Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 42 - 1. mars 2002 Nr. 42 - 1. mars 2002 7 –Tey, ið hava skrivað partin um búskapar- frøði í Menas-frá- greiðingini, hava ikki skil fyri búskapar- frøði. Tað er í fleiri førum beinleiðis ósannindi, ið verða ført fram, og frágreið- ingin heldur fast við gamlar mýtur, sigur Jóannes Jacobsen, bú- skaparfrøðingur MENAS- FRÁGREIÐINGIN Heri á Rógvi Tann nógv umrødda Menas-frágreiðingin viðger eisini føroyska búskapin. Tað er einamest árinini av, at ein oljuvinna verður veruleiki í Føroyum, sum verða umrødd. Vit hava spurt Jóannes Jacobsen, bú- skaparfrøðing, um at gera viðmerkingar til henda partin av frágreiðingini. Jóannes starvast til dagligt sum skrivari hjá Búskapar- ráðnum og hevur gott innlit í búskaparligu viðurskift- ini, ið viðvíkja Føroyum. Tað skal eisini viðmerkjast, at Menas-frágreiðingin á føroyskum er ein saman- skrivað frágreiðing, ið er gjørd so stutt sum gjørligt. Nakrar skøvur Føroyski búskapurin fyllur tíggju síður í Menas-frá- greiðingini, og tað kann altíð verða kjakast um, hvørt hetta er nóg mikið ella ei. Eisini verða búskap- arlig atlit tikin við í parti viðvíkjandi Hetlandi og stýringini av oljubúskapi- num. Jóannes Jacobsen er av teirri sannføring, at á summum økjum kundi frá- greiðingin um búskapin verið gjørd styttri, tí frá- greiðingin nevnir fleiri evni, ið tykjast bert verða nevnd fyri at verða nevnd. –Tá tú lesur frágreiðing- ina, værnast tú, at frágreið- ingin hevur nakrar skøvur. Fleiri ting eru væl frá- greidd, men so kemur tú á ting, ið eru púrasta skeiv. Tað er heilt klárt, at tann ella tey, ið hava skrivað henda partin í frágreiðing- ini, ikki hava skil fyri bú- skaparfrøði, sigur Jóannes Jacobsen. Sum dømi um eina skøvu nevnir hann partin 5.6.3 um burturtrokan og bústaðar- viðurskiftini, har tað verður tosað um, at myndugleikar- nir eiga at hava eftirlit við eftirspurninginum eftir bú- staði í Havn og samstundis hyggja eftir, at prísurin varð hildin niðri. Hesin parturin passar ikki inn í heildina, heldur Jóannes. Í frágreiðingini verður greitt frá fleiri fyribrigdum í føroyska búskapinum. Nortið verður við umstøð- urnar í Føroyum eins og tað verður nortið við meira teknisk búskaparlig viður- skifti. Tað er einamest á hesum økinum, at Jóannes hevur flestu viðmerkingar- nar. Ósannindi –Tað er fyri so vítt skeivt soleiðis, sum tingini eru samansett, tí har vanta nógvir samanhangir. Ein kann ímynda sær, at teir hava verið fleiri, ið hava skrivað, síðani er tað skriv- að saman, og her er okkurt komið skeivt fyri. Tað er eisini møguligt, at tað hava verið málsligar forðingar av onkrum slag, men tað er heilt klárt, at hesir hugsa ikki búskaparfrøðiliga, sig- ur Jóannes Jacobsen. Fyrsta dømi, ið Jóannes vísir á er kapitli 5.5 um makrobúskaparligu árinini av oljuframleiðslu. Har stendur: “Yvirskotið á gjaldsjavn- anum økist við vanda fyri ovhitan, sum hevur við sær inflatión og harav fylgjandi versnandi javnvág millum føroyska búskapin og bú- skapin hjá samhandilslond- unum. Ein tílík gongd kann hava við sær, at verandi vinnuvegir verða trokaðir til viks, og samfelagið tess meira bundið av oljuinn- tøkum.” –Hetta er í veruleikanum akkurát øvut. Her vísa teir, ið hava skrivað sera lágt støði. Inflatión er neyðug. Vit finna fyrst olju, síðani skal inflatión til fyri at fáa alt upp á pláss, og hetta eru allir búskaparfrøðingar samdir um, men kortini stendur júst tað øvuta í Menas-frágreiðingini, og hetta er vánaligt, sigur Jóannes Jacobsen. Eisini parturin viðvíkj- andi Hálendsku sjúkuni hevur skeivleikar í sær, sambært Jóannesi. Har stendur m.a.: “Fyri- brigdið Hálendska sjúkan ger seg galdandi, um ein stór kolvetnisútflutnings- vinna hevur við sær, at kursurin verður yvirmettur og á henda hátt veksur um prísin á útflutningi og minkar prísin á innflutn- ingi. So við og við fer hetta at hava við sær, at handils- javnin versnar, tá útflutn- ingurin av øðrum.” vørum enn kolvetnum minkar, og nøgdin á innflutningi veks- ur. Íløgur í aðrar vinnur enn kolvetnisvinnuna minka í stórum, og búskapurin verður meira og meira heft- ur at inntøkunum frá einum minkandi náttúrutilfeingi. –Hesin parturin er púra skeivur. Oljuvinnan er einki at vera bangin fyri, og hetta við hálendsku sjúkuni pass- ar heilt einfalt ikki. Fyri- brigdið hálendsk sjúka hava teir fullkomiliga misskilt, sigur Jóannes Jacobsen. Aðrastaðni í búskapar- partinum av Menas-frá- greiðingini verður eisini tosað um, at gjaldoyrasam- starvið, ið Føroyar hava við Danmark, fer at verja Før- oyar móti hálendsku sjúk- uni, og hetta Jóannes eisini vera langt av leið og bein- leiðis ósatt. Tann parturin, sum Jóan- nes er mest keddur um er parturin útliti fyri fjølltátt- an (5.10). Har stendur m.a.: “Føroyar hava ein ófjøltátt- aðan búskap, sum so at siga bara fær sítt ríkidømi við at gagnnýta náttúrutilfeingið í havinum.” –Hetta er nakað øgiligt tvætl. Tað, vit liva av í Før- oyum, er, hvat framleiðslu- miðlarnir skapa. Tað er ar- beiðsmegi, náttúrutilfeingi og kapitalur. Vit liva ikki av fiskivinnuni, men hon be- talur fyri innflutning. Vit liva av øllum tí, ið fram- leiðslumiðlarnir skapa, tí ber ikki til at siga, at bú- skapurin í Føroyum ikki er fjølltáttaður. Hatta er ein øgiliga gamal hugsunar- háttur, sum ikki kann nýtast longur, har vit bara tosa um virðisskapn, um hetta fer til útflutning, sigur Jóannes Jacobsen. Skeivt støði Jóannes Jacobsen heldur, at henda frágreiðingin loyvir nøkrum gomlum mytum um føroyska búskapin framhaldandi at halda sær á lívi. –Hetta, sum teir hava skrivað, stuðlar beinleiðis uppundir tær mýtur, ið eru um føroyska búskapin, sig- ur Jóannes Jacobsen. –Tað er hugstoytandi, at hetta skal vera grundarlag- ið fyri einum sakligum kjaki, tá hetta í nógvum førum byggir á beinleiðis ósannindi og skeivleikar, sigur Jóannes Jacobsen. Jóannes Jacobsen, Búskaparráðið: Frágreiðingin byggir á ósannindi Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur, heldur tað vera óheppin við einari frágreiðing, ið byggir á beinleiðis ósannindi og skeivleikar, tá hugsað verður um, at hon skal elva til kjak. Mynd: Álvur Haraldsen. Teir tríggir, f.v. Jay Wagner, John Christensen og Stephen Royle, eru partar av liðnum, sum hava verið við til at gjørt Menas-frágreiðingina. Mynd: Heri á Rógvi. Blokadan hjá Føroya Lærarafelag mótvegis allari uppgávugerð til skrivligu próvtøkurn- ar í fólkaskúlanum í summar, er nú víðkað til savnsrøktina. Tí verða smíðhøli, lív- frøðihøli og onnur høli á skúlunum kring landið skjótt ónýtilig BLOKADA Turið Kjølbro Blokadan, sum Føroya Lærarafelag setti í verk seinasta heyst ímóti gerð av skrivligum próvtøkuupp- gávum til royndirnar í summar, er nú herd og víðkað. Tað hevur við sær, at lærarar ikki sleppa at røkja søvn, smíðhøli, lív- frøðihøli og aðrar tílíkar skúlastovur. Og hendir einki, sum bendir á, at mál- ið verður loyst, fer Føroya Lærarafelag at seta onnur tiltøk í verk. Útlitini til, at málið verð- ur loyst í bræði eru alt ann- að enn góð. Fundur hevur verið millum Føroya Lær- arafelag, kommunuumboð og fólkaskúladeildina í Mentamálastýrinum, men har kom einki burturúr. Tær stóru kommunurnar siga framvegis, at tær kunnu hava ábyrgdina av savns- røktini inni á skúlunum, um tær fáa pening frá landinum fyri tað, meðan tær smærru kommunurnar als ikki vilja vita av savnsrøktini. Ikki sørt undrunarvert, tá ið hugsað verður um, at um- boð fyri kommunurnar hava verið við til at gjørt álitið, sum leggur upp til, at kommunurnar eiga ábyrgd- ina av savnsrøktini. – Hetta er sum ein skot- gravsbardagi. Allir partar halda við sítt og útlitini eru vánalig um at nakað hendir. Mentamálastýrið er okkara arbeiðsgevari, tað er har vit venda okkum og tað eru tey saman við Fíggjarmálastýr- inum, sum skulu at loysa málið, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Før- oya Lærarafelag. Av sínum eintingum hev- ur Fuglafjarðar kommuna í fleiri ár rindað fyri røktina av smíðhølunum og lív- frøðihølunum. Umframt hava aðrir skúlar av tíma- játtanini hjá skúlunum veitt lærarum tímaniðurskurð fyri at røkja søvnini. Hetta eru undantøkini. Tað van- liga hevur verið, at lærarar hava røkt søvnini uttan samsýning. Vænta stuðul Víðkaða blokadan varð sett í verk 20. februar og gera lærarar eftir boðum frá Føroya Lærarafelag, verða nógv høli skjótt ónýtilig. – Spurningurin er, hvat hendir, tá ið høli á skúlun- um gerast ónýtilig. Har vóna vit, at skúlaleiðararnir stuðla okkum í stríðnum. Teir eru forlongdi armurin hjá Mentamálastýrinum í og við, at teir hava nógv samskifti við Mentamála- stýrið og lata boð frá Mentamálastýrinum víðari til lærararnar. Hóast tað meti eg, at skúlaleiðarar eiga at stuðla hesum stríðn- um og ikki lata lærarar brúka ónýtilig skúlahøli. – Ein grein í fyrisitingar- lógini sigur, at tað er upp- gávan hjá Mentamálastýr- inum at síggja til, at undir- vísingin kann fara fram. Síggja kommunurnar ikki til, at hølini eru í lagi, kann Mentamálastýrið seta eitt- hvørt í verk og krevja pen- ingin aftur frá kommunun- um. Tískil kann Menta- málastýrið gera nakað, um tey vilja, sigur Elsa Birgitta P. Petersen. Vakið eyga Tað var tíðliga seinasta heyst, at Føroya Lærarafel- ag lýsti blokadu mótvegis allari uppgávugerð til próv- tøkurnar til fráfaringar- roynd fólkaskúlans og víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans. Felagið sýtir øllum limum, virkandi lær- arum, fráfarnum lærarum og lærarum, sum eru í øðr- um starvi, at taka á seg at gera próvtøkuuppgávur fyri Mentamálastýrið. Orsøkin er, at Føroya Lærarafelag vil hava viðurskiftini við- víkjandi savnsrøktini og KT-vørðunum í rætt lag, sum semjan millum Føroya Lærarafelag og Fíggjar- málastýrið undirskrivað av tveimum landsstýrismonn- um eftir drúgva verkfallið á vári 2000 áleggur. Mentamálastýrið kann valla heita á onnur enn før- oyskar lærarar um at gera próvtøkuuppgávur. Lands- stýrismaðurin við menta- málum hevur áður sagt í blaðnum, at tað kemur ikki upp á tal at fara uttanlands eftir próvtøkuuppgávum til føroysku næmingarnar í 9. og 10. flokki. Átekur nakar lærari sær uppgávuna, kann viðkomandi vænta, at tað fær avleiðingar. Felagið heldur eitt vakið eyga við limunum, men fyri at binda um heilan fingur, umhugsar tað at herða blokaduna so- leiðis, at noktað verður teimum, sum verða biðin um at verða próvdómarar, at gera hetta arbeiðið. Fyri- bils umfatar blokadan allari próvtøkugerð og savnsrøkt. Blokadan herd – Spurningurin er, hvat hendir, tá ið høli á skúlunum gerast ónýtilig. Har vóna vit, at skúlaleiðararnir stuðla okkum í stríðnum, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag Altjóða Kvinnubønardagur í Klaksvík Fríggjadagin klokkan 17.00 verður Altjóða Kvinnubønardagur hildin í K.F.U.M. og K. í Klaksvík KVINNU- BØNARDAGUR Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Hetta er eitt tvørkirkjuligt tiltak, hvørs endamál er at savna kvinnur til bøn, eins væl og peningur eisini verður savnaður inn til vælgerandi enda- mál. Tvørkirkjuligt tiltak Hetta er 20. árið á rað, at skipað verður fyri hesum tiltaki í Klaksvík, og verður dagurin í ár hildin í hølunum hjá K.F.U.M og K. Frá fyrireikarunum frætta vit, at dagurin byrjar klokkan 17.00, og eru allar kvinnur hjartaliga vælkomnar. – Hetta er eitt tvør- kirkjuligt tiltak, so ein nýtist ikki at hoyra til nakran ávísan trúarbólk, siga fyrireikararnir. Í ár eru tað 4 kvinnur frá ymsum samkomum, ið skulu fyrireika dagin. – Evnið fríggjadagin er »Verið Sátt«, og er tað tikið úr einum versi í Bíbliuni. Meiningin við hesum er, at vit skulu verða sátt við øll; eisini tey, sum ikki hoyra til sama trúarbólk sum ein sjálvur, greiðir ein av fyrireikarunum frá. Savna pening inn Endamálið við degnum er at savna kvinnur saman til bøn. – Vit biðja fyri øllum teimum, sum ikki hava tað so gott, siga fyrireikararnir. Eisini verður sangur á skránni, eins væl og eitt kaffiborð eisini verður sett upp. Harafturat verður eisini peningur savnaður inn til vælgerandi endamál, hesuferð til Rumenien. – Og so kemur Absalon Matras eisini at siga nøkur orð. Hann hevur fleiri ferðir verið í Rumenien við klæðum til tey fátøku, og kemur at hann greiða frá hesum túrunum, siga fyrireik- ararnir. Øll vælkomin Dagurin byrjar sum sagt klokkan 17.00, og skulu vit heilsa og siga, at allar kvinnur er hjartaliga vælkomnar. C M Y K 7 6