Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 21 · 18. februar 2011 16 VIKUSKIFTI – Tað er lætt hjá mær, aT finna kvinnur, sum vilja royna samkynda vegin. men aT finna ein maka er ein onnur søga, sigur 24 ára gamla anna djurhuus. hon er samkynd og býr í vági Samkynda anna stór­ trívist í vági IntervIew barbara holm barbara@sosialurin.fo 24 ára gamla vágsgentan Anna Djur­ huus hevur ongantíð verið bangin fyri at standa við sín samleika. Hon smæðist ikki, hóast hon brýtur nógv frá vanliga lívinum hjá ungum før­ oyingum. Hon hevur altíð vitað, hvør hon er, og á ungum aldri greiddi hon familju, vinum og kenningum frá sín­ um seksualiteti. vágur er paradís á jørð Hóast mong helst ivast í, hvussu góðar umstøðurnar hjá samkyndum munnu verða í Føroyum, so er í øllum førum ein samkynd kvinna, sum heldur Før­ oyar verða paradís á jørð. Anna Djurhuus er fødd og upp­ vaksin í Vági, og hon býr har fram­ vegis. Á ung um aldri varnaðist hon, at hon ikki var sum hinar vinkonurnar. Henni dámdi gentur. Meðan hinar vinkonurnar tos aðu um dreingir, so var tað ikki eins áhuga vert fyri hana. Hon helt, at tankin um at mussa eina gentu var spennandi, hóast hon ongantíð hevði roynt tað. Sum 12 ára gomul royndi hon fyri fyrstu ferð at mussa eina gentu, og tá hvarv ivin. – Eg visti beinan vegin, at eg var til gentur. Tað føldist gott og rætt uppá all ar mátar at mussa eina gentu. Men eg var lívsrædd fyri, hvat fólk fóru at siga. Hvat tey fóru at halda um meg. Og um tey, sum eg eru góð við, fóru at góð taka meg, greiður Anna frá. Og ístaðin fyri at greiða sínum nær mastu frá sínum kenslum, valdi hon at tiga tað burtur í vónini um, at kensl urnar fyri gentum fóru at hvørva. – Eg trúði eg kundi ignorera tað, og helt tað tí innan í mær í langa tíð, sigur Anna. sannleikin má fram Árini gingu, men kenslurnar hjá Annu fóru ongan veg. Tær vóru væl fjaldar, men sum ein tikkandi bumba brast Anna, tá ið hon var 14 ára gomul. – Eg mátti siga tað fyri mínum nærmastu. Eg kundi ikki halda tað innan í longur, tí ivin var ikki til staðar. Eg visti, at eg var til gentur, greiður Anna frá. Sum 14 ár greiddi hon vinkonunum og beiggja sínum frá sínum kenslum. Men foreldrini fingu ikki sannleikan at vita, fyrr enn nøkur ár eftir. Mamman, tá ið Anna var 16 ár, og pápin, tá ið Anna var 18 ár. – Eg stúrdi fyri, hvussu mamma og pápi fóru at taka tað. Men tá ið avtornaði stuðlaðu tey mær, sigur Anna. Hóast hon í fleiri ár hevði borið ótta fyri ikki at verða góðtikin, so vísti Eg stúrdi fyri, hvussu mamma og pápi fóru at taka tað. Men tá ið avtornaði stuðlaðu tey mær, sigur Anna Djurhuus mynd: jens kristian vang