fríggjadagur 18. februar 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 21 · 18. februar 2011
10
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ innu
inna@sosialurin.fo
GleðiliGt at síggja, at fleiri og fleiri føroyingar
eru farnir at bloGGa. enn er eingin av bloGGunum
komin á listan yvir mest lisnu heimasíður, men fleiri av
bloGGunum eru vælskrivaðir og verða regluliga daGførdir.
Bergljót av Skarði
b-av-s.blogspot.com
Bloggurin hjá Bergljót er so serstakt føroyskur. Føðingardagar, bindiklubbar
og so eitt sindur av kjaki um føroyska málið. nógvar, nógvar myndir,
ið eg ímyndi mær, at vinfólkini hjá henni fara inn at hyggja at.
Dagførdur: Næstan dagliga
Mais:a
www.kvinna.fo
Kvinna hevur fleiri áhugaverdar bloggar. Sniðgevin
á Kvinnu stendur aftan fyri ein tann besta. Við
góðum myndum og skapanargleði vekir hon hugin
til at fara í holt við bæði eitt og annað handaligt.
Einasti feilur er, at hon ikki skrivar oftari.
Dagførdur: 5-10 ferðir um mánaðin
Birk
birkblog.blogspot.com
Birgir Kruse bloggar
um miðlar, mentan og
tónleikalív. Bloggurin er
á føroyskum, og Birgir
skrivar greinir um, hvat
hann meinar og upplivir í
Føroyum og uttanlands.
Dagførdur: Umleið 10-15
ferðir um mánaðin
Turið bloggar
www.turidbloggar.tk
Turið bloggar, tí hon býr í útlegd.
Men eg vóni ikki, at hon gevist tann
dag, hon flytur aftur til Føroya, tí
hennara bloggur er bæði stuttligur
og vælskrivaður. ungdómligur
og persónligur bloggur.
Dagførdur: So at siga dagliga
Gerandisgleðir
ladosleve.blogspot.com
Dorit bloggar um gerandislív og mentan. Hon skrivar á føroyskum og enskum. Væl
skrivað og áhugavert at lesa. Bloggurin inniheldur nógvar og góðar myndir.
Dagførdur: Umleið annan hvønn dag
The Ivy
eivy-johannesen.blogspot.com
Bloggmiðilin er serstakt stórur millum
ungar kvinnur, og tað er hesin bloggur
eitt dømi um – Eivy skrivar um móta og
rák við dømum úr hennara egna lívi.
Dagførdur: Annaðhvønn dag ella oftari
Vil tú hava tín
egna blogg kann tú
fáa tað inni á www.
blogger.com ella á
www.wordpress.com
BLOGGARI
Blív