Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. februar 2011 · Nr. 21 20 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Tað var longu leygardagin 31. oktober í 2009, at formenninir í fót­ bólts feløgunum av fyrstan tíð komu ásamt um, at øll starvsnevndin í FSF skuldi skiftast út í kjalarvørrinum av málinum um aðalskrivaran, Ísak Mikladal, ið fráfaringaravtala varð gjørd við – eftir boðum frá fel­ øgunum. Á aðalfundinum í 2010 fóru Høgni í Stórustovu, Rúni Heinesen, Magnus á Stongum og Sveinur Tróndarson úr starvsnevndini, og eftir semj uni standa Karl Vidtfeldt, Niclas Davidsen og Niklas á Líðar­ enda fyri tørni á komandi aðalfundi, sum verður næsta leygardag. Hóast bæði B71 og B68 í vikuni eru gingin ímóti semjuni, tí tey hava stillað ávikavist Karl Vidtfeldt og Niclas Davidsen uppaftur, er eingin ivi um, at ein stórur meiriluti av fót bóltsfeløgunum heldur fast við tað, tey avtalaðu upprunaliga. Niklas á Líðarenda er hinvegin ikki uppstillaður. Semjan frá 2009 var aftur á skránni, tá formenninir hittust til fundar fyrst í desember, og enn eina ferð tóku feløgini undir við, at haldast skuldi fast útskiftingina í starvsnevndini. Tí er heldur eingin ivi um, at Jógvan Páll Joensen, Trygvi Mortensen og Heðin D. Poulsen, sum eru stillaðir upp í tráð við semj una, verða valdir. – Semjan var upprunaliga ein neyðloysn, sum øll feløgini tá tóku undir við, og eg ivist onga løtu í, at hon heldur. Tað skylda vit eisini teimum, ið longu eru farnir úr starvs nevndini, sigur formaðurin í Víkingi, Páll Gregersen, sum av mong um verður sæddur sum eitt slag av tals manni fyri fótbólts fel­ øgini. – Hetta snýr seg ikki um per­ sónar, tí talan er um menn, ið hava brúkt nógva tíð og orku upp á fót­ bóltin og hava tænt fyri seg. Men skulu vit koma víðari, mugu vit liva við hesi neyðsemjuni, sum merkir, at øll tann gamla starvsnevndin verð ur skift út. Formenninir í fótbóltsfeløgunum hava ein fund beint undan aðal­ fundinum næsta leygardag, og lítið er at ivast í, at tá verður enn eina ferð mint á semjuna, so feløgini nú gera arbeiðið liðugt – um teimum dámar tað ella ei… Feløgini skifta út í FSF Fótbóltur Hóast tvey feløg hava stillað tveir av gomlu starvsnevndarlimunum uppaftur, heldur stóri meirilutin av feløgunum fast við, at tríggir nýggir nevndarlimir verða valdir á aðalfundinum um eina viku YVIr OG FArIÐ Gamla starvsnevndin í Fótbóltssambandinum. Fýra limir fóru úr nevndini fyri einum ári síðani, og á aðalfundinum næsta leygardag standa teir síðstu tríggir fyri tørni Mynd: Álvur Haraldsen Hilmar Jan Hansen Í annaðkvøld klokkan 18, før oyska tíð, skulu Eyðun L. Samuelsen og Andreas F. Hansen, í eldin sum dóm arar í eini av áttanda parts­ final unum í EHF Cup­kappingini hjá monn um. Dysturin er millum týska TBV Lemgo og turkiska Besiktas JK, og verður spældur í Lipperlandhalle í Lemgo, miðskeiðis millum Hann­ over og Dortmund. TBV Lemgo vann EHF Cup­kappingina síðsta kapp ingarár, so hetta er ein dystur, har nógv stendur upp á spæl. Altjóða uppgávurnar hjá Eyðuni og Andreasi hava annars verið nógvar í vetur, tí dysturin leygar­ kvøld ið er teirra sjeyndi hetta kapp­ ingar árið. Umframt seks dystir í europeisku kappingunum fyri feløg, hava teir dømt ein landsdyst. Eyðun og Andreas døma í Týsklandi HOndbóltur Boð eru ofta eftir føroysku altjóða hondbólts dómarunum, sum í annaðkvøld døma sjeynda altjóða dystin hetta kappingarárið nóGV EFtIrSPurdIr Altjóða hondbóltsdómararnir, Eyðun L. Samuelsen og Andreas F. Hansen, døma í annaðkvøld sjeynda altjóða dystin hetta kappingarárið Mynd: Álvur Haraldsen Atlantic Airways Deildin Menn nr. Lið Dystir Vunnin máL tapt máL munur stig 1 Neistin 17 602 460 142 33 2 KÍF 17 478 445 33 22 3 Kyndil 18 467 465 2 19 4 VÍF 17 471 436 35 17 5 H71 17 461 456 5 16 6 StÍF 17 437 448 -11 11 7 Team Klaksvík 17 400 606 -206 2 Sunset Deildin Kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin máL tapt máL munur stig 1 Stjørnan 17 487 397 90 28 2 Tjaldur 17 482 403 79 26 3 Neistin 16 437 367 70 24 4 VB 17 424 418 6 18 5 Kyndil 18 417 434 -17 14 6 VÍF 17 383 466 -83 7 7 StÍF 16 306 451 -145 1 Hilmar Jan Hansen Mest áhugaverdi dysturin í hondbóltskappingini um viku­ skiftið er dysturin í Klaksvík sunnudagin millum Stjørnuna og Neistan í Sunset­kappingini. Stjørnan er tvey stig framman fyri Tjaldur og fýra framman fyri Neistan, sum tó hevur spælt ein dyst færri. Megnar Stjørnan at reisa seg eftir finalutapið fyri Tjaldri fyri viku síðani, er liðið sera væl fyri í oddastríðnum, men megnar Neistin hinvegin at vinna henda dystin og útsetta dystin ímóti StÍF í Havn hós­ kvøldið, er væl hugsandi at tey trý bestu kvinnuliðini tá liggja lið um lið. Tjaldur, sum vann steypa­ finaluna, spælir á útivølli ímóti VÍF, og VB, sum hevur spælt væl í síðstuni, tekur á heima­ vølli ímóti StÍF. Kyndil hevur frí um vikuskiftið. Hjá monnunum eru sjey umfør eftir, og her kann KÍF taka enn eitt fet ímóti FM­ final uni, nú StÍF kemur á vitjan í Kollafirði í morgin, um koll firðingar klára at reisa seg eftir sítt finalutap fyri odda­ liðnum, Neistanum, ið skal til Klaks víkar at spæla ímóti Team Klaksvík. Kyndil, sum er á triðja plássi og trý stig aftan fyri KÍF, hevur frí um vikuskiftið, og VÍF, sum er nummar fýra og fimm stig aftan fyri KÍF, tekur á heima­ vølli ímóti H71, sum er eitt stig aftan fyri VÍF. tÝÐAndI tOPPdYStur Dysturin í Klaksvík sunnudagin millum Stjørnuna og Neistan hevur stóran týdning fyri oddastríðið í hjá kvinnunum Mynd: Álvur Haraldsen Toppdystur í Klaksvík HOndbóltur Hjá kvinnunum skal Stjørnan reisa seg eftir steypa­ finalutapið, tá Neistin vitjar sunnu­ dagin, og hjá monnunum kann KÍF koma eitt fet nærri FM­finaluni