Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 18. februar 2011 · Nr. 21 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Skulu vit trúgva liðformonnunum, so vil hvørki av liðunum vera favo­ rittur í kvinnufinaluni, hóast SÍ er í finaluni fjórða árið á rað og hevur vunnið tvær tær síðstu, og Mjølnir er fremst í landskappingini og hev­ ur havt takið á SÍ í vetur: – Vit eru ikki favorittar upp á nakran máta, tí Mjølnir hevur vunn ið á okkum tríggjar ferðir hetta kapp ingarárið, sigur Karin Mikkelsen í SÍ. – Vit halda ikki, at vit eru favo­ rittar, tí SÍ hevur roynt hetta so ofta, og bert fáar á okkara liði hava yvir høvur verið í einari finalu fyrr, sigur Eina S. Kalsø í Mjølni. Trúgva upp á tað Hyggja vit at hagtølunum, kann SÍ vinna finaluna triðja árið á rað, og helst vilja sørvágskvinnur leggja nógv fyri, tí tær fyribils síggja út til at vera yvirhálaðar av bæði Mjølni og Fleyr í Eik­liguni. – Hjá okkum snýr tað seg um at spæla og hava tað stuttligt. Vit trúgva sjálvandi upp á tað, og hóast tað skilst á øllum brøgdum, at verri enn so øll vænta tað stóra av okkum, kunnu vit vinna, sigur Karin Mikkelsen, ið vónar, at sør­ vingar koma fjølmentir til Havnar at stuðla liðnum. – Tað hevur gingið eitt sindur so sum so og vit hava manglað tað, vit eru mest kendar fyri, nevniliga spæligleðina. Men nú gongur aftur betur, so tí fara vit á vøllin við positivum hugburði. Spentar til finaluna Mjølnir hevur ikki verið í finaluni síðstu fimm árini, men hevur í løtuni eitt sterkt lið við spælarum, ið mestsum allir kunnu avgera bólt­ arnar. At flestu av spælarunum ongantíð fyrr hava spælt í steypa­ finaluni, heldur Eina ikki hava so nógv at siga: – Sjálv sat eg á bonkinum, tá Mjølnir var í finaluni í 2005, og bara fáar á liðnum hava roynt hetta fyrr. Men fyri tað eru vit ikki nervøsar, men heldur spentar, tí vit halda okkum hava ein ordiliga góðan kjans, sjálvt um tað kann fara báðar veg ir, sigur Eina S. Kalsø. – SÍ hóskar væl til okkum, tí spæl ararnir eru ikki so høgir, og tí er blokk urin ikki so góður, men hinvegin eru tær í SÍ sterkar á gólv inum. Vit vænta at fáa nógvar stuðlar við okkum, tí í síðstuni hava vit havt væl fleiri áskoðarar enn vanligt. hilmarjan@sosialurin.fo Hvørki vil vera favorittur Kvinnu­ flog bóltur Kvinnufinalan millum SÍ og Mjølnir stendur eftir øllum at døma púra opin, tí hvørki liðið vil hava favoritt- spjaldrið sett á seg, nú steypaheiðurin stendur upp á spæl PÚrA oPiÐ Í vetur hevur Mjølnir havt gott tak á SÍ, men í einari finalu kann alt henda. Mjølnir er besta liðið í Eik-liguni í løtuni, men hinvegin hava spælararnir hjá SÍ fleiri finaluroyndir Mynd: Álvur Haraldsen Steypafinalur hjá kvinnum 2000 - 2010 Ár Lið ÚrSLit SettÚrSLit 2000 Mjølnir-Dráttur 2-0 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .(21-16, 21-16) (21-18, 24-22) *) 2001 Mjølnir-Dráttur 3-2 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 17-25, 17-25, 25-23, 25-15, 19-17 2002 TB-Mjølnir 3-1 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .25-18, 25-23, 13-25, 25-22 2003 TB-ÍF 3-1 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .25-17, 24-26, 27-25, 25-20 2004 TB-Dráttur 3-1 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .25-11, 20-25, 25-16, 25-19 2005 Mjølnir-TB 3-1 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .25-20, 25-21, 13-25, 25-19 2006 TB-ÍF 3-1 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .32-30, 25-19, 23-25, 25-16 2007 Dráttur-KÍF 3-2 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 19-25, 25-19, 21-25, 25-08, 15-13 2008 ÍF-SÍ 3-0 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .25-12, 25-17, 25-21 2009 SÍ-Fleyr 3-1 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .25-19, 25-21, 22-25, 30-28 2010 SÍ-Dráttur 3-2 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 22-25, 25-15, 21-25, 25-17, 15-9 *) Í 2000 var spælt eftir Nordic Score-skipanini Hilmar Jan Hansen Hagtølini frá undanfarnum árum peika ymsar vegir, nú ÍF og Mjølnir møtast í steypafinaluni. ÍF hevur vunnið greipuna tríggjar ferðir, í 2001, 2003 og 2009, men hinvegin vann Mjølnir bæði í 2007 og 2006 steypafinaluna á ávikavist ÍF og Fleyr, ið blivu meistarar tey árini. Á báðum liðum eru spælarar, sum eru vanir við steypafinalur, tí Mjølnir var í finaluni í fjør og í 2008, og ÍF var í finaluni í fyrraárið og 2007. Hetta er áttanda finalan hjá Mjølni, sum tríggjar ferðir hevur verið steypavinnari, og ÍF, sum er við fyri sjeyndu ferð, hevur vunnið finaluna fýra ferðir. Nógv jøvn sett – Vit sleppa neyvan undan at roknast sum stórfavorittar, og tí renna vit heldur ikki undan. Men hetta er ein finala, har alt kann enda, sigur Rúni Weihe, liðformaður hjá odda liðnum, ÍF, sum í Eik­liguni er heili sjey stig framman fyri Mjølnir, ið er sterkasti avbjóðarin. Sunnudagin máttu fimm sett til í landskappingardystinum teirra mill um, áðrenn ÍF hevði vunnið, og í vetur hava settúrslit sum 31­29, 30­ 28, 29­27 og 28­26 verið at sæð mill­ um ÍF og Mjølnir, men kortini hevur ÍF vunnið hvørja ferð. – Vit hava virðing fyri klaks­ víkingum, men ræðast teir ikki. Í allan vetur hava vit havt takið á Mjølni, og gera vit, sum vit hava gjørt, eiga vit at vinna, sigur Rúni, ið saman við liðfeløgunum bara ta einu ferðina hevur tapt fyri Mjølni. Tað var í innleiðandi umfarinum í Fleyr­kappingini, har ÍF ikki kom víðari, men Mjølnir endaði sum vinnari. Sær ljóst upp á tað At bara tveir bóltar hava verið á muni millum ÍF og Mjølnir í sjey av teimum 19 settunum, liðini hava spælt ímóti hvørjumøðrum í vetur, vil liðformaðurin hjá Mjølni fegin brúka til egnan fyrimun: – Sjálvt um vit hava tapt dyst­ irnar, haldi eg, at vit hava rímiliga gott tak á teimum. Teir hava verið sera støðugir í vetur, men um vit kunnu taka tað besta frá undan­ farnu dystunum við okkum inn á vøllin, síggi eg avgjørt ljóst upp á tað, sigur Thorvald Danielsen. – Satt at siga, so haldi eg slett ikki, at ÍF er so nógv betri enn vit. Sunnu dagin skuldu vit havt koppað teimum, men gjørdu tað ikki, so kanska vit nú gera tað í steypa­ finaluni í staðin. hilmarjan@sosialurin.fo Oddalið og avbjóðari møtast MAnsflogbóltur Hóast ÍF hevur verið eina ráðandi í lands kappingini, hava fleiri jøvn og spennandi sett verið ímóti Mjølni, so steypafinalan kann saktans gerast meira spennandi enn stigatalvan Steypafinalur hjá monnum 2000 - 2010 Ár Lið ÚrSLit SettÚrSLit 2000 Mjølnir-Fleyr 2-1 . . . . . . . . . . .(21-17, 15-21, 7-2) (16-21, 20-22) (15-10) *) 2001 ÍF-Mjølnir 3-0 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .25-17, 25-20, 25-15 2002 SÍ-ÍF 3-0 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .25-15, 26-24, 25-14 2003 ÍF-SÍ 3-2 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 25-21, 23-25, 25-16, 21-25, 15-13 2004 ÍF-SÍ 3-0 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .25-17, 25-22, 25-20 2005 SÍ-Mjølnir 3-0 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .25-18, 25-18, 25-23 2006 Mjølnir-Fleyr 3-0 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .25-22, 26-24, 25-23 2007 Mjølnir-ÍF 3-0 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .25-16, 25-21, 25-15 2008 SÍ-Mjølnir 3-1 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .26-24, 25-13, 18-25, 26-24 2009 ÍF-SÍ 3-1 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .25-22, 21-25, 25-17, 25-19 2010 SÍ-Mjølnir 3-1 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .25-23, 25-19, 18-25, 25-19 *) Í 2000 var spælt eftir Nordic Score-skipanini sPEnnAnDi sEtt ÍF hevur vunnið á Mjølni fimm ferðir í vetur, men nógv av settunum hava verið jøvn og spennandi Mynd: Álvur Haraldsen Steypafinalur, vaksin 19/02 13.30 SÍ-Mjølnir (kvinnur) 19/02 15.30 ÍF-Mjølnir (menn) Steypafinalur, yngru 20/02 13.00 TB-KÍF (gentur 16) 20/02 14.15 SÍ-TB (dreingir 16) 20/02 15.30 Mjølnir/ÍF-TB (kv.ungl.) 20/02 16.45 TBa/Fleyr-TBb/Fleyr (m.u.) 20/02 18.00 SÍ-Ternan (dreingir 14) 20/02 19.15 Ternan-Fleyr (gentur 14) Sunset-kappingin 20/02 14.30 VÍF-Tjaldur 20/02 15.00 Stjørnan-Neistin 20/02 15.00 VB-StÍF Atlantic Airways-kappingin 19/02 17.00 KÍF-StÍF 19/02 17.00 Team Klaksvík-Neistin 20/02 16.00 VÍF-H71 Ítróttur um vikuskiftið