mikudagur 16. februar 2011síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
35
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20
Í seinasta parti varð greitt frá eini
grind í Hvalba. Eg minnist serliga
eina aðra grind í Hvalba. Tað var
ordiligt illveður. Har vóru eisini
skúvoyingar. Eg veit ikki hvussu teir
vóru komnir, so ringt var veðrið.
Eg var eisini í grindini og stakk
ein hval, og tá eg stakk fór økslin úr
lið. Eg hevði sera ilt. Vit settu so inn
á gomlu kaiina. Tá standa átta mans
á kaiini og bíðaðu eftir mær, millum
hesar vóru eisini skúvoyingar. Tá
hugsaði eg, at teir vilja nokk hava
sína grind beinanvegin. Eg kom so
uppá kaiina. Tá sigur ein við meg,
at »vit eru nakrir mans úr Skúvoy,
sum eru her við báti. Kundu vit
fingið okkara grind beinanvegin.
Vit hava langan veg heim.«
Eg segði, at hetta bar ikki til, fyrr
enn grindin var merkt. Jú, jú tað var
einki at gera við tað.
Sum eg fari víðari, so sigur næsti
maður akkurát tað sama um at fáa
teirra grind beinanvegin. »Hoyrdi
tú ikki, hvat eg segði við hann.« »Jú,
men hatta segði tú ikki við meg!«
Tað var ikki gott nokk, at eg hevði
sagt tað við hin bygdarmannin í
somu støðu. Tá kom triði maðurin
og spurdi um akkurát tað sama.
Men hann fekk eisini sama svar.
Ørur í grind
Eg upplivdi fleiri grindir bæði sunn
anfyri og í Klaksvík. Tá kundi eg
síggja, at fleiri menn kundu blíva
púra frá sær sjálvum. Ein, sum
seinni bleiv grindaformaður, segði,
at »bert eg hoyri orðið grindaboð,
tá sýgur tað so at hjartanum.« Eg
segði, at tað kundi eg als ikki skilja.
Men mangur hevði tað á tann hátt.
Tað var eisini ein søga um ein
grindaformann, sum stóð á trapp
uni og deildi seðlarnar út. Tá hevði
ein grindamaður blakað ein grinda
knív eftir sýslumanninum, sum
stóð dygst við, og hann kom at
standa í durastólpan.
AT – stjórin slapp at koyra
fiskaprísirnar niður
Tað er nokk so nógv skrivað um AT,
Arbejdernes Trawlerdrift, í røðini í
Miðvikuni við Gerdu Einarson.
Hetta var tann stóra fyritøkan
á Tvøroyri í eini 1520 ár frá
seinnapartin av 30unum til fyrra
partin av 50ununum. Tað gekk
eisini væl hjá teimum tey nógvu av
hesum árunum.
Hetta var jú ein »javnaðarfyri
tøka«, sum ikki varð rikin á júst
sama hátt sum aðrar fyritøkur.
Meginpartin av tíðini var Hjalgrim
á Heygum stjóri. Hann var sonur
tann kenda framburðsmannin Ólav
av Heygum í Vestmanna.
Men umframt stjóran var eitt
driftsráð við politiskum umboðum
og úr fakfelagsrørsluni. Her kundi
stríð vera millum áhugamálini hjá
fyritøkuni og politisku áhugamálini
hjá driftsráðnum. Hetta gjørdi tað
ikki altíð lætt hjá Heygum, sum
hann var kallaður.
Eina ferð hevði driftsráðið sett
sær fyri, at nú skuldu fiskaprísirnir
upp hjá útróðrarmonnum. Hesum
var stjórin hart ímóti. Sum var, var
tað júst javnvág millum inntøkur
og útreiðslur, so ráðini vóru ikki til
tess.
Men her var eingin bøn. Fiska
prísurin skuldi upp, og hetta varð
eisini samtykt av driftsráðnum.
Seinni kundi Heygum svart uppá
hvítt vísa á, at nú gav útróðrarfisk
urin hall. Tað skilti driftsráðið nú
væl. Men nú prísurin skuldi niður,
mátti stjórin sjálvur gera tað! So
kundi hann eisini fáa skolurnar!
Skotini móti
sýslumanshúsini
Ein onnur hending var, tá ið tað
var skotið inn í sýslumanshúsini.
Hetta var 20. november 1955 í
tíðini, tá læknastríðið í Klaksvík
var í hæddini. Tá vóru staddir á
Tvøroyri tveir kriminalpolitistar
frá politinum í Klaksvík, sum vóru
komnir suður her fyri at kanna eitt
innbrot, sum hevði verið. Hetta var
so hent beint áðrenn hesa skjóting
ina. Teir fingu so hetta mál afturat.
Tá ið hetta hendi var eg inni
við Rangá. Eg var farin heim um
klokkan fimm, og hetta hendi um
ein hálvan tíma seinni.
Marius, húskallurin, var farin
at kasta nót. Vit áttu part í hesi
nót. Hetta gjørdist tað størsta nóta
kastið, sum hevur verið her á fjørði
num. Teir fingu uppí 28 bátar av
stórseiði í einum kasti. Hetta var
uttanfyri ta gomlu kaiina, har flaka
virkið seinni varð bygt.
Hetta nótakast gjørdist ein
stórur partur av notatunum hjá
politistunum frá hesi skjóting. Øll
tey vitni, sum vórðu avhoyrd, vóru
antin á veg oman á kaiina at síggja
nótakastið ella vóru tey á veg niðan
aftur.
Hesir
kriminalpolitistarnir
høvdu ongantíð sæð ein seið fyrr
og vónaðu ikki at síggja ein slíkan
aftur, sum hesin seiður kom at
ørkymla hetta mál.
Tað sum hendi var, at mamma
stóð frammanfyri køksvindeygan
um, tá tað smella eini seks skot.
Hon ansaði ikki í fyrsta umfari, hvat
hetta var fyri nakað. Hon hoyrdi
bert ljóðið av skotunum og trúði,
at hetta var fýrverk. Hon sansaði
als ikki, at skotini komu ein metur
yvir henni. Skotini komu inn í eitt
kamar uppi yvir køkinum.
Ikki fyrr enn morgunin eftir,
sá Marius, at tað var skotið inn í
kamarið hjá honum.
Hjá okkum búði tá eisini Hildur,
eitt systkinabarn mítt, sum 1213
ára gomul kom til okkara at búgva.
Mamma hevði spurt Andrias í
Heiðunum, beiggja sín, um hon
ikki kundi fáa eina gentu at vera hjá
okkum, nú hon var einsamøll í húsi.
Hann áttu 9 børn. Jú, hon kundi fáa
Hildur, tí hon longdist ikki so illa. Á
tann hátt kom hon í húsið.
Morgunin eftir fer mamma at
mjólka. Marius er í køkinum. Tá
sigur hann: »Tey hava verið inni í
kamarinum og órudda tað.«Mamma
raknar eitt sindur við. Tað var tá
løgið.
Hildur var tá hjá eini vinkonu
hjá sær, beint tá hetta hendi. Tær
gingu í klassa saman. Tá fer hon at
hyggja at hesum óruddinum. Tá sær
hon, at loftið er skrætt, og at hol er
í. Flísar eru eisini farnar. Eitt borð,
sum stóð í einum horni, var knúsað
sundur. Tá ringir Hildur til mín og
sigur, at her er okkurt galið, tí her er
alt ein hurlivasi uppi á kamarinum.
Eg minnist kortini ikki, um hon
segði nakað um skjóting.
Eg fór á staðið, og tá sá eg,
at tað uttan iva varð skotið við
maskinbyrsu.
Tá fingu vit frá Klaksvík tveir
kriminalpolitimenn, og teir høvdu
hund við sær. Vit roknaðu við,
at viðkomandi hevði skotið, har
vegurin gongur omanfyri húsini.
Har var eitt transformatortorn,
og viðkomandi kann hava staðið
aftanfyri har og skotið. Politistarnir
komu so við hundi, og so fóru vit at
leita. Vit leitaðu uppi á vegnum,
men vit kundu ikki finna nøkur
patrónhylstur. Vit krússaðu aftur
og fram, og hundurin snoddaði
somuleiðis. Vit koma niðan á Hválin,
sum tað verður kallað, omanfyri
kirkjuna, tað er ein hamari. Har
stóðu vit og hugdu og tosaðu um,
hvar í víðu verð maðurin hevur
staðið ella ligið.
Ejler Djurhuus:
Tá ið skotið varð eftir sýslumanshúsinum
Ein uppgáva hjá sýslumonnum var at skipa fyri grindabýtinum. Hetta kundi fáa sinnini
í kók. Meira dramatiskt var tað tó, tá ið skotið varð eftir sýslumanshúsinum
Tað var drama í Føroyum í november 1955. Dimmalætting kundi tann 23. november
bæði boða frá bumbubresti í Klaksvík og skoti móti sýslumanshúsinum á Tvøroyri, sum
greitt frá í greinini Den uhyggeligste Weekend Færøerne endu har oplevet
AT yvirtók virksemið hjá J. Mortensen, tá ið tannn
fyritøkan fór á húsagang í 1936. Hetta er handilin