Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 21 · 18. februar 2011 21 VIKUSKIFTI bláum og gráum uni formum flutu um allar geilar. Fýra mánaðir seinni varð kirkjugarður vígdur í Gettysburg, har Abraham Lincoln helt røðu. Í røðuni setti hann orð á, hvat USA var, og hvat borgarakríggið snúði seg um. Hann nevndi millum annað teir, sum grund­ løgdu USA, og hvør ætlan teirra hevði verið: »Á hesum meginlandinum skaptu okkara forfedrar eina nýggja tjóð, fødd í frælsi og bygd á ta sannføring, at øll fólk eru fødd eins. Nú eru vit drigin inn í eitt borgarakríggj, sum er royndin, ið skal vísa, um hendan tjóðin og um nøkur tjóð bygd á hesa sannføring kann yvirliva leingi. Latið okkum frá teimum falnu fáa ein styrktan vilja, so vit hátíðarliga gera av, at teir skulu ikki vera falnir til fánýtis, men at hendan tjóð við Guðs vilja skal endurføðast, og at ein stjórn av fólkinum, við fólkinum og fyri fólkið skal ikki hvørva av hesi fold,« segði Lincoln í røðuni, sum bara var 272 orð til longdar og vardi í tveir minuttir. Við hesum fáu, men væl valdu orð­ um var hann farin í søguna sum ein tjóðarinnar faðir, kanska ikki størri enn George Washington, Thomas Jefferson og Benjamin Franklin, men heldur ikki minni, og tann 4. mars í 1865 varð hann svorin í eið sum forseti á øðrum sinni. Veturin 1864 og 1865 var herurin hjá CSA mestsum í upploysn, og tann 9. apríl í 1865 gav Robert E. Lee seg yvir, tá hann og Ulysses S. Grant hittust í rættar bygninginum í Appomatox. Bara 8.000 mans hevði Lee eftir tá. Grant var stórsinnaður og tók ikki so frægt sum vápn ini frá yvirmonnunum hjá Lee, og menn hansara fingu hestarnar við sær. Brádliga skotin Abraham Lincoln hevði við hesum vunn ið tann fullkomna sigurin, men lagnan var hørð við hann, tí bara fimm dagar eftir, at suðurstatirnir høvdu givið seg yvir, mátti hann bøta við lívinum fyri sigurin. Í Ford sjón­ leikara húsinum í Washington 14. apríl var lívverji hansara óansin og ikki staddur við forsetans lið, tá ein av sjón­ leik arunum, John Wilkes Booth, trein inn á balkongina, har Lincoln og kona hansara sótu. Booth peiggjaði við skot­ vápn inum eftir nakkanum á Lincoln og skeyt. Forsetin sakk saman. Síðan leyp Booth av balkongini niður á pallin og segði: »Soleiðis gongst tyrannum!« So hvarv hann. John Wilkes Booth og tveir aðrir, sum hann hevði fyrireikað drápið saman við, vórðu seinni funnir. Booth varð skotin, og hinir báðir vórðu hongdir. Ætlan teirra hevði verið at myrða bæði forsetan, uttanríkisráðharran og vara­ forsetan, so landið skuldi enda í eini stjórnarkreppu, tí grundlógin tók ikki hædd fyri, at øll tann ovasta leiðslan gjørdist óvirkin í senn. Tann ætlanin mis eydnaðist. Uttanríkisráðharrin varð stungin við knívi, men yvirlivdi, og vara forsetin, Andrew Johnson, varð ongan tíð álopin, tí hann, ið skuldi loypa á, drakk seg fullan. Andrew Johnson tók við forsetaembætinum 15. apríl í 1865, tá Lincoln doyði av sínum løstum. Amerikanarar vóru fullkomiliga skelk aðir av morðinum, tí ongantíð áður var eitt politiskt morð framt í USA. Uttan ríkisráðharrin í stjórnini hjá Lincoln hevði stutt frammanundan sagt á stjórnar fundi, at morð var ikki partur av politisku siðvenjuni í USA, og nakað sovorðið mátti heldur ongantíð gerast vanligt í politiska lívinum. Nú sóu fleiri hundraðtúsund amerikanarar kistuna við for setanum verða koyrda eftir Pennsylvania Avenue í Washington við svørt um hermonnum fremst í fylginum og haðani við sertoki gjøgnum fleiri stat ir og býir til Illinois. Kríggið var vunn ið, men forsetin var fallin. Kanska tann størsti Á ongan hátt stóð skrivað í sól og mána, at drongurin, sum varð føddur í træ smáttuni í Kentucky í 1809, skuldi ger ast forseti. Foreldrini vóru fátøk, og Lincoln hevði stríðst og strevast fyri at gerast sakførari. Hann royndi seg eis­ ini sum handilsmann, men við lítlari eydnu. Persónligu eginleikarnar hevði hann tó góðar og mangar. Hann var vilja sterkur og úthaldin, sjálvt í ring­ asta mótburði. Heiðurligur var hann sum fáur. Meðan onnur flýddu und an skuld, arbeiddi hann fyri at rinda sína aftur. Hann bar ikki agg, hevði bein­ raknan humor og dugdi at røða sum fáur. Haraftrat las hann nógv, m.a. Shake speare, og fekk á tann hátt gott tamar hald á enska málinum. Spurnartekn er ongantíð í 150 ár sett við týdningin, Abraham Lincoln hevði fyri USA. Beinanvegin eftir morð ið gjørdist hann eitt stórmenni í ameri­ kansk ari støðu. Hann fekk æruna av at hava savnað USA og loyst milliónir av kúg aðum menniskjum úr leinkjum. Søgu frøðingar og stjórnmálafrøðingar útnevndu hann í 2004 at vera besta forsetan av øllum í USA, meðan løg­ frøð ingar góvu honum annað plássið eftir George Washington. Hann hevur heiðurs pláss á óteljandi støðum, m.a. í Lincoln Memorial í Washington. Føðingar dagur hansara, 12. februar, er eisini frídagur í 10 amerikonskum statum. Abraham Lincoln verður svorin í eið sum forseti á øðrum sinni 4. mars í 1865. Fimm vikur seinni varð hann myrdur