fríggjadagur 18. februar 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 21 · 18. februar 2011
2
VIKUSKIFTI
Sjampanja
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað vóru nakrir dýrir dropar, sum bók
staviliga komu undan kavi á Álandi í
fjør summar.
Kavarar funnu gamlar sjampanju
fløskur í einum skipsvraki í skergarð
inum sunnan fyri Áland, og eftir at
fløskurnar vóru bjargaðar og kannaðar,
vísti tað seg, at talan helst er um heims
ins elstu sjampanjufløskur.
Roknað verður við, at sjampanjan er
frá umleið 1825 og hevur í hálvaaðru øld
ella meira ligið á havsins botni. Kann
ingar hava víst, at sjampanjan kann
fram vegis drekkast, og tað hevur veru
liga gjørt fløskurnar forvitnisligar.
Talan er um hálvtannað hundrað
sjampanjufløskur umframt onkrar
ølfløskur. Allar fløskurnar eru í góðum
standi, og nú er ætlanin at selja tær á
uppboðssølu.
Dýrir dropar
Fleiri metingar eru gjørdar av, hvat
sjampanjufløskurnar kunnu seljast
fyri. Onkur meting sigur, at fløskurnar
kunnu seljasta fyri upp ímóti hálvari
millión stykkið, men veruligi prísurin
verður ikki ásettur, fyrr enn fløskurnar
eru seldar á uppboðssølu.
Tað eru funnin trý ymisk sløg av
sjampanju – Juglar, Veuve Clicquot og
Heidsieck.
Ætlanin er, at innihaldið í onkrum
av fløskunum skal brúkast til at fram
leiða eitt nýtt, eksklusivt slag av sjam
panju.
Álendingar rokna eisini við at fáa
nógv burtur úr sjampanjufløskunum.
Eitt er, at stjórin hevur fløskurnar í
varð veitslu og skal selja tær, og annað
er, at fløskurnar kunnu brúkast til
altjóða marknaðarføring av Álandi í
kom andi tíðum.
Tolið
er uppi
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Anna Djurhuus / Jens Kristian Vang
2 KlummA: Tolið er uppi
4 IntErVIEw: Suni Skylv reinerT
8 BAKgrunD: veTrarTunglyndi
10 tIPS: Bloggar
12 90 SEKunD: Jógvan arge
14 umAfturAfturum: Høgni dJurHuuS
16 IntErVIEw: anna dJurHuuS
18 tAð Er Tíðin
20 SøgulIg hEnDIng: aBraHam lincoln
24 týSKArAr og føroyingar
30 mIðlAmJArr: Tað Siga Tey á faceBook og í miðlunum
31 tAð hEnDIr: konSerTir, TilTøk, Bøkur og annað
32 VIKumynDIn: móTi í new york
INNIHALD
klumman
Randi
Jacobsen
myND: Polfoto
Í fjørsummAr vóru gamlar sjAmpANjufLøsKur
fuNNAr Í einum vraki Í áLENDsKA skergarðinum.
nú skulu Dýru droparnir sELjAst á uppboðssøLu
Heimsins elsta
sjampanja á álandi
Eg og hundur mín hava í hvussu er eitt til
felags: Vit og lágtrýstini eru ikki so væl.
Av tí sama ganga vit bæði mangan
og hanga við høvdinum og bíða eftir, at
barometrið skal fara upp.
Fleiri og fleiri fólk gremja seg um
vetrardepressión. Tað er eingin skomm
longur, og fólk smæðast ikki við at siga,
hvussu ilt myrkrið ger teimum.
Annars plagi eg at liva eftir setninginum,
at er veðrið ringt, kann tað bara gerast betri,
og eingin orsøk er at stúra í illveðri, tí tað
skiftir so knappliga.
Men ein vetur sum hesin er hvørki fyri
fólk ella fæ.
Í vikur hevur verið næstan ógjørligt at
heilsa upp á fólk á vegnum. Øll hava verið
pakkað so væl inn í klæðir, at tey hava verið
ókennilig.
Men, men. Ikki er neyðugt at falla í fátt.
Tað lætti væl um, tá ið dagarnir fóru at
leingjast. Nú er ikki myrkt longur, tá ið vit
fara heimanifrá, og vit hava eina ljósa løtu
eftir arbeiðstíð.
Fyrsta tjaldrið í ár havi eg hoyrt látað.
Krokusarnir koma nú eisini sendandi upp
úr moldini.
Várið er í nánd, og fleiri við mær munnu
gleða seg til at sleppa út í moldina.
Heimsins elsta sjampanja og ølfløskur
eru funnar í álendskum sjógvi. Fløskurnar
skulu nú seljast á uppboðssølu