fríggjadagur 18. februar 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 21 · 18. februar 2011
9
VIKUSKIFTI
5000 føroyingar lata seg onkursvegna ávirka av
vetrinum. Fleiri gerast sera tung í huga, með an
onnur ikki hava eins nógva orku og um summ
arið. Tað eru sera mong, sum ikki eru tilvitað um,
hvussu veturin ávirkar tey, og tað er bæði býtt og
harmiligt, tí viðgerðin er so sára einføld.
Diana í Puntabyrgi hevði ikki nakr an mis tanka
um, at hon leið av vetrar tung lyndi. Tað var av
tilvild, at hon varn aðist tað.
Tað byrjaði við, at dóttur Dianu, Ann, hevði
tað sálarliga ringt. Henni var viðmælt at fara
til ljósviðgerð, og Diana fór við henni út á
sjúkrahúsið til við gerðar. Hon sat saman við
dóttr ini við hesa lampuna í tveir tímar hvørja ferð.
– Tá ein tíð var fráliðin merkti eg, at tað eisini
hjálpti mær. Tað líkasum lætnaði hjá mær.
Tungt at fáa nakað frá
Diana greiðir frá, at hon aldri hevði skoytt tí ein
tanka, at hon kundi líða av vetrartunglyndi.
– Eg helt veturin vera tungan, men eg helt, at
tað átti at vera so, og at øll høvdu tað á sama
hátt.
Diana greiðir frá, at tá heystið kom, tað
myrknaði og gjørdist kaldari, so kendist alt tyngri
og tyngri.
– Mær dámdi best at liggja undir dýnuni. Eg
orkaði ikki at koma upp um morgnarnar, og eg
orkaði ikki at gera nakað. Bara tað, at koma upp
úr seingini og lata meg í, var ein fyritøka. Men eg
beit tennirnar saman, tí eg noyddist jú til arbeiðis.
Hon heldur, at tað ikki er av tilvild, at tað
verður kallað tunglyndi. Tí alt kendist tungt.
– Eg orkaði ikki upp, og eg fór tíð liga í song.
Men allíkavæl kendi eg meg aldri úthvílda, sigur
Diana.
Hevur verið tabuevnið
Tá hon merkti, hvussu stóran mun tað gjørdi at
vera við Ann til ljósviðgerð, fór hon sjálv at leita
sær viðgerð. Men tað var ikki nakað, hon tosaði
hart um.
– Eg tordi ikki at siga fyri fólki, at eg var
til viðgerð fyri vetrartunglyndi. Tað eru jú ein
sálarligur trupulleiki, og tað tosaði man ikki um
tá. Og tað, at tað skuldi vera so loyniligt, gjørdi
tað enn verri. Maðurin visti um mínar trupulleikar,
men eg kundi ikki droymt um at tosað við onnur
um tað.
Nú vil Diana fegin greiða frá síni støðu, tí hon
veit, at tað eru nógv, sum líða av vetrar tunglyndi
uttan at vita av tí. Og viðgerðin er so einføld.
– Summi eru kanska bangin fyri at skula
viðganga, at tey hava vetrar tunglyndi. Men tað
er einki at ræðast. Tað er so einfalt at leita sær
hjálp, og hesar lampurnar fáast í hondkeypi fleiri
staðni.
Diana vísir á, at tað í stóran mun gongur út
yvir tey avvarðandi, tá fólk líða av tunglyndi. Tey
gerast í ring um lag, og orka ikki at gera hús ligt
arbeiði ella at fyrihalda seg til med menniskjuni.
– Hevur tú børn, so kanst tú ikki leggja teg í
songina og siga, at tú ikki orkar. Tað ber ikki til.
Summi stríða seg ígjøgnum dagarnar, men fáa tey
ljósviðgerð, hjálpir tað.
Sang mitt á vetri
Nú hevur Diana fingið sær eina lampu, sum hon
hevur standandi í køkinum alla vetrarhálvuna.
– Eg tendri hana, tá eg fái mær morgunmat,
og tá eg annars siti við borðið. Viðgerðartíðin er
tveir tímar einar tíggju ferðir í eitt tíðarskeið. Tá
eg havi nýtt lampuna í eina tíð, merki eg, at tað
lætnar so líðandi. Tað er ikki so, at eg kann seta
meg eina løtu og fáa eitt »kick«. Tað skulu nakrar
viðgerðir til, og síðani hjálpir tað. Men eg merki
týðiliga, at tað lætnar.
Diana greiðir frá, at ein vetur, tá tað var ser liga
tungt, fór hon út á sjúkrahúsið til viðgerðar.
– Eftir, at eg hevði fingið tríggjar viðgerðir,
fangaði eg meg sjálva í, at eg sang, tá eg kom til
hús. So tað hjálpir rættiliga skjótt.
Diana heldur, at um fólk bara hava ein lítlan
illgruna um, at tey hava vetrartunglyndi, ella um
tey kenna veturin tungan, so eiga tey at leita sær
hjálp.
– Hetta er eitt evnið, sum alt ov lítið verður
tosað um. Tað eru heilt víst nógv fólk, ið kundu
havt tað munandi betri, um bert tey vistu um
hesa einføldu ljósviðgerðina, sigur Diana.
– Alt
kendist
tungt
– Sum heyStinum leið, og tað
gjørd iSt myrkari, kendi eg
meg tyngri og tyngri í huga.
eg hevði onga orku og vildi
helSt bara Sleppa at liggja í
Songini. SoleiðiS greiðir diana
í puntabyrgi frá. hon er ein
av 5000 føroyingum, ið líða av
vetrartunglyndi. SeinaStu árini
hevur hon tó fingið ljóSterapi,
og tað hjálpir henni Sera væl.
9 TEkiN uM VETrArTuNglyNDi
1) Tú orkar einki av tí, tú annars plagar at gera, og sum tær vanliga dámar væl.
2) Tú orkar ikki at vera saman við øðrum.
3) Tú ynskir maka, vinir og familiu langt burtur, tí tú orkar ikki at fyrihalda teg til tey.
4) Tú kanst fáa trupulleikar á arbeiðsplássinum, orkar ikki at taka tær av uppgávum og ert ofta sjúkameldaður.
5) Summi eru kedd, bangin, hava onga lívsgleði og kenna seg vónleys.
6) Tú ert troyttur og hevur onga orku.
7) Tú fert tíðliga í song, men ert allíkavæl ikki úthvíldur næsta dag.
8) Nógv fáa øktan matarlyst, hava hug at eta millum máltíðirnar og munga eftir søtmeti.
9) Tú hevur lítlan og ongan hug til sex.
Fakta:
• Vetrartunglyndi eitur á altjóða máli: Seasonal
Affective Disorder, stytt SAD.
• Eingi tøl eru í Føroyum, men taka vit støði
í donskum tølum og hava tað í huga, at
Føroyar eru norðari enn Danmark, kunnu vit
meta, at eini 10% - ella einir 5000 føroyingar
- líða av tunglyndi og merkja veturin níva.
• Ætlanin at seta eina ljósterapiklinikk á stovn,
sum vónandi verður virkin komandi vetur.
Ætlanin er, at hon skal lata upp í september.
• Ein ljósviðgerð er í grundini ein røð av
viðgerðum, tí tað skulu 10 viðgerðir til. Tað
er týdningarmikið, at tú fært ljós í fimm
fylgjandi dagar, t.d. mánadag til fríggjadag, í
tvær vikur á rað.
• Longri suður tú kemur, minni gerst
trupulleikin av vetrartunglyndi. Við
miðalhavið er trupulleikin ókendur. Hinvegin
veksur trupulleikin, jú longur norð tú
kemur, og í Alaska hava 10% av fólkinum
vetrartunglyndi.
• Kanningar vísa, at fyri tey, sum líða
av tunglyndi og hava aðrar sálarligar
trupulleikar, t.d. depressión, skizofreni ella
psykosur, hjálpir tað eisini at fáa ljós. Hetta
er sostatt ein góð, bílig og einføld viðgerð,
sum ikki gevur nøkur hjáárin.
• Fáa vit ikki viðgerð fyri okkara
vetrartunglyndi, t.d. ljósviðgerð, kann tað
menna seg til veruligt tunglyndi.
OrSØkiN
Tað er evnið melantonin, sum verður framleitt í heilanum, sum ger okkum tung
í huga um veturin. Men fáa vit dagsljós, minkar framleiðslan av melantonini í
heilanum, og vit gerast tí glaðari.
ljósið skal inn ígjøgnum nethinnuna í eygunum og síðani víðari inn í heilan. Tú mást
tí sita við ljósið við eygunum opnum lesa, binda, loysa krossorð ella práta við
onkran. Tað nyttar ikki at tendra lampuna og leggja teg at sova.
mynd: jENS kriSTiAN VANg