fríggjadagur 18. februar 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 18. februar 2011 · Nr. 21
Sosialurin
Handilshøli í SMS til leigu
“Eingir pengar eru eingin forðing, men einki hugskot er ein forðing.”
(- Amerikanski uppfinnarin, Ken Hakuta)
Hevur tú eitt gott handilshugskot, tú kundi hugsað tær
at roynt í verki, er tað kanska tær, vit leita eftir. Eigur tú
eitt gott hugskot, sum tú sjálvur trýrt uppá, og sum tú
eisini dugir at fáa okkum at trúgva uppá, vilja vit fegin
frætta frá tær. Tað skal bara vera væl gjøgnumhugsað,
so tú veitst og kanst greiða okkum frá, hvussu tað kann
gerast veruleiki.
Um tú hevur hugskotið til ein góðan handil, ið kann gera
SMS til eina enn betri handilsmiðstøð, eiga vit hølið at
leiga tær. Talan er um handilshøli, ið er til taks hjá tí, sum
er førur fyri at sannføra okkum um, at talan er um júst
rætta handilin, SMS hevur tørv á at fáa aftrat.
Vit eru opin fyri øllum møguleikum, so meinar tú tað í
álvara og veitst, at títt hugskot er eitt, ið heldur, ert tú
vælkomin at seta teg í samband við okkum. Einki er ov
lítið og einki ov stórt – bara tað er gott!
Áhugaði kunnu ringa til Boga Andreasen, býlingsstjóra
á tel 23 34 30, ella senda ein teldupost til bogi@sms.fo.
Vit gleða okkum at hoyra um títt handilshugskot.
SMS t á Trapputrøðni t 100 Tórshavn t Tel 34 19 00 t sms@sms.fo twww.sms.fo
© 2011 | 1xpetur.com