Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 42 - 1. mars 2002 Nr. 42 - 1. mars 2002 5 Havnin og vegurin, sum førir til Havnina um átta tíðina: Ein stórur ferðsluruðu- leiki. Og teir stóru trailararnir gera ikki skilið betri. Í gjára- morgunin um 7.30 tíðina var ein lang røð av bilum í Kaldbaksbotni, og túrurin til Havnar tók nógv longri tíð enn vanligt. Ein trailari var fremstur í røðini FERÐSLA Ingrid Bjarnastein Vit kenna tað øll. Klokkan nærkast átta, og klokkan átta eigur tú at vera til ar- beiðis. Men tað er ikki altíð sum at siga tað, tá tú klokk- an trý korter til átta kemur í eina bilrøð uppá eini 30 bil- ar. Vónirnar eru lítlar. Aftur ov seinur í dag. Í gjáramorgunin var ein long bilarøð í Kaldbaks- botni. Tað vísti seg, at fleiri bilførarar kanska byrjaðu at verða eitt sindur illir inn á henda stóra trailaran frá Farmaleiðum, sum var fremstur í røðini. Vit prát- aðu við Hans Jákup Jacob- sen, bilføraran, sum hvønn morgun koyrir henda tein- in. –Í gjáramorgunin var ser- liga ringt, tí koyrilíkindini vóru so vánalig, sigur Hans Jákup Jacobsen. – Fyri tað fyrsta var ein bilur fram- manfyri meg, sum koyrdi spakuligt, men eg kann ikki koyra ov skjótt, tá eg havi so nógva vekt aftanfyri meg. Ein trailari hevur eina last uppá eini 20 tons, so tað er ikki smávegis. Hans Jákup sigur, at hann royndi at fáa bilarnar at yvirhála, men teir fyrstu bilarnir aftanfyri seg vóru ógvuliga trekir at fáa fram- um. –Tað var ræðuliga hált, og eg kendi, hvussu vogn- urin hevði hug at slingra eitt sindur, greiðir Hans Jákup frá. – Annars er tað politikkur hjá okkum trail- araførarum, at um vit koma í eina slíka støðu, so skulu vit lata bilarnar aftanfyri sleppa framvið. Hvønn morgun koyrir Hans Jákup Jacobsen henda teinin. Hann kemur við trailaranum og lastini allan vegin vesturi úr Vágu- num. Vanliga tekur túrurin úr Vestmanna eini trý kor- ter, men í gjár tók hann nógv longur. –Eg plagi at vera í Havn klokkan 7.30, men í gjár bar als onki til. Tað kennist sum at hava ein knív í rygginum, tá ein lang bila- røð er aftanfyri teg. Vanlig- ar dagar komi eg ongantíð í eina slíka støðu, tí eg eri í Havnini so mikið tíðliga. Farið fyrr Jógvan Johansen er koyri- samskipari hjá Farmaleið- um. Hann greiðir frá, at hvønn morgun um átta tíð- ina koma bilar av bygd til Havnar við last, og lasta bilin aftur. –Vit noyðast at fáa bilar- nar til Havnar so mikið tíð- liga. Teir skulu fylla upp- aftur í Havn, og síðani koyra vøruna út aftur á bygd, greiðir Jógvan Johan- sen frá. – Um hetta verður gjørt seinni, so verður nátt áðrenn bilførararnir vera lidnir. Fólk verða ofta rættiliga ørg inn á hesar bilførarar- nar, tí tey skulu jú skunda sær til arbeiðis. Vakthavandi á Politistøð- ini í Havn sigur, at trailara- førararnir skulu koyra eftir reglunum, og tað heldur hann eisini hesin bilførarin hevur gjørt. –Bilførarin í gjár hevur kanska verið serliga ansin, tí tað var so hált, sigur vakt- havandi. – Teir eiga sjálv- andi at hava fyrilit fyri hin- um akførunum, men teir eru jú eisini sum øll onnur. Teir vilja eisini sleppa fram. Men vakthavandi á politi- støðini heldur ikki, at trupulleikin liggur hjá trail- araførarunum. Hann held- ur, at tað eru meira hini, ið skuldu farið fyrr frá húsum ístaðin fyri at altíð fara í síðstu løtu. –Soleiðis er í Føroyum. Føroyingar eru ov seinir á sjóvarfallinum um morg- narnar, og tað er eisini tá tað ikki er hált. Ein bilfør- ari eigur at rokna við onk- rum trupulleikum og seink- ingum, og tá farið verður so seint frá húsum, men tá teir fara so seint sum teir gera, so hava teir hug at argast inn á slíkar støður. Bilarøð: Sum ein knívur í rygginum Hans Jákup Jacobsen er bil- førari hjá Farmaleiðum. Í gjáramorgunin hevði hann eina langa bilarøð aftanfyri seg úr Kaldbaksbotni til Havnar, og sigur hann, at hetta kennist sum at hava ein knív í rygginum Mynd: Jens Kr. Vang Teir tríggir fólka- tingslimirnir í Norðuratlantsbólki- num koma til Før- oya í vikuskiftinum at kunna føroyingar um arbeiðið hjá bólkinum. KUNNINGAFERÐ Magnus Dam Keypmannahavn Sunnnukvøldið fáa før- oyingar høvi at hoyra Norðuratlantsbólkin greiða frá samstarvinum í Fólkatinginum og ætlanunum, sum bólkur- in hevur. Norðuratlantsbólkurin kemur til Føroya í viku- skiftinum, og sunnu- kvøldið verður ein al- mennur fundur í Norður- landahúsinum, har teir tríggir fólkatingslimirnir fara at greiða frá virk- seminum hjá bólkinum. Tað vóru Høgni Hoy- dal og nývaldu grønlend- sku fólkatingslimirnir, Kuupik Kleist úr Inuit Ataqatigiit og Lars Emil Johansen úr Siumut, sum stovnaðu Norðuratlants- bólkin eftir fólkatings- valið 20. november. Tór- bjørn Jacobsen hevur nú loyst Høgna Hoydal av í Fólkatinginum, og um- boðar Tjóðveldisflokkin í Norðuratlantsbólkinum. Endamálið við at stovna bólkin var at standa sterkari í arbeiði- num í Fólkatinginum, og málið hjá bólkinum er at vinna Føroyum og Grøn- landi økt sjálvstýri. Bólkurin ætlar kom- andi tíðina at fáa altjóða serfrøðingar at kanna, hvørjar møguleikar Før- oyar og Grønland hava fyri at fáa økt sjálvstýri og annars at varpa ljós á støðuna hjá Føroyum og Grønlandi. Hesar ætlanir sleppa føroyingar at hoyra nærri um, tá ið bólkurin heldur kunningarfund sunnu- kvøldið og tíðindafund mánadagin í næstu viku. Seinni í ár fara teir tríggir fólkatingslimirnir til Grønlands at greiða grønlendarum frá virk- seminum hjá Norður- atlantsbólkinum. Norðuratlants- bólkurin til Føroya Nýggju eigararnir av Restorff´s bjóðaðu mikudagin fólki at smakka nýggja páska- bryggið hjá bryggjarí- num, og kokkarnir róstu nýggju bland- ingini PÁSKABRYGGJ Stefan í Skorini So var nýggja páskabrygg- ið hjá Restorff´s á gøtuni, eina viku seinni enn kapp- ingarneytin Føroya Bjór. Nógv fólk varð boðið at smakka nýggja bjórið, sum er ein spildurnýggj bland- ing. At døma um smakkin vóru nakrir kokkar komnir á gátt. Íslendingurin Guð- mundur Guðmundsson var bilsin av nýggju ølini og helt, at hon var avbera góð. –Hon hevur ein góðan smakk. Hon er livandi, tí hon skúmar leingi og doyr ikki, sum aðrar øl ofta gera, sigur hann. Kokkurin metir, at hetta nýggja slagið er væl egnað afturvið mati, ið er sterkt kryddaður. Hann heldur, at hetta páskabryggið er betri enn danskt páskabryggj, tí styrkin er betri. Hendan er ikki so søt sum tær donsku, ið mangan hava ov søtan smakk. Eigararnir eru eisini nøgdir við nýggju bland- ingina, sum teir halda hev- ur ein einfaldan men tjúkk- an smakk. Páskabryggj á gøtuni Restorff´s bjóðaði mikudagin fólki at smakka nýggja páskabryggið, og kokkarnir hildu, at hetta var ein góð øl Mynd: Jens Kr. Vang Leygardagin letur stóra várframsýning- in upp í Listaskála- num í Havn, og hetta er ein stórhending hjá listafólki og –áhugað- um. Støðið er á leið tað saman sum undanfarin ár, men fyriskipararnir sakna fleiri listaverk at velja ímillum FRAMSÝNING Stefan í Skorini Í morgin, leygardagin, klokkan 16 letur Listafram- sýningin upp í Listaskála- num í Havn. Hetta er tólvta árið, at felagið Føroysk Myndlistafólk skipar fyri framsýningini, og í ár verða 86 listaverk, sum 27 ymisk listafólk hava gjørt, sýnd fram. Listafólk senda síni lista- verk inn til framsýningina, og síðani verða tey bestu vald út, og hesi koma við. Listakvinnan Jóna Ras- mussen er við í nevndini, ið hevur valt tey innkomnu listaverkini út. Amariel Norðoy og Tróndur Paturs- son hava eisini verið vrak- arar til hesa framsýningina. Hon sigur, at listafólk ikki hava sent eins nógv listaverk inn í ár sum undanfarin ár. Hetta heldur hon er harmiligt, tí vandi er fyri, at várframsýningin dettur niðurfyri, um undir- tøkan millum listafólk ikki er nøktandi. Fleiri listafólk skuldu sent inn, so fram- sýningin hevði størri spenning og nýskapan. Ein stórur helmingur av teimum listafólkum, ið senda listaverk til framsýn- ingina, sleppa við. Sakna breiðari úrval Nevdin saknar eitt breiðari úrval av listaverkum at velja og vraka ímillum. Fleiri av teimum garvaðu listafólkunum kundu væl havt sent solidari listaverk inn til framsýningina, so hon hevði størri vekt, held- ur Jóna. Hon leggur afturat, at okkurt nýtt og spennandi er eisini við í ár. Nevnast kann ein video-uppseting hjá Tóroddi Poulsen og ein teldumynd hjá Inga Joen- sen, sum allatíðina skiftir lit. Nakrir útlendingar eru við í ár, sum hava spenn- andi grafisk verk at sýna fram. Nevnast kann Vitau- tas Narbutas úr Litava, ið býr í Íslandi, og sum er við fyri fyrstu ferð. Annars eru fleiri av teimum garvaðu føroysku listafólkunum so sum Tróndur Patursson, Kári Svensson, Olivur við Neyst og Bárður Jákupsson við aftur í ár. Hetta er eitt tað størsta tiltakið í árinum hjá føroy- skum myndlistafólki og áhugaðum. Limir í Aldu- báruni fara at spæla, tá framsýningin letur upp. NARKOMÁLIÐ Stefan í Skorini Føroya Rættur longdi mikudagin varðhalds- fongslingina hjá einum 30 ára gomlum dana við fjúrtan døgum. Maðurin skal harafturat sita av- byrgdur allar fjúrtan dag- arnar. Maðurin, ið annars er fast búgvandi í Keyp- mannahavn, varð tikin 16. januar í danska høvuðsstaðnum og hevur sitið avbyrgdur síðani. Hann er síðani útflýggj- aður føroysku løgregluni, tí maðurin hevur sam- band við hinar persónar- nar, ið eru skuldsettir og dømdir í stóra narko- málinum. Hósdagin kom eisini ein 27 ára gamal føroy- ingur fyri í Føroya Rætti, tí freistin fyri varðhalds- fongslingini var úti. Ákæruvaldið kravdi, at varðhaldsfongslingin verður longd, og at maðurin framvegis skal sita avbyrgdur. Hann hevur sitið av- byrgdur síðan 16. januar. Hann góðtók ikki, at varðhaldsfongslingin varð longd uttan rættar- fund. Rættarfundurin var ikki liðugur, tá blaðið fór til prentingar hósdagin eftir middag. Tilsamans sita fimm mans í varðhaldinum fyri grov brot á rúsevnislóg- ina. Teir eru allir av- byrgdir, so teir ikki kunnu ávirka møgulig vitni og málið sum heild. Tríggir teirra vórðu handtiknir 16. januar. Ein teirra varð tikin 11. janu- ar við 165 grammum av amfetamini. Tann fimti var í fyrsta lagi tikin 16. januar, varð síðani leys- latin aftur, men hesin hevði samband við málið og varð tí tikin innaftur. Várframsýningin letur upp: Sakna breiðari úrval Nevndin, ið hevur valt listaverkini til várframsýningina í ár, heldur, at fleiri listafólk kundu sent inn til framsýningina Mynd: Jens Kr. Vang Narkomálið: Dani fingið longda fongsling C M Y K 5 4 Mattombola · Bommtombola Café · Lutaseðlasøla Klatriveggur · Skreiðirør Fiskibrunnur · Karusell Ponyríðing · Sodavatnssøla Leygardagin 2/3-2002 frá kl. 15.00 5.b í Argja Skúla