mikudagur 16. februar 2011síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20
Sosialurin
Gleðiligt, at Kringvarpið varp
ar ljós á fylgjur hins sjúka,
starvsfelagar,
arbeiðsgev
arar og samfelagið tá fólk
eru langtíðarsjúk. Gott, at
til ber at fáa løn undir sjúku
hjá mongum og at sjúkra
dagpeningur er ein møguleiki
í 9 mánaðar. Vansir eru tó
sanniliga eisnini við verandi
skipan. Tí tíverri hava vit
eina skipan, har einki krav
er um uppfylging.
Uppfylging?
Hvat er tað?
Tað almenna rindar sjúkra
dagpening til fólk í 9 mán
aðar uttan at spyrja fólk
um, hvussu tey hava tað,
um ávísar arbeiðsuppgávur
eru tey megna hóast sjúku,
um tey megna at arbeiða
nakrar
tímar,
hóast
tey
ikki megna fulltíðarstarv
ella sum skjótast at veita
fólki
endurbúgving
ella
hjálp til aðra starvsleið, um
tað er einasta loysnin. Ella
er
tað
arbeiðsumhvørvið
sum er púra sjúkt á arbeiðs
plássinum? Alt hetta er
upplagt at spyrja um og práta
um tá krav er um lógarfesta
uppfylging.
Er talan um arbeiðsum
hvørvið kann eitt Arbeiðs
eftirlit eisini bøta um tað,
um normeringin er nóg góð.
Bæði tá talan er um fysiskt og
psykiskt arbeiðsumhvørvi.
Haldi tað vera øðiliga
óheppi og beinleiðis skaði
ligt, at einki krav eru um upp
fylging í verandi løtu. Sjálv
havi eg í grannalandi havt
gleðina av at hjálpa og stuðla
fólkum sum vóru sjúk, út á
arbeiðsmarknaðin aftur. Og
tað besta var, at í mongum
førum skuldi avbera lítið
til, so megnaðu fólk aftur
arbeiðslívið aftur. Hinum
sjúka,
arbeiðsplássinum
og samfelagnum til gagns.
Ein tummilfingurregla er
eisini, at jú fyrr fylgt verður
upp, tess fyrr kunnu fólk
fara aftur til arbeiðis – tess
bíligari fyri allar partar. Meg
minnist eina kanning um
aldarskiftið sum vísti, at um
fólk høvdu verið burtur frá
arbeiðsmarknaðinum vegna
sjúku í eitt ár, kom bert ein
av 10 út á arbeiðsmarknaðin
aftur. Lat meg nevna nækur
dømi
um,
hvønn
mun
uppfylging kann gera:
Dømi 1:
Kvinna sum hevði tunglyndi
og ongantíð væntaði, at fáa
arbeiðsførleikan aftur. Hon
byrjaði í smáum nakrar tímar
um dagin og slapp undan upp
gávunum, sum hon helt vera
allarmest krevjandi. Hon,
álitisfólk hennara, leiðarin
og eg, sum umboðaði tað al
menna høvdu regluglig prát á
arbeiðsplássinum – tríggjar
mánaðar seinni megnaði hon
aftur at arbeiða fulla tíð.
Dømi 2:
Maður sum var elektirikari,
í 50’unum og knøini vóru
niðurslitin. Amboðini vóru
tung og nógvar trappur vóru
í økinum, har hann arbeiddi.
Tískil
sjúkrameldaður.
Saman við álitisfólkinum og
leiðaranum komu vit ásamt
um, at hann skuldi royna bert
at hava uppgávur har ongar
trappur vóru. Hann arbeiddi
tískil bert í einum øki har
eingi háhús vóru og hann
fekk arbeiðsamboð, sum vóru
úr serliga løttum tilfari….og
hann helt á at arbeiða fulla
tíð. Skjóta uppfylgingin gjørdi
allan munin.
Dømi 3:
Fekk samband við arbeiðs
leysa kvinnu sum segði
soleiðis: fyrr bagdi høvdinum
einki, hevði diskusprolaps
og fekk tí ikki arbeitt. Nú
havi eg tað fínt í rygginum,
men havi mist arbeiðið…og í
høvdinum haldi eg nú ikki at
eg kann brúkast til nakað. Tí
er vorðið so trupult hjá mær
at fáa starv. Sjálvsálitið er
horvið!
Vitleyst
Tykist vitleyst, at hava eina
skipan, sum bara veitir fólki
pening, men ikki veitir fólki
hjálp, so tey skjótast gjørligt
aftur eru før at arbeiða. Vit
eiga sjálvsagt at fylgja upp
og spyrja fólk um, hvussu
heilsustøðan ávirkar arbeiðs
lívið – og um tey megna
nakað, hóast tey ikki megna
at arbeiða fulla tíð.
Ábyrgd
Hvørs ábyrgd er tað, at fólk
skjótast gjørligt aftur eru
arbeiðsfør? Mín sannføring
at tað eru arbeiðsgevarin, tað
almenna, hin sjúki og yrkis
felagið. Aðrastaðani verður
hugtakið sosial ábyrgd á
arbeiðsplássinum nógv nýtt.
Tað merkir bæði at rúm eisini
eigur at vera fyri teimum
sum hava skerdan førleika
ella eru sjúk.
Starvsfólka
normeringar
At broyta lógina er fyrsta
stigið, harumframt er av
gerandi neyðugt at upp
normera, so tey sum hava við
sjúkradagpeniningamál
at
gera eru væl ílatin til truplu
samrøðuna og at málsnøgdin
er hóskilig, so tey hava
møguleika at gera munagott
sosialt arbeiði.
Tjóðveldi og
uppfylging
Tjóðveldi varpar áhaldandi
ljós á hetta øki í kjaki, grein
um
og
fyrispurningum.
Júst nú eru vit við í einum
arbeiðsbólki
undir
al
mannamálaráðnum, har vit
sjálvandi eisini royna sum
best at gera okkara ávirkan
galdandi í hesum álvarsmáli.
Kjak
Bergtóra Høgnadóttir
Joensen
Sjúkradagpeningur – eitt alneyðugt fokus
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
At keypa eini hús ella íbúð
er
hjá
flestum
okkara
størsta fíggjarliga íløgan vit
gera í lívinum. Í sendingini
Skannarin hoyrdu vit um
staka mammu, sum var
komin sera illa fyri, tá hon
keypti hús, og um hvussu
átrokandi tað er at fáa
lóggávu, sum skipar keyp og
sølu av fastari ogn.
Rættarhjálpin viðgerð á
hvørjum ári á leið 50 mál, ið
snúgva seg um keyp og sølu
av fastari ogn. Og hetta er
øðiliga nógv, hugsa vit um
avmarkaðu støddina á før
oyska húsamarknaðinum.
Í fjør vár legði Tjóðveldi
saman við Sjálvstýrinum
fram uppskot til samtyktar at
fáa landsstýrið sum skjótast
at smíða og leggja fyri tingið
alla neyðuga lóggávu kring
keyp og sølu av fastari ogn
og húsameklaravirksemi.
Slík lóggáva skal lýsa øll
rættindi og allar skyldur
hjá seljara, og skal soleiðis
verja keyparar, so teir ikki
koma út í slíkar støður, sum
ræðusøguna
vit
hoyrdu
um í Skannaranum. Lógin
skal eisini staðfesta, hvørjar
skyldur liggja á keyparanum
sjálvum.
Følsk trygd
Húsakeyp fara sum kunnugt
í alsamt størri mun fram
ígjøgnum meklarafyritøkur.
Hetta átti at borga fyri størri
brúkaratrygd, men ger tað
ikki vegna væntandi lógar
krøv.
Tvørturímóti
kann
keyparin fáa falska trygd,
eitt nú við at hann fær ta
fatan, at støðulýsing er gjørd
av ognini, hóast lýsingin
bert byggir á upplýsingar
frá
seljaranum
sjálvum.
Slíkar støðulýsingar kunnu
vera verri enn einki. Til ber
vanliga at keypa meira fakliga
grundaðar
støðulýsingar
av ognini, men greið krøv
eru heldur ikki til hesar
støðulýsingar og ógreitt er,
hvør ábyrgd fylgir slíkari.
Við lógini um fastognar
keyp
kann
verða
ásett
krav um trygging. Tað ber
í sær, at seljari hjá einum
tryggingarfelag
stovnar
trygging uppá, at húsini
eru í einum ávísum standi.
Tryggingarfelagið fer tá at
seta ítøkilig krøv til støðu
lýsingarnar. Og sum vit
vístu á í viðmerkingunum til
okkara uppskot, so er keyp
og søla av fastari ogn og
meklaravirksemi væl skipað í
okkara grannalondum. Tí átti
at borið til væl og kvikliga
at smíða líknandi føroyska
lóggávu.
Væl móttikið
Málið fekk eina sera góða
viðgerð
í
Vinnunevndini.
Uttan undantak vístu øll,
sum komu í nevndina á,
at hetta var sera harðliga
tiltrongd lóggáva, og tey
fegnaðust um, at málið var
komið til viðgerðar í Løg
tinginum.
Kortini
valdi
samgongan at fella hetta
andstøðuuppskot. Helst tí
at landsstýrismaðurin segði,
at hann var farin undir slíka
lóggávu og fór at koma við
lógunum sama heyst. Hetta
frøddust vit sjálvandi um,
men eru farin at ótolnast,
nú skjótt eitt ár er runnið.
Vónandi kann tað fokus,
sum Skannarin hevur sett á
málið, fáa ferð á, so lógin lok
sins kemur fyri tingið.
Húsakeyp og væntandi lóggáva