ár fekk tilsamans 5,25 milli ónir
krónur, ið stavaðu frá stuldri.
Eitt nú hevur verið róð fram-
undir, at við at stovna eitt lima-
felag, kundu limirnir í nýggja
felagnum leggja rygg til, skuldi
rættarmálið
ímóti
fyrrverandi
kassameistaranum í gamla EB/
Streymi
onkursvegna
endað
við avleiðingum fyri nýggja EB/
Streym, ið jú hevur yvirtikið bæði
skyldur og rættindi hjá gomlu
felagsdeildini.
Men í grein 8 í viðtøkunum fyri
nýggja EB/Streym verður hetta
manað í jørðina, tí har stendur um
heftilsi, at »limir nir ella nevndin
hefta ikki per sónliga fyri felagsins
skyld um, men bert við sínum lima-
gjaldi.«
Ein formalitetur
Málið
um
fyrrverandi
kassa-
meistarin hjá EB/Streymi, ið sum
bókhaldari í Formula stjól 5,25
milliónir krónur, ið hann flutti til
EB/Streym, er eitt politimál og er
ávegis í rættin. Rólant Højsted, ið
var formaður í gamla EB/Streymi
og eisini er formaður í nýggja EB/
Streymi, vil ikki gera viðmerkingar
til tað málið, men er annars fegin
um nýggja limafelagið.
– Tað vísti seg, at fólkið stendur
aftan fyri EB/Streym, tí vit vóru yvir
100 fólk á fundinum við Margáir
sunnu kvøldið, har tað einmælt
varð sam tykt at stovna nýggja
lima felagið, sigur formaðurin, sum
eft ir stovnanina hevur eitt sindur
av pappírsarbeiði at gera.
– Í dag ella í morgin senda vit
Fótbóltssambandinum
umsókn
um at spæla í Vodafonedeildini
í ár, og komandi aðalfundurin í
Fótbóltssambandinum skal eisini
góðkenna okkum sum lim. Tað
plagar at vera ein for malitetur, og
tað rokni eg eisini við, at tað verður
hesa ferð.
At EB/Streymur fær lima skap
í Fótbólts sambandinum, merkir
samstundis, at EB og Streymur ikki
longur vera limir har, tí tey einki
meira hava við fótbólt at gera.
hilmarjan@sosialurin.fo
Limirnir hefta ikki
Fótbóltur Nýggja útgávan av EB/Streymi, sum tekur
yvir øll rættindi og allar skyldur hjá gamla EB/Streymi,
hevur týðiliga tilskilað í viðtøkunum, at hvørki limir ella
nevnd hefta per sónliga fyri skyldur hjá felagnum
Hilmar Jan Hansen
Predrag
Markovic
hevur
framm anundan spælt við TB,
Skála og B71, har hann hevur
verið tvey ár á hvørjum stað.
Nú skal hann komandi árið
vera á Argjum, og tað passar
honum eisini væl, tí kona hans-
ara hevur arbeiðið í høvuðs-
stað num og bæði búgva í
Havn.
Síðstu
vikurnar
hevur
Predrag vant við AB, og burtur
úr tí er nú komin sáttmálin, ið
varð endaliga avgreiddur í gjár-
kvøldið. Sambært AB-heima-
síðuna heldur hann, at AB
hevur eitt ungt lið við stórum
potentiali, og at hann gleðir
seg at vera partur av hesum
lið num.
Umframt at verja málið
hjá AB í 1. deild, skal Predrag
Markovic eisini vera málmans-
venjari hjá øllum málverjunum
hjá felagnum í yngru deild-
unum.
– Tað er óføra gott fyri yngru
málverjarnar, at vit hava fingið
ein málmansvenjara burturav
til teirra. Hetta er eitt stórt
fram stig fyri felagið, og verður
gott fyri allar okkara málverjar,
sigur Andrass Drangastein, for-
maður í AB, við heimasíðuna
hjá felagnum.
hilmarjan@sosialurin.fo
AB
nýggjan
málmann
Fótbóltur Í gjárkvøldið skrivaði
AB undir eitt ára sáttmála við 34 ára
gamla serban, Predrag Markovic, sum
skal vera málverji á besta mansliðnum
hjá AB hetta kappingarárið
NÝGGJur MÁlMAÐur
Predrag Markovic og Andrass Drangastein,
formaður í AB, eftir at sáttmálin við 34 ára gamla
serban var komin upp á pláss í gjárkvøldið
Mynd: Terji S. Johansen
Rógvi: Crewe
er akkurát eg
FAllIN VÆl tIl
21 ára gamli argjamaðurin, Rógvi Poulsen, er fallin
væl til í enska felagnum, Crewe Alexandra
Mynd: Álvur Haraldsen
Fótbóltur Rógvi
Poulsen verður
at síggja í enska
felagnum, Crewe
Alexandra, fram til
í summar. Argja
maðurin letur væl
at felagnum