fríggjadagur 18. februar 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. februar 2011 · Nr. 21
16
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
A
nnar
høvuðspersónur
í hesi søgu er maður
hennara Johannes Hansen
f. 22.9 1846 í Álakeri, sonur
Onnu Jensdóttir f. 1812 og
Hans Johannesen (1805-1892),
uppsitara, føddur í Miðvági
og deyður í Havn.
Í 1869 er Johannes komin
í eina serliga og helst eisini
trupla
støðu.
Hann
fær
nevniliga hetta ár barn við
tveimum kvinnum.
Tann fyrra er tann bert 15
ára gamla Sigga Sofía Fred-
rikka Hansen av Argjaboða,
fødd 2.9 og doypt 18.9 1853.
Sigga Sofía fær tann 1.6.
1869 í Kirkjubø ein son, Hans
Sofus Hansen, seinni kallaður
Sofus á Landavegnum. Jo-
hannes tænir í Kirkjubø, so
tað man vera har, tey hava
hitst. Johannes er skrásettur
sum pápi at barninum.
Um Sofus kann sigast,
at hann giftist við Maren
Christine Jacobsen f. 1870 í
Vestmanna. Tey fingu børnini
Poul Jacob, Petur Sigfred,
Hans Christoffur (Doffa),
Anna Henrietta Sofía, Karl
Vilhelm, Johannes Albert,
Poulina Maria og Astrid.
Tann 1. august 1869 fær
Johannes eisini eina dóttir við
Augustu Nicolinu Súsannu,
kallað Gusta, Augustinus-
dóttir f. 26.5. 1844 í Havn. For-
eldrini hjá henni eru Julianna
Maren Olesdatter f. 1818 av
Sandi og Augustinus Samuel-
sen (1812-1891) úr Havn.
Johannes giftist tann 26.
oktober 1870 við Augustu.
Tey búsetast í Kirkjubø
og fáa tilsamans 9 børn.
Tey sjey, sum eru fødd eftir
giftarmálið, eru fødd í Kirkju-
bø. Tað níggjandi er føtt í
Havn, og eru tey tá helst
flutt til Havnar aftur. Í 1886
er Johannes politistur. Á
kendu myndini av politista-
liðnum stendur hann til at
vera úr Kirkjubø. Umframt
hetta stendur hann til at vera
slaktari.
Johannes doyr 14.6 1910,
meðan Gusta doyr 23.9 1919.
Bæði doyggja í Havn og eru
jarðað undir Svínaryggi.
Johannes og Gusta fingu
hesi børnini:
1.
Johanna
Nicolina
Súsanna, ið sum sagt varð
fødd 1.8. 1869. Hon doyði bert
fýra ára gomul tann 8.2. 1874.
2.
Hans
føddur
26.6.
1871, deyður 28.5.1910. Hann
giftist í 1899 í Havnar Kirkju
við Guðrun Margrethu Jóns-
dóttir. Hon var fødd í Seyðis-
firði 2.5.1867 og doyði 5.3.1957.
Hon sat tískil einkja í 47 ár.
Guðrun bleiv til Gynna, og
Jóannes og Jón hjá Gynnu
blivu væl kendur havnar-
menn.
Dóttirin
Gudrun,
Gugga, bleiv gift i Bø.
3. Anna Maria f. 13.8. 1872.
4.
Johanna
Hansina
Helena f. 17.2. 1875.
5. Jens f. 17.12 1876, deyður
2.12.1958, var arbeiðsmaður
og slaktari. Jens hjá Gustu
giftist við Susannu Cathrinu
Niclassen f. 20.11.1878 í Sør-
vági. Tey fingu 9 børn: Poul
Olaf Emil, Johannes, Poul
Sigurd, Ragna, Hans Marius,
Sára
Elisabeth,
Gunnar,
Emma og Hjørleif.
6. Augustinus f. 6.2. 1879,
deyður
24.5.1961).
Hann
giftist við Onnu Margrethu
Henriksen, úr Uppsølum í
Klaksvík, fødd 2.4. 1889. Hon
doyði longu 11.7. 1919, bert 40
ára gomul. Tey hava stein í
kirkjugarðinum. Teirra fýra
børn vóru:
a. Hans Marius Juul f. 25.12
1912. Sum tað sæst er hann
uppkallaður eftir føðingar-
degnum, jóladag.
b. Kirstin Johanna Katrina
f. 22.6. 1914
c. Johanna Augusta f. 31.7.
1915. Uppkallað eftir foreldr-
unum hjá pápanum
d. Andreas f. 5.2. 1917
7. Trond f. 28.9 1881 d.
6.6. 1939. Hann giftist við
Stefaniu Sofíu Hansen (1882-
1974) av Húsum. Tey fingu
sjey børn, har fleiri fingu
Trond til millumnavn.
Børnini vóru: Mia, Malan,
Leivur, Augusta, Sverri, Berg-
tóra og Elinborg.
Sigga Sofía
aftur ein son
Í 1872 fekk Sigga Sofía aftur
ein son. Um hetta skrivar Egon
Hansen í Nólsoyar søgu:
Jacob
Marius
Hansen
var føddur mariumessudag
25.3.1872 í Kirkjubø, d. 18.6
1957.
Marius
var
føddur
uttan fyri hjúnaband, sonur
Sigge Sofie Hansdatter og
»udlagt
barnefader
var
Johannes Hansen, f. 22.9.1846,
af Kirkebø.« Tó varð sagt, at
Marius veruliga var sonur
Poul bónda í Kirkjubø, pápa
Jóannes bónda. Men Egon
sigur, at ættin hjá Marius
metti tey hjá Gustu at vera
teirra næstu skyldfólk.
Foreldur
Siggu
Sofíu
vóru
Hanus
Hansen
f.
11.4.1820 av Kák í Havn og
Sunneva Johannesdatter, úr
Funningsstovu í Havn. Tey
vóru tænastufólk hjá feðgu-
num Peturi og Poul bónda í
Kirkjubø. Tey vóru roknað
sum álitisfólk á garðinum.
Ættarsøga
Í hesum og tveimum kom-
andi pørtum skal verða greitt
frá teirri ættarsøgu hjá Jo-
hannes og Augustu, sum tað
er eydnast at finna fram til.
Fyrst verður greitt frá August-
inus og Onnu Margrethu,
sum »eiga« ein væl hildnan
gravstein í gamla kirkjugarði.
Eiden Müller skrivar í
sínum Minnislýsingum um
tíðina eftir, at pápi hansara
doyði í 1925:
»Vit áttu góð barnaár í
gomlu Havnini, fingu vinir,
frálíkar, í øllum aldursstigum,
spældu við javnaldrarnar í
grannalagnum, úti á Reyni, á
Kongabrúnni og í miðbýnum.
Hesi fyrstu árini sum faðir-
leysir skal eg nevna uttan at
gera mannamun teir báðar
Hans (Habba) og Andreas
(Diaba), synir Agga hjá Gustu,
sum vit spældu saman við
dag og dagliga, hóast at
aldursmunur var, einahelst í
mínum føri. Teir vóru sannir
vinmenn við okkum og húsi
okkara, eins og pápin var, so
leingi hann livdi.«
Birgar Johannesen greiðir
frá, at fyrsta ítróttarfelag
í Havn var fimleikafelagið
Fimur. Tað var sett á stovn
í 1901. Hetta felag hevur
verið íblástur til Havnar Fim-
leikafelag. Fyrst sýning hjá
Fimi var í 1901. Tá liðugt var,
varð Augustinus kosin sum
besti fimleikari. Fyri tað fekk
hann eitt silkiband, sum hann
skuldi hava í varðveitslu til
næstu framsýning.
Johan Norðfoss minnist
Agga sum ein rættan mann,
sum dugdi væl at práta, og
sum kanska eisini kundi
gera av. Tí var hann altíð mið-
punkt, har hann var millum
manna. Hann plagdi at ganga
á fjalli í Hoyvík, og tá ið hann
rópti hoyrdist tað um alla
Havnina.
Agga arbeiddi meginpartin
av sínum arbeiðslívi hjá
DFDS. Hetta kom so at skapa
umrødda vinskap við tey hjá
Müller.
Kona
hansara,
Anna
Margretha, gjørdist bert 30
ár, og hann kom at sita einkju-
maður í meira enn 40 ár.
Gusta er, hóast fødd í 1844, framvegis
kend gjøgnum síni børn
Hóast tað eru 167 ár síðan, at Gusta var fødd og 91 ár, síðani hon doyði, er hon framvegis
ein kend kvinna, sjálvt um vit vita lítið um hana. Men hennara børn vóru nevnd eftir henni,
og tað er framvegis ikki óvanligt at hoyra t.d. Jens ella Agga hjá Gustu nevndar. Vanligt
er annars at nevna fólk eftir pápanum. Men Gusta man hava verið nakað serlig
ANNA MARGRETHA
HANSEN F. HENDRIKSEN
F. 2-4-1889 D. 11-6-1919
AUGUSTINUS HANSEN
F. 6-2-1879 D. 24-5-1961
Johannes í Jekaraliðnum
Fimleikaframsýning í 1901. Á myndini eru: Aftasta rað f.v. Aage Keil, lærari,
Jógvan Waagstein, Jens hjá Gustu og Zacharias hjá Bøkjaranum.
Miðraðið: Sámal Debes, Agga hjá Gusta við silkibandinum, Sigurd Christiansen
og Andreas Lützen. Fremst: Tróndur hjá Gustu og Jákup Pauli Christiansen.
Sum tað sæst eru tríggir av níggju fimleikarum synir Gustu
Í komandi parti um
tvær vikur verða
onnur børn hjá
Johannes og Gustu
umrødd