Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. februar 2011 · Nr. 21 10 Sosialurin Áki Bertholdsen - Hetta minnir mest um tvey, sum verða tvingað at ganga saman í hjúnaband. Hetta skoðsmálið fær ætlanin hjá samgong uni um at nýskipa kommunu-bygn- aðin á fundi í Vágs Býráði. Býráðið hevur viðgjørt ætlanina, men býráðslimir halda, at hon er so ógreið, at málið má lýsast nógv neyvari, áðrenn býráðið kann taka støðu. Ætlanin hjá samgonguni er at leggja kommunurnar saman, so at tær verða færri, men størri og sterkari og samstundis samstundis verður eldraøkið nevnt sum eitt dømi um eitt málsøki, sum skal leggjast undir kommunurnar at umsitast. Men býráðslimir í Vági halda, at tað er alt ov lítið kjøt á enn, tí enn er ógreitt, akkurát, hvat samgongan ætlar og akkurát hvørji máls øki skulu leggjast undir kommunurnar at umsitast. Í skrivi, sum er sent komm ununum staðfestir lands stýriskvinnan í inn- lendis málum, at enda málið er, at kommunurnar skulu vera størri og sterkari. Men býráðslimir í Vági staðfesta, at samstundis er ætlanin at Vestmanna og Kví- vík skulu verða ein komm- una, og Sandoy og Skúvoy í eina kommunu. - Men tær kommunurnar verða ikki størri enn Vágs kommuna er nú og í øllum førum verða tær væl minni enn Suðuroyar syðra helvt. - Hinvegin er ætlanin at Suðuroy kann verða ein kommuna, hóast tað er al- kunnugt, at semja er ikki um tað. Býráðslimir í Vági skilja ikki, hví Suðuroy ikki kann verða tvær kommunur, ella hví Vágur ikki kann vera fyri seg sjálvan, tá ið aðrar kommunur, sum er minni enn tað, verða góðtiknar og verðar mettar at vera nóg sterkar til at átaka sær fleiri uppgávur. - Klára Vestmanna og Kvívík og Klára Sandoy g Skúvoy at umsita eitt málsøki, klárar Vágs Kommuna tað eisini einsamøll, halda bý- ráðs limir í Vági. Tvingsil Í upplegginum, sum Inn- lendis málaráðið hevur sent Vágs Býráði, sigur Annika Olsen, at fólkaatkvøða um málið skal vera í teimum einstøku kommununum. Tær kommunur, sum siga nei, skulu eisini sleppa frá at leggja saman. Men tær verða kortini tving aðar í eitt samstarv við hinar kommunurnar í økj- unum. Tað er enntá ætl anin at staðfesta hetta sam starvið við lóg og har verður eisini ásett við lóg, at komm un- urnar skulu rinda eftir fólka- talinum. Býráðslimir í Vági halda, at hetta er sum at tvinga fólk saman í hjúnaband. Teir sakna eisini eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu tey fíggjarligu viðurskiftini skulu skipast, fáa kommun- ur nar fleiri málsøki at um- sita. Vágbingar vilja ikki tvingast í hjúnaband KOMMUNUSAMANLEGGING Býráðslimir í Vági eru alt annað enn foreintir við ætlanina hjá samgonguni um at leggja kommunur saman Onki avgjørt Annika Olsen sigur í heilt stuttari við merk- ing, at tað, sum er sent kommununum, er ikki nakað endaligt, tí enn eru tey í eini tilgongd. Enn er onki endaliga avgjørt, tí nú bíðar hon eftir, at tey bæði kommunufeløgini siga sína hugsan um málið og so verður arbeitt haðani frá. - Tað, sum vit nú samskifta við tey bæði kommunufeløgini um, er, hvussu vit kunnu tryggja eina fólksliga tilgongd. Ein spurningur í hes um sambandi er um talan skal vera um fólkaatkvøður og, hvussu tær skulu skip- ast. Men hon væntar, at verður fólkaatkvøða, verða kommunurnar fleiri enn tær níggju í tali, sum ætlanin er. Hinvegin er heldur onki endaliga avgjørt um, hvussu samstarv ímillum kommunurnar skal skipast, men hon leggur afturat, at nógv bendir á, at ein komm un una sum Vág, ikki hevur orku til at átaka sær nakrar ser- ligar upp gávur, verða ymisk øki flutt undir kommunurnar at um- sitast. Áki Bertholdsen - Almenn kongsríki skulu leggj ast saman. Tað var ein boðskapur hjá Jørgen Niclasen, formanni Fólka floksins, á kvøldsetu í Øravík fyrr í vikuni. Og hann heldur, at tað er rættast at byrja í toppinum og at leggja aðalráðini sam - an, so at vit fáa eina minni umisiting og færri lands- stýris fólk. Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um at klippa oman av almennu fyri sit ingini og for maðurin í Fólka flokkinum hevur eisini eitt boð upp á, hvussu tað kann gerast. Trý er tað besta Í løtuni eru níggju aðalráð og átta landsstýrisfólk, eftir at Jørgen Niclasen fór frá sum uttanríkisráðharri so at Jacob Vestergaard nú er lands stýrismaður fyri bæði fiskivinnu og uttanríkismál. Men Jørgen Niclasen kundi hugsa sær, at vit fara heilt niður á trý aðalráð og trý landsstýrisfólk, har vit hava ein løgmann, men hann skal eisini vera landsstýrismaður í fíggjarmálum. Harafturat skulu vit hava eitt landsstýrisfólk, sum um situr vinnumál, útflutn- ingsmál og øll onnur málsøki, sum hava við vinnulív og privata búskapin at gera. - Men so skulu vit eisini hava eitt landsstýrisfólk, sum umsitur útreiðslupartin í fíggjarlógini, tað vil siga, tann almenna partin partin av búskapinum. Løgmaður á kassan Kortini ásannar Jørgen Nicla sen, at tað, sum mest verður tosað um nú, er, at vit skulu hava seks aðalráð og seks landsstýrisfólk. Men undir øllum umstøð- um skal skipanin vera so, at løgmaður eisini umsitur fíggjarmál. Hann hevur ikki útgreinað út í æsir, hvussu aðalráðini skulu skipast. - Eg sakni, at tað er betri skil í. Og fyri at bøta um tað, heldur Jørgen Niclasen í hvussu so er, at tann, sum situr í landsins hægsta em- bæti, løgmanssessinum, skal eisini at sita á kassanum. - Sostatt eigur løgmaður eisini at umsita fíggjarmál, tí tað er ígjøgnum tann fíggj- ar liga partin, at tað ordiliga ber til at stýra og samskipa øll ráðini. Hetta er ein skipan, tey hava í Liktinstein, sum er ein pinkutjóð, og í Bretlandi er forsætisráðharrin eisini ovasti myndugleikin yvir fíggj arlógini. Fótur í hosu Annars heldur Jørgen Nicla- sen, at privati parturin av búskapinum eigur at hava tvey landsstýrisfólk. Í hesum sambandi heldur hann, at uttanríkismál og fiskivinnumál passa saman sum fótur í hosu. Men tosa vit um vinnuliga partin av fíggjarlógini, eru skattir og avgjøld ein rætti- liga týðandi partur og sostatt eigur landsstýrisfólki í vinnu málum eisini at umsita skatta- og avgjaldsmál. - Soleiðis tryggja vit best, at vinnan fær hósk andi karmar at virka und ir, sum gevir henni menn ingar møgu- leikar. Hinvegin eiga heilsu- og almannamál at liggja und ir landsstýrisfólkinum í inn- lendismálum, heldur Jørgen Niclasen. aki@sosialurin.fo Løgmaður skal sita á kassanum AÐALRÁÐ Formaðurin í Fólkaflokkinum heldur, at tað er nóg mikið, at landsstýrið er mannað við trimum fólkum, ístaðin fyri við átta fólkum, sum tað eru nú. EINKI fóLKSLIGt Samgongan hevur boðað frá, at broytingin í kommunubygnaðinum skal vera so fólkslig sum gjørligt, men býráðslimir í Vági halda ikki, at tað er serliga fólksligt at tvinga kommunur at samstarva. Myndina tók Erik Christensen Tey, sum ikki vilja sjálvi, skulu tvingast