fríggjadagur 18. februar 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 21 · 18. februar 2011
12
VIKUSKIFTI
Hvat fekk teg at velja journalistikkin?
Høvuðsgrundin mundi vera tann, at eg
vaks upp so nær útvarpinum, sum var ein
nýggj ur og spennandi miðil á føroyskum
hondum og á føroyskum máli.
Hvat er størsta upplivilsið sum
ítrótta frásøgumaður, um sigurin á
Eystur ríki ikki verður taldur við?
Ringt at velja. Svimjingin á Álandi í
2009 var eitt bragd og C-HM í hondbólti
í Portugál 1976 eitt annað.
Var tað nakað serligt at varpa út
fótbólt, tá sonurin leikti við?
Tá eg byrjaði, vóru tað javnaldrar ella menn,
sum vóru eldri enn eg, sum spældu. Smátt
um smátt bleiv eg eldri enn spælararnir, og
sambandið við íðkandi miljøið varð minni. Tá
sonurin fór at spæla í 1. deild, fekk eg eitt nýtt
og tætt samband við umhvørvið, og tað gjørdi
sítt til, at eg legði ikki útvarpingina á hillina tá.
Hvussu var at varpa út undir OL í
1972, og hvussu kom hetta í lag?
Nógv spennandi var at síggja og siga frá í
München. Umstøðurnar vóru góðar. Hevði
tú bílagt tær pláss við ein vøll, komst tú til
skorin klæðir hvørja ferð. Men tað var eitt
baks at renna frá eini kapping til aðra hvønn
dag í einar 14 dagar. Vit hildu, at tað var so
sjáldan, at OL kom so nær Føroyum, og tí átti
útvarpið at vera í München í 72. Føroyingar
sóu ikki OL í beinleiðis sjónvarpi tá.
Hvat ger tú, tá
tú slappar av?
Haldi, at mørkini
millum arbeiði,
hobby og
fráspenning eru
kám. Men tá eg
sovi, so sovi eg.
Tú skrivar nógvar bøkur, men
er tú eisini íðin lesari?
Íðin og íðin. Eg lesi, tá eg taki mær stund ir. Plagi at
orientera meg í teimum før oysku bókunum, sum
koma út, og eis ini nakað í útlendskum bókum.
Hví er tú uppi í kommunalpolitikki?
Fyri at gera mun. Havi sitið har í 10 ár.
Haldi, at nógv er komið burturúr. Komm-
un an og hennara stovnar eru munandi
útbygd og dagførd og tænasturnar víðk-
aðar. Tað sæst aftur, at Tórshavnar komm-
una vil nakað fyri sínar borgarar.
Hvørji eru tíni hjártamál í politikki?
Sum nevndarlimur endar tú á ávísum básum,
men tað nýtist ikki at vera ein fullgóð lýsing
av tínum hjartamálum. Áhugamálini hjá
mær eru breið. Havi líka stóran áhuga fyri
til dømis umhvørvismálum og eldramálum
sum fyri mentamálum, býarskipanarmálum
og fíggjarmálum. Tað, sum umræður,
er, at úrslitini tæna heildini væl.
Eiga vit at gevast við at drepa grind?
Tað verður kanska endin. Sigst, at tær ungu
konurnar geva ikki børnunum tvøst og spik
longur og eta tað heldur ikki sjálvar.
Skal tú hava
verið borgar
stjóri, áðrenn tú
leggur politikkin
á hillina?
Har ræður til vild-
in. Skuldi kanska
longu havt verið
í sessinum.
Hvat er títt yndis ferðamál?
Í egnum landi, Reykjavík og Mallorka.
Jógvan arge
Skuldi kanska longu havt
verið borgarstjóri
lagt tIl rættIs: Leo Poulsen
JógVan argE er ímyndin av úTVarpinum og hevur starvast har í mEira enn eitt æTTarLið.
LívsLeiðin kom ikki púra av tiLviLd, og miLLum STørSTu uppLiviLsir innan íTróTTafráSøgn er
SVimJingin á áLandi og CHm í portugaL. og so sLappar Hann mestsum bara av, tá hann SVEVur.