fríggjadagur 18. februar 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. februar 2011 · Nr. 21
6
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Ósemjan í samgonguni um
heilt grundleggjandi spurn
ingar, varð enn einaferð stað
fest á kvøldsetuni, sum Fólka
flokkurin helt í Øravík fyrr í
vikuni.
Í samgonguni hevur nógv
verið um nýskipanir á nógv
um økjum.
Eisini í fiskivinnuni hevur
samgongan tosað um eina
nýskipan og í hesum sam
bandi hevur serliga Jóannes
Eidesgaard, landsstýrismað
ur í fíggjarmálum, tosað um
at samgongan skal áseta til
feingisgjald á fiskivinnuna og
hann hevur nevnt, at vit skulu
hava tilfeingisgjald frá 2012.
Eisini løgmaður hevur
fleiri ferðir tikið orðið til
feingisgjald í sín munn.
Siga nei
Men á kvøldsetuni staðfestu
bæði
Jacob
Vestergaard,
landsstýrismaður í fiskivinnu
málum, og Jørgen Niclasen,
floksformaður, at tilfeingis
gjald er nakað, Fólkaflokkur
in ikki vil vita av.
Teir kalla báðir hetta fyri
eina ótamda trongd eftir at
leggja avgjøld á vinnuna, sum
fer at forkoma fiskivinnuni.
– Verður tilfeingisgjald
og tilfeingisbúð sett á stovn,
fer tað fullkomiliga at sláa
botnin undan fiskivinnuni,
tí tað verður ómøguligt at
tryggja sær atgongd til rá
vørutilfeingi í fleiri ár fram í
tíðina, sum er fortreytin fyri
at rinda íløguna aftur, sigur
Jacob Vestergaard.
– Vit halda, at vinnan skal
hava tryggar karmar at virka
undir og so skal hon fáa frið at
arbeiða, so at hon kann kasta
nakað av sær til samfelagið.
– Og so skal skipini rinda
skatt av einum staðfestum
avlopi, heldur enn at rinda
skatt frammanundan, áðrenn
tey yvirhøvur eru sloppin til
verka.
Tað nýggjasta er, at nú
vil
Javnaðarflokkurin,
at
tey, sum sleppa at fiska
makrelin í ár, skulu rinda til
feingisgjald, sum skal koma
landskassanum, og sostatt
øllum skattaborgarum, til
góðar. Eisini løgmaður hevur
sagt, at hetta er eitt, vit eiga
at umhugsa.
Fáa frið
Jacob Vestergaard staðfesti
eisini, at tað tað var skeivt at
áleggja eitt gjald á summar
vinnur nú í 2011, men tað var
ein neyðsemja, sum flokkurin
hevði góðtikið og tað var so
hóast alt eitt gjald av einum
staðfestum avlopi.
Jørgen Niclasen segði,
at tað var neyðugt, at fiski
vinnan í friði og náðum
sleppur at tillaga seg til fiski
ríkidømi, so at hon fær betri
møguleika at vinna meiri pen
ing, so at hon støðugt kann
útvega sær betri vinnutólk.
Men gloym alt um at
áleggja
fiskivinnuni
eitt
tilfeingisgjald, tí tað tekur
møguleikan at tillaga seg frá
vinnuni.
aki@sosialurin.fo
Torpedera ætlan
um tilfeingisgjald
TILFEINGISGJALD Ósemjan í samgonguni um grundleggjandi viðurskifti varð staðfest
á kvøldsetu hjá Fólkaflokkinum í Øravík
Í 1998 brúkti ein før
oyskur lemmatrolari
49% av inntøkunum til
olju og hýrur. Men síð
ani eru útreiðslurnar
hækkaðar so nógv, at
í fjør brúkti hann heili
85% av inntøkunum til
hýrur og olju.
Hetta nevndi Vi
berg Sørensen, for
maður í Reiðarafelagn
um, sum eitt dømi um,
hvussu hart kroyst
fiskivinann er.
– So kann ein og
hvør gera sær sínar
metingar um, hvussu
útlitini eru, legði hann
afturat.
Hann staðfestir, at
í løtuni eru bara tveir
lemmatrolarar
eftir
í flotanum, teir eru
Suðringur og Brestir.
Allir hinir eru farnir
at partrola, tí oljan er
blivin so dýr.
Tað stóð nógv á, tá ið Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður í fiskivinnumálum, gjørdi av at áseta
føroyingum eina makrelkvotu upp á 15% í fjør.
Tað avdúkaði Viberg Sørensen, formaður í Reiðara
felagnum, á kvøldsetuni hjá Fólkaflokkinum í Øravík.
Hann ásannaði, at stóra ósemja var í vinnuni um hetta
og hann minnist serliga frá tí eina fundinum, at ágang
urin frá vinnuni á landsstýrismannin, var øguligur.
Viberg Sørensen fortaldi, at tá var landsstýrismaðurin
púra einsamallur í parti, tí vinnan vildi ikki bakka hann
upp, tí hon helt, at føroyingar skuldu góðtaka eina
kvotu upp á 5% av makrelinum.
Annars heldur hann, at tað er so nógvur makrelur
undir Føroyum, at vit eiga at áseta okkum eina kvotu
upp á 30% av makrelkvotuni í ár.
– Tað er sjónarmiðið hjá Reiðarafelagnum og tað
tvíhalda vit um, at vit kunnu forsvara.
– Feilurin er, at vit hava altíð sligið okkum til tols
við at fáa 4% 5% av makrelinum, tí vit hava ikki
dugað at fáa nóg nógv burturúr, segði formaðurin í
Reiðarafelagnum.
Ongin helt við Jacobi
Gloym alt um tilfeingisgjald, tí fiskivinnan skal fáa frið at arbeiða, sigur
Fólkaflokkurin, sum enn einaferð staðfestir, at hann vil ikki vita av ætlanini
hjá øðrum pørtum í samgonguni um tilfeingisgjald og tilfeingisbúð
85%
Tað slær botnin
undan fiskivinnuni