Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-16, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 34 Miðvikan Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20 8. partur K vartermeistarin Sámal Samuelsen á Krákusteini, sum var giftur við fastur Margethu, konu míni, hevði ein son, Daniel Samuel, sum var »blátt barn«. Hann var føddur við hjartafeili og doyði ungur. Eg plagdi at spæla við sonin Anton. Sámal dámdi væl at práta. Hann var nokk so belisin og visti meira um heimin, enn teir havnarmenn, sum savnaðust undir neystinum at tosa um dagsins trupulleikar. [Hetta er eisini komið til sjóndar í hansara áhugaverdu endurminn­ ingum, sum komu út fyri nøkrum árum síðani, og sum eru umrøddar í røðini Hendur ið Sleptu.] Politistaliðið, sum avloysti jekara­ liðið, var hálvhernaðarligt. Teirra uniformur minti nógv um gamlar marinarauniformar. Vápnið var korða, sum var borin í eini svartari reim um akslarnar. So vítt eg minn­ ist, vóru tað í mínum ungdómi 12 meinigir og tveir kvartermeistarar í liðnum. Teir meinigu blivu útpeikaðir sum eitt slag av verjuskyldu. Lønin var lítil. Ein skeppa av bygg og rættin til at velta á Skansatrønni. Pápi mín var meinigur eitt stutt skifti, áðrenn hann giftist. Fremsta uppgávan hjá korpsinum var umframt patruljering í býnum, at hava vakt á skansanum og at ansa eftir fangunum í fongslinum, sum var innrættað í niðastu hædd í skansanum. Ein onnur uppgáva var at rógva embætismenninar og teirra gestir, tá ið farast skuldi út á bygd. Pápi fortaldi um ein slíkan túr, tá ið teir fóru norður um Eysturoynna og Streymoynna og aftur til Havnar. Hetta vóru nógvir fjórðingar. Hvíld ella svøvn fingu teir ikki uttan á onkrum stuttum steðgi á ferðini, sum vardi eitt gott samdøgur. Hevði skrekk fyri lærarum Longu áðrenn eg fór í skúla, hevði eg fingið skrekk fyri lærarum. Hetta kom av, at yvirlærarin við realskúlan, (Louis Bergh), sum var ein stórur og grummur maður, hevði sína dagligu gongd framvið Ólastovu. Hann brummaði altíð ein djúpan bass sum ein bjørn. Hann hevði verið lærari hjá pápa mínum, og pápi hevði fortalt nógvar søgur um, hvussu ringur hann var. Hetta hevði givið mær ræðslu fyri allar skúlalærarar. Men í skúla mátti eg fara, tá ið eg var sjey ár. Tá var tað ein skomm at koma í skúla og ikki duga bókstavirnar. So eg mátti fyrireika meg. Í grannalagnum búði tann 80 ára gamli Andreas Poulsen, »gamli Andrias.«Hann tók á seg at læra meg stavraðið. Ein ABC varð keypt, og so løgdu vit í vaðið. Eg kom í kommunuskúlan, tá eg ikki tordi at koma nærindis realskúlan við tí brummandi læraranum. Men at koma í kommunuskúlan var ikki so skakandi, sum eg hevði óttast. Her var eingin ræðandi lærari. Her var nevniliga eisini ein lærarinna Maria Nicolajsen, seinni gift Joensen. Hon var ikki so strong, ella vóru vit bert so skikkilig. [Maria hjá Conrad, sum hon var kallað, kom í søguna, sum tann einasti lærari í Føroyum, sum varð koyrd úr starvi, tí hon gjørdist “baptist.] Vit vóru úti við 40 børn í fyrsta flokki. Hvussu var og ikki, men eg fór upp í annan flokk sum nr. 1 av næmingunum. Í 2. flokki fingu vit Jógvan Waagstein til lærara. Hann var sera áhugaður fyri tekning og sangi. Her slapp eg eisini at royna meg sum solosangari við »Tíðin rennur sum streymur í á.« Tá eg kom heim og fortaldi hetta, helt pápi tað ikki kunna passa. Hann helt meg hvørki hava rødd ella gehør, hetta var ikki beinleiðis eggjandi fyri meg. Í landalæru lat Waagstein okkum tekna eitt kort av einum landi, og so skuldu vit seta býir, fjøll og áir á kortið uttan nøvn, og skuldu vit so duga nøvnini uttanat. Hetta var ein góður háttur at læra landalæru. Eg haldi, at eg enn kann tekna flestu lond í heiminum. Ein lærari var eisini Hanus Kamban úr Skúvoy. Ein dóttir hans­ ara var Hjørdis, sum giftist við Hákun Djurhuus, sum eg kom at sita í landsstýrinum saman við. Tá var langt av Argjum Tað vóru tveir næmingar av Argjum. Teir høvdu langan veg í skúla, og teir vóru ofta ígjøgnum tá tað regnaði, og teir settu seg á skúlabeinkin. Hóast teir vóru í ullintum klæðum frá uttast til innast, var tað løgið, at teir ikki fingu lungnabruna av at sita vátir í skúlanum. Tá eg kom upp aftur til próvtøku, kom eg aftur sum nummar eitt av næmingunum upp í 3. og elsta flokk. Her var Poul Jensen lærari. Hann var ein myndigur lærari, sum dugdi at geva næmingunum áhuga fyri at lesa uppá. Hann legði stóran dent á at læra næmingarnar danskt. Poul Jensen var eisini deknur, meðan Waagstein var organistur í kirkjuni. Teir báðir vóru ikki serliga væl, men hetta ávirkaði ikki undirvísingina. Við ta fylgjandi próvtøkuna gekk tað Hans Olaf Hansen, seinni stjóri í Vanlukkutryggingini, betri enn mær, men vit fingu báðir virðisløn fyri ídni, Árið eftur fingu vit eisini premiu. Tá var eg blivin 12 ár og fór eins og mong onnur í realskúlan. Eg fór beinleiðis í 2. real. Her komu vit at læra enskt og aðrar nýggjar lærugreinir. Kristian Djurhuus: Ræddist at fara í skúla Vit halda áfram við hesi áhugaverdu frásøgnini hjá Kristian Djurhuus, sum gjørdist ein av okkara kendastu politikarum. Vit eru framvegis í Havn beint eftir aldaskiftið, og nú skal Kristian í skúla Mynd av Havnar Skansa frá politistatíðini Kristian var 12 ára gamal, tá ið kongur vitjaði í 1907 Útsýni frá Skansabrekkuni um aldarskiftið Í komandi parti greiðir Kristian frá, tá ið rituvík­ ingar komu við torvi til Havnar, og tá kemur seinasti partur hjá Ejler við seinna partinum av skotsøguni