Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. februar 2011 · Nr. 21 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tað stóðst ikki so lítið rok burtur úr, at Føroya Arbeiðara felag í vikuni lýsti sam huga verkfall í Føroyum, tá arbeiðarafeløg í Íslandi, sum hava limir á íslendskum fiska mjøl s virkjum, ætlaðu sær í verkfall. Arbeiðarafeløg í Føroyum lýstu sín samhuga, og ætlanin við hesum var, at íslendsk lodnuskip ikki skul­ du landast í Føroyum. Føroya Arbeiðarafelag hevur nógv lima feløg, og millum hesi eru bæði arbeiðsmanna­og arbeiðskvinnufelagið í Fugla­ firði. Men limafeløgini í Fugla­ firði vóru ikki samd við sítt meginfelag um at lýsa sam huga og mæltu tí frá at gera tað. Kortini kom tað onga n tíð har til, at feløgini slup pu at sýta fyri at fara í verk fall, tí eingin dialogur fekst millum lokalfelagið og megin felagið. Ætlaða verkfallið í Íslandi gjørd ist eisini av ongum. Í andglettin Formaðurin í Fuglafjarðar Arbeiðs mannafelag, Óli Johanne sen, kom rættiliga í anglettin, tá forkvinnan í Før oya Arbeiðarafelag, Inge­ borg Vinther, helt fyri, at stig ið hjá fuglfirðingum var ein vanærilig skomm, sum hon málbar seg. Málið kom tó ongan tíð so langt, at hóttanir um útblaking úr FA fuku um oyru ni á nevndarlimunum í arbeiðarafeløgunum í Fuglafirði. Óli Johnanesen hevur sína søgu at siga um, hvus su Fuglafjarðar Arbeiðs manna­ felag upplivdi hesar dagar­ nar, og hann heldur avgjørt ikki, at Føroya Arbeiðarafelag takl aði tingini rætt. Hann sigur, at Ingeborg Vinther setti seg í samband við felagið í Fuglafirði hós­ dag in hin 10. februar og læt tey vita, at FA hevði sent felagnum í Fuglafirði teldu­ post og bað felagið svara post i num skjótast gjørligt. ­ Eg segði, at vit skuldu geva FA eitt svar kvøldið eft­ ir, fríggjakvøldið 11. febru ar. Óli sigur, at hetta var tað fyrsta, sum hendi í hesum roka liga máli. ­ Saman við teldu posti­ num frá FA var eitt skriv, har íslendingar heita á før­ oysk verkafólk um at fara í samhuga við teimum. Í teldu postinum stóð eisini, at skriv ið er sent eftir áheitan frá Ingeborg. Har stóð einki um, at nevndin í FA stóð aftan fyri áheitanina. Vit lósu teldupostin sum ein fyri spurn ing – og als ikki sum eina áheitan, ei heldur sum eitt krav. Í stuttum stóð í skrivinum: ”Hvat siga tit? Eiga vit ikki at stuðla teim­ um við, at bátar ikki sleppa at landa í Fo...” Óli sigur, at hetta var alt, sum stóð í teldupostinum hjá FA. ­ Svarið hjá eini samdari nevnd í Fuglafjarðar Arbeiðs man na felag, sum FA fekk fríggjakvøldið, var, at nevndin ikki var samd, og at teir ikki ætlaðu sær í samhuga við íslendingar. Or søk in er, at íslendingar ikki hava stuðlað okkum, tá okkara limir vóru í verkfalli, legg ur hann aftrat. Undarligar lýsingar Hann sigur, at tað næsta, sum hendir í hesum máli, er, at FA longu sunnudagin lýsir við samhuga – og at Føroya Arbeiðara felag noktar limum sín um at landa íslendsk lodnu skip. ­ Í fyrstu lýsingini hjá FA snúði tað seg um landing av lodnu, men seinni tók megin felagið eisini sild og makr el uppí, tá ið ráddi um Fuglafjørð, soleiðis at bann að varð at landa allan ís lendsk­ an pelagiskan fisk í Fugla­ firði, meðan bara lodna varð bannað í Kollafirði – eftir lýs­ ingini hjá FA. Óli Johannesen sigur seg ivast í, um Føroya Arbeið ara­ felag yvirhøvur hevur lisið teldu postin hjá felagnum í Fuglafirði, áðrenn felagið lýsti samhuga, tá hesin varð send ur fríggjakvøldið. ­ Vit fingu ongantíð svar upp á okkara teldupost, og eing in setti seg í samband við okk um aftur. Tað einasta, vit hoyra, er tað, sum ført verður fram í fjølmiðlunum, leggur hann aftrat. Longu mánadag Formaðurin í Fuglafjarða Arbeiðs mannafelag heldur tað vera eitt mistak av FA, at meginfelagið ikki setti seg í samband við felagið í Fugla­ firði aftur, men bara lýsti við samhuga – eisini vegna feløg­ ini í Fuglafirði. ­ Eg haldi, at hetta var ein vána lig handfaring av einum slík um álvarsmál, sigur Óli. Hann heldur, at tað næsta stóra mistakið, sum Føroya Arbeiðarafelag gjørdi, var at lýsa við samhuga longu frá mána morgni, tá íslendingar annars ikki ætlaðu sær í verk fall fyrr enn í fyrsta lagi týs kvøldið eftir. ­ Á henda hátt vildi FA tvin ga føroysk verkafólk í samhugaverkfall longu, áðr enn verkfallið í Íslandi yvir høvur byrjaði. Hvør var orsøk in til, at føroyingar skuldu í verkfall longu áðr­ enn íslendingar, spyr for­ mað ur in í Fuglafjarðar Arbeiðs man na felag. Var ikki í ÚF Tað, sum kanska serliga irriterar Óla Johannesen er sam bært honum sjálvum, at Ingeborg Vinther hongur hann út fyri at hava sagt ymiskt í útvarpinum hjá Kring varpi Føroya. ­ Útvarpsmaðurin, Sigmar Blá berg, ringdi til mín, tá hetta málið tók seg upp. Eg segði, at eg ætlaði mær ikki at gera samrøðu um málið, tí vit mettu hetta sum eitt innan hýsismál. Sigmar spurdi, hvat vit í Fuglafirði fóru at gera, um íslendsk skip komu á Fuglafjørð. Eg segði, at tað vóru ikki vit, sum høvdu lýst samhuga, men FA, og tí noyddist hann at venda sær hagar. Vit høvdu sum nevnt heldur einki hoyrt frá FA, sum svar upp á tað, ið vit vórðu spurdu um og høvdu svar að uppá. Óli sigur, at hann roknaði við eini sterkari reaktión frá Inge borg Vinther, og hon kom eisini. ­ Hon rópti meg lygnara, hó ast øll onnur vistu, at tað var satt, sum eg hevði sagt. Hetta haldi eg ikki sømir seg ein um fakfelagsleiðara og leiða ra í einum meginfelag. Eingin samhugi Óli Johannesen sigur, at ís­ lend ingar hava ongantíð stuðl að verkafólki í Føroyum við samhuga av týdningi, tó at føroysk arbeiðarafeløg áð ur hava heitt á íslendingar um stuðul. Hann sigur, at í ár 2000 vóru føroysk verkafólk í samhuga við íslendsk verka fólk, og í 2001 vóru íslend ingar í 24 tímar sam­ huga verk falli við føroysk verka fólk. ­ So var tað yvirstaðið, og síðan tá hevur eingin stuðul ver ið at heinta í Íslandi, legg­ ur hann aftrat. Óli vísir á, at í 2003 bóðu føroyingar aftur um sam­ huga í Íslandi, men fyrst bóðu íslendingar um numm­ ar á skipum og nøvn fyri síðan at venda aftur og siga, at tíðarfreistin var ov stutt. ­ Úrslitið var, at føroysk skip tá landaðu eini 30.000­ 40.000 tons har yviri, og før­ oyska arbeiðarafjøldin var vónsvikin. Teir rættu okk um onga hond, men hildu okk­ um bara hen, leggur for mað­ urin í Fuglafjarðar Arbeiðs­ mannafelag aftrat. Diktatorisk leiðsla Honum líkar slett ikki fram­ ferð ina hjá forkvinnuni í megi n felagnum. ­ Vit svaraðu bara ein­ um fyrispurningi, sum varð sendur í telduposti av skrivstovuni hjá FA. Vit vórðu spurdir – og vit svaraðu, men hoyrdu ongan­ tíð nakað aftur uttan hótta­ nir. Vit halda okkum tí ikki at hava gjørt nakað skeivt, og vit sýttu ongantíð fyri at fara í verkfall. Óli Johannesen sigur, at hetta mál bendir á, at Føroya Arbeiðarafelag hevur eina diktat or iska leiðslu, sum hann málber seg. ­ Antin ert tú við – ella ert tú reinur fíggindi, har bes­ ta vápnið tykist vera álop. Vit hava tosað við onnur arbeiðarafeløg, men nógv bend ir á, at tað bara eru feløg ini í Fuglafirði, sum fingu henda fyrispurning frá Føroya Arbeiðarafelag, sigur for maðurin í Fuglafjarðar Arbeiðs mannafelag, sum er sera vónsvikin av hesi fram­ ferð. Antin ert tú vinur ella ert tú fíggindi - Vit svaraðu bara einum fyrispurningi, sum varð sendur í telduposti av skrivstovuni hjá FA. Vit vórðu spurdir – og vit svaraðu, men hoyrdu ongantíð nakað aftur uttan hóttanir. Vit halda okkum tí ikki at hava gjørt nakað skeivt, og vit sýttu ongantíð fyri at fara í verkfall, sigur Óli Johannesen, formaður í Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag Álvarsamt ikki at akta meginfelagið - Hetta er stór ov vanærilig skomm fyri arbeiðarafeløgini í Fuglafirði, segði Ingeborg Vinther, forkvinna í FA, tá rokið stóð upp á Vilmund Jacobsen Tá íslendingar lýstu verk fall, gjørdu Føroya Arbeiðara felag og Havnar Arbeiðs man na­ felag av at nokta limum sín­ um at landa íslendsk skip í Føroyum fyri at vísa sam huga við íslendsku fak feløg unum. Men hóast limafeløgini í Før oya Arbeiðarafelag hava skyl du at fylgja boðunum, kundi Kringvarpið fortelja, at ar beiðarafeløgini í Fuglafirði nokt aðu at akta boðini. Íslendska verkfallið varð kort ini avlýst, og úr Íslandi frætt ist, at manglandi stuðul úr Føroyum er ein orsøk til, at verkfalli varð avlýst. Um sam hugi ikki var í Føroyum, kundu skipini bara sigla á Fugla fjørð at landa. ­ Hetta er ein ræðulig gerð hjá arbeiðarafeløgunum í Fugla firði og ein stór og van­ æru lig skomm fyri tey, stað­ festi Ingeborg Vinther, tá Port­ al urin tosaði við hana. Hon segði, at hetta kann koma føroysku arbeiðara­ rørsluni aftur um brekkur so tað munar, tí tá ið vit ikki stuðla arbeiðarafeløgum í øðr­ um londum, kunnu vit held­ ur ikki vænta, at tey fara at stuðla okkum, skuldu vit lýst eitt verkfall, og eg ivist onga løtu í, at hetta verður dýrt fyri okkum seinni, segði hon við Portalin. Hon legði aftrat, at hetta, sum fuglfirðingar hava gjørt, er heilt ófyrigeviligt. Ingeborg segði, at mót støð­ an í Fuglafirði rættir arbeiðs­ gevarunum eina hond. ­ Tað er álvarsamt, tá lima­ feløg ikki akta boðini frá Føroya Arbeiðarafelag, og eftir lógini kunnu feløgini í Fuglafirði fáa eina átalu, tey kunnu fáa bót, ella í ringasta føri, kunnu tey verða tveitt úr Føroya Arbeiðarafelag. Hon legði aftrat, at Føroya Ar beiðara felag ikki hevur tos­ að um revsitiltøk ímóti fugl­ firði ngum. vilmund@sosialurin.fo