fríggjadagur 18. februar 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 21 · 18. februar 2011
20
VIKUSKIFTI
Tann 4. mars í ár eru liðin 150 ár, síðan abraham LincoLn varð svorin í eið sum
forseti í Usa. Hann var forseTi Til 14. apríL í 1865, Tá Hann varð skotin í einum
sjónLeikarahúsi. lincoln var ímóTi træLahaLdinUm í suðursTaTunum, og Tá
Hann Hevði vUnnið forseTavalið í 1860, loysTu fleiri sUðUrstatir frá resTini
av Usa, og borgarakríggj brasT á. norðUrstatirnir vunnu blóðuga kríggið, og
LincoLn fekk ærUna av aT Hava savnað usa í landsins svárastU royndarsTund
Bjargaði
amerika
og bøtti
við lívinum
Søga
Uni arge
ua@sosialurin.fo
Tosa amerikanarar um stórar forsetar,
nevna teir ofta George Washington, ið
var fyrsti forsetin í USA, Franklin D.
Roosevelt, sum stýrdi USA gjøgnum
stóru búskaparkreppuna í 1930'unum,
og so Abraham Lincoln, ið var forseti
frá 1861 til 1865. Mong meta Lincoln
sum tann mætasta forsetan av øllum,
tí tann avbjóðing, hann hevði í síni
for seta tíð, kundi ikki samanberast við
avbjóð ingarnar hjá nøkrum øðrum
forseta. USA syndraðist í 1861 í tvey
sam veldisríkir, United States of America
og Confederate States of America, og
leingi var líkt til, at sundurbýtingin fór
at ger ast varandi.
Miðdepil í stríðnum millum norður
og suður vóru mongu trælirnir í suður
statunum, ið upprunaliga vóru komnir
úr Afrika. Suðurstatirnir hildu seg hava
fullan rætt til at hava trælir, og reto
rikk urin um teir var so rasistiskur, at
í dag høvdu fólk gapað av undran um
so niðrandi útsagnir. Sonevndir hug
sjónar menn søgdu, at svørt fólk vóru
undir menn iskju, og at hetta kundi
ávísast lívfrøðiliga. Suðurstatsfólk
ivaðust heldur ikki í, at trælirnir ætlaðu
at gera upp reistur, loypa á viðkvæmar
hvítar kvinnur og taka breyðið úr
munn inum á hvíta fólkinum.
Í 1860 vóru fýra milliónir afro
ameri kanarar í suðurstatunum, og 3,8
milliónir vóru trælir. Tey hvítu vóru
átta milliónir í tali. Í norðurstatunum
búðu 18 milliónir fólk, harav bara
250.000 vóru afro amerikanarar. Spurn
ing urin um trælahald hevði leingi
verið eitt stríðsmál í landinum. George
Washington hevði trælir sum so mong,
men segði longu í 1770'unum, at træla
haldið skuldi verið avtikið. Hann segði
hetta bara ikki so hart, tí hann vildi
ikki syndra tjóðina, sum í 1776 hevði
tikið loysing frá Onglandi. Í 1820'unum
tók trælahaldið so rættiliga dik á seg.
Afro amerikanarar vórðu hildnir at vera
sorg leys børn, sum ikki kundu ráða sær
sjálv um, og tí dugdu teir ikki annað enn
at vera trælir, hildu mong.
Loysa frá USA
Abraham Lincoln, ið varð føddur í
eini træsmáttu í 1809 í Kentucky, var
ímóti trælahaldi. Undir einum valdysti
í 1858 høvdu suðurstatsfólk ført fram,
at trælirnir í roynd og veru vildu vera
trælir, so teir kundu hava arbeiði og fáa
ein góðan aldurdóm hjá teimum hvítu.
Lincoln svaraði tá turrisliga, at hann
hevði ongantíð hoyrt um ein træl, ið
var vorðin trælur av fríum vilja fyri
at fáa fyri munir av ófrælsi. Munur var
á, hvussu trælirnir vórðu viðfarnir.
Summ ir vórðu viðfarnir sámiliga. Men
nógvir vórðu pískaðir, búðu í vána lig
um smáttum og fingu ringan mat og
gjørdust tí ofta sjúkir.
Á sumri í 1860 útnevndu
republikanararnir á floksfundi í
Chicago Abraham Lincoln sum teirra
for seta valevni. Hann varð valdur sum
semju loysn millum tveir aðrar. Í suður
statunum vistu fólk lítið og onki um
sjálvlærda sakføraran úr Kentucky.
Hetta gav mótstøðumonnum hansara
høvi til at uppfinna alskyns ósannar
ræðu søgur um, hvat hann veruliga
ætlaði, um hann gjørdist forseti.
Lincoln fór at sleppa øllum trælum
leys um í stundini, varð sagt. Hetta
vildu suður stat ir nir ikki, og tá Lincoln
hevði vunn ið forseta valið, gjørdu fleiri
statir har suð uri ikki mætari enn at taka
loys ing frá USA.
Teir fyrstu statirnir, ið loystu, vóru
South Carolina, Mississippi, Alabama,
Georgia, Florida, Lousiana og Texas.
Teir stovnaðu í februar 1861 samveldið
Confederate States of America, CSA.
Síðan komu eisini Arkansas, North
Carolina, Tennessee og Virginia uppí.
Nýggja samveldið fekk sær egnan
forseta, Jefferson Davis, og fór eisini
undir at skipa sær egnan her. Hvørki
sunnan fyri ella norðanfyri ímyndaði
nakar sær kortini, at kríggj skuldi
bresta á, og suðurstatirnir vóru full vísir
í, at norður statirnir fyrsta dagin fóru at
viður kenna sjálvstøðuna hjá CSA.
Men teir fóru skeivir, og teir undir
mettu fullkomiliga viljastyrkina hjá
Abraham Lincoln, ið var vanur at stríð
ast hart fyri síni søk. Norðurstatirnir
hildu í fyrstani, at suðurstatirnir bara
lótu sum um, at teir loystu, so teir
kundu sleppa at hava sínar trælir í friði.
Teir høvdu fyrr hótt við at fara úr USA.
Men ein mánað eftir, at Lincoln hevði
tikið við for setasessinum, í apríl 1861,
fóru suðurstatsmenn at skjóta eftir
Fort Sumter hjá samveldisherinum, og
Lincoln kunngjørdi, at uppreistur var í
land inum. Hann sendi boð eftir 75.000
monn um at basa ófriðinum, og fleiri
bar dagar brustu á.
Røðan í Gettysburg
Erling Bjøl skrivar í bókini »USA's
historie,« at tað var lagnunnar spei
semi, at teir bestu herovastirnir í kríg
num bardust við suðurstatunum fyri
eini skitnari sak, meðan Abraham
Lincoln, ið vildi avtaka trælahaldið og
savna USA, mátti finna seg í, at flestu
her ovastarnir hjá norðurstatunum vóru
full komiliga ódugnaligir. Hvørja ferð
teir ikki loystu sína uppgávu á nøkt
andi hátt, sendi Lincoln teir til hús, og
ikki fyrr enn hann gav Ulysses S. Grant
ábyrgdina av herinum hjá norður stat
unum í 1864, kom skil í. Í fleiri bar
døgum stríddist hann við besta her ov
astan hjá suðurstatunum, Robert E. Lee,
sum hann at enda vann á.
Ein tann kendasti bardagin í ameri
kanska borgarakrígnum var bardagin
við Gettysburg á sumri í 1863, har
norður statirnir vunnu. Hesin bardagin
verður ofta mettur at vera bardagin,
ið vendi krígnum til fyrimunar fyri
norður stat irnar. Tilsamans 46.000
mans fullu í bar daganum. Líkini í
Keldur: USa'S hiStorie, erling Bjøl, Wikipedia o.a.