fríggjadagur 1. mars 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 42 - 1. mars 2002
Nr. 42 - 1. mars 2002
3
Redaktiónin á Argjum
stongd seinnapartin
Í sambandi við móttøkuna á nýggju
redaktiónini hjá Sosialinum í Saltangará í
dag, verður blaðhúsið á Argjum stongt frá
kl 13:30.
Blaðstjórin
Næmingar í 10.
flokkunum á
Venjingarskúlanum
gjørdi ikki mætari
enn at gera ein fýra
metur høgan
kavamann í nógva
kavanum mikudagin
KAVAMAÐUR
Heri á Rógvi
Tað byrjaði við, at ein
lærari var innikavaður á
Norðadali, og tískil høvdu
næmingarnir frí tveir teir
fyrstu tímarnar. Onkur av
hinum
lærarunum
var
sjúkur, so tað líktist meira
og meira einum frídegi.
Nakrir av næmingunum í
10.a og 10.b fóru út í kavan
at spæla, og áðrenn lang tíð
gekk vóru tey farin undir at
gera ein kavamann. Tá tann
innikavaði lærarin loksins
kom aftur í skúla, vóru
næmingarnir longu farnir
út í kavan, og hann og hinir
lærarnir hjá 10. flokkunum
mikudagin lótu bara næm-
ingarnir halda áfram við at
gera teirra kavamann.
Eini tíggju næmingar í
tveimum báðum flokk-
unum stríddust av øllum
alvi fyri at fáa kavamannin
so stóran sum gjørligt. Tá
avtornaði var kavamaðurin
vorðin fýra metrar høgur.
Roknað verður við, at hetta
er met. Kavamaðurin fekk
tó stutta livitíð, tí í myrkr-
inum hevði onkur hvølt
kavamannin, soleiðis at teir
fýra metrarnir vórðu javn-
aðir við jørðina, men hetta
taldist framvegis sum ein
sjáldsom kavahending ein
sjáldsama góðan kavadag.
Sosialurin ynskir næming-
unum til lukku við avrik-
inum.
Hesin kavamaðurin gjørdist
fýra metrar høgur, og roknað
verður við, at talan er um
met í Føroyum.
Mynd: Jens Kristian Vang
Fýra metrar høgur kavamaður
C
M
Y
K
3
2
RØR & BLIKKSMIÐUR
Vegna vaksandi virksemi verður søkt eftir fólki at
arbeiða innan rør og blikksmíð
Góð løn
Nærri fæst at vita um starvið á:
Tlf.: 322 999 far.: 225 345
Rør & Blikk fast umframt alt vanligt rør, blikk og
smiðjuarbeiði, eisini við vatnviðgerðaranlegg til
svinjihylar.
Rør & Blikk
Undir Gráasteini 65 · 100 Tórshavn
tlf. 322 999 · far. 225 345
www.rorblikk.fo