fríggjadagur 1. mars 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 42 - 1. mars 2002
Nr. 42 - 1. mars 2002
9
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Prísfundur
Umboð fyri fiskimála-
ráðið, uttanríkisráðið
og alivinnuna í Noregi
fara á fundi í dag at tosa
um, hvussu tær kom-
andi
samráðingarnar
við ES um laksaút-
flutningin skulu leggj-
ast til rættis. Framm-
anundan er fráboðað, at
málið er at sleppa av
við regluna um minsta-
prís á laksi til ES-
marknaðin.
Sambært
skipanini
kunnu norðmenn ikki
selja laks til ES fyri
minni enn 26 norskar
krónur kilo, og tað
hevur
havt
stórar
trupulleikar við sær, tí
minstaprísurin
hevur
gjørt, at norski laksurin
má dvína fyri laksi úr
Føroyum,
Skotlandi,
Írlandi og Kili, sum
ikki er umfataður av
minstaprísskipanini.
Skjót vend
Amerikanski
tjóð-
bankastjórin,
Alan
Greenspan, sigur, at
vend er komin í ameri-
kanska búskapin eftir
yvirgangsatsóknirnar
tann 11. september í
fjør. Sjálvur heldur
hann, at tað hevur
gingið nógv skjótari at
fáa vend í, at nakar
hevði væntað. Banka-
stjórin sigur, at tað er
teirri framkomnu tøkn-
ini fyri at takka, at
vendin kom so skjótt.
Samstundis
ávarar
hann um, at fram-
gongdin fer at taka
longri tíð, enn vit hava
vrið von við aftan á
krepputíðir.
Leggja
saman
Tvey av teimum størstu
arbeiðsgevarafeløgunu
m í Noregi ætla at
leggja saman. Talan er
um
Næringslivets
Hovedorganisasjon og
Handels- og Service-
næringens Hovedorga-
nisasjon. Gonst eftir
ætlanini,
verða
tey
bæði
feløgini
løgd
saman 1. januar næsta
ár. Endamálið við at
leggja saman er at gera
vinnuna sterkari, so
hon kann tala við einari
rødd.
Í NH O eru einar
16.000
handverks-,
ídnaðar- og tænastu-
fyritøkur, sum hava
umleið 450.000 ar-
beiðspláss. HSH hevur
umleið 14.600 fyritøk-
ur sum limir, og hjá
teimum eru arbeiðs-
plássini umleið 250.000.
Úr Norðurlondum:
Verkfall
Felagið hjá donsku
sjúkrasystrunum og fe-
lagið hjá radiografun-
um hava boðað frá
verkfalli, eftir at sam-
ráðingarnar við teir
kommunalu
arbeiðs-
gevararnar eru slitnað-
ar. Verður verkfallið
veruleiki, fara umleið
6.000 limir í teimum
báðum feløgunum til
hús.
Verkfallið kemur í
gildi tann 2. apríl, og
tað fer at umfata allar
sjúkrasytsrarnar
við
undantak av leiðandi
sjúkrasystrum í trimum
amtum.
Ræða fólk
Skandinaviska
flog-
felagið SAS krevur nú,
at
løgreglumenninir
skulu fjala hondjørnini,
tá teir fylgja fangum,
sum skulu flytast við
flogfari. Flogfelagið vil
vera við, at hondjørnini
órógva hini ferðafólk-
ini.
Men løgreglan er ikki
serliga fegin um kravið
hjá SAS. Løgreglan
sigur, at flogfeløgini
eiga ikki at seta ov
strong krøv. Løgreglan
sigur, at tað er uppgáva
hennara at tryggja, at
famngarnir ikki sleppa
til rýmingar, og í hesum
eru hondjørnini eitt
neyðugt amboð.
SAS krevur, at løg-
reglumenninir
skulu
vísa fyrilit í floghavn-
unum, tí nógv ferðafólk
verða órógvað, tá tey
síggja fólk í hond-
jørnum.
Ikki morð
Svensku myndugleik-
arnir vóru ikki í iva um,
at ein 34 ára gomul
kvinna, sum varð funn-
in deyð umborð á einari
ferju fyrr í vikuni, var
myrd, og tá ferjan kom
aftur úr Finnlandi til
Svøríkis, varð ein 25
ára gamal maður tikin..
Men í gjár boðaði
løgreglan frá, at mað-
urin var latin leysur, tí
sambært læknunum var
einki, sum bendi á, at
nakar hevði gjørt seg
inn á kvinnuna. Tann
34 ára gamla varð funn-
in á dúrkinum niðri-
undir.
Arbeiðið at endur-
skoða ES byrjaði í
gjár. Tey trý Norður-
londini, sum eru
limir í ES, hava sett
sær fyri at stríðast
fyri meiri demokratii
størri rættindum til
tey smáu limalondini
ES-ENDURSKOÐAN
Árni Joensen
Áhugin fyri arbeiðinum hjá
teimum útvaldu, sum skulu
endurskoða ES, er stórur,
og í fronskum sjónvarpi
varð dagurin í gjár lýstur
sum ein søguligur dagur.
Kanska var tað ikki av
tilvild, at júst franska sjón-
varpið hevði hesa áskoð-
anina, tí oddamaður í end-
urskoðanararbeiðinum er
fyrrverandi franski forsetin
Valery Giscard d'Estaing.
Svenska stjórnin hevur
valt varaforsætisráðharran
Lenu Hjeml-Wallen at um-
boða seg í Bruxelles. Hon
er ein av teimum næstu
medarbeiðarunum hjá Gør-
an Persson, forsætisráð-
harra, men hevur boðað frá,
at hon stillar ikki uppaftur
til valið í heyst. Hetta kann
vísa seg at vera ein fyri-
munur, tá hon skal taka
støðu til tey ymsu upp-
skotini, men hinvegin kann
tað eisini vera ein vansi, tá
svensku sosialdemokrat-
arnir skulu taka støðu til ta
endaligu endurskoðanina.
Borgarliga danska stjórn-
in hevur valt at lata seg
umboða av Henning Chri-
stophersen. Hann er fyrr-
verandi ES-kommiserur og
kennir samveldið út og inn.
Stjórnin í Helsingfors
hevur valt eina aðra kós
enn hini bæði londini.
Stjórnin hevur valt tann
unga akademikaran Teiju
Tilikainen at umboða seg,
og hon er ein av teimum fáu
ungu kvinnunum í endur-
skoðanarráðnum.
Felags fyri tey trý Norð-
urlondini er, at tey hava sett
sær fyri at bøta um
demokratiið í ES. Londini
bera ótta fyri, at demokrat-
isku
skipanirnar
verða
uppaftur tyngri enn nú, tá
tíggju lond í Mið- og
Eysturevropa fáa limaskap
í næstum.
Samstundis hava bretski
forsætisráðharrin,
Tony
Blair, og týski samveldis-
kanslarin, Gerhard Schrød-
er, lagt fram uppskot um, at
ES eigur at verða meiri
opið í framtíðini, og at
nógv, sum í dag fer fram í tí
dulda, skal leggjast fram
alment. Uppskotið stendur í
einum brævi, sum teir báðir
hava sent spanska forsæt-
isráðharranum, Jose Maria
Aznar, sum í løtuni er for-
maður í ES.
Evropeiski Franklin
Ráðið, sum skal endur-
skoða ES, hevur ongan
avgerðarrætt, og uppskot
tess skal viðgerast á einari
stjórnarráðstevnu,
sum
verður í 2004. Tá sleppa tey
einstøku limalondini eisini
at siga sína hugsan og at
bera fram seráhugamál.
Kortini er eingin ivi um, at
arbeiðið hjá endurskoð-
anarráðnum er av stórum
týdningi, tí uppskotini hað-
ani fara at leggja stórt rýst
á ES.
105 politikarar úr teim-
um 15 ES-londunum og
teimum 13 umsøkjaralond-
unum manna endurskoð-
anarráðið. Ein nevnd við 12
limum leiðir arbeiðið, og
formaður í henni er tann 76
ára gamli Valery Giscard
d'Estaing.
Sjálvur er fyrrverandi
franski forsetin ikki í iva
um, at hann hevur fingið
eitt álitisstarv, og í einari
samrøðu herfyri sammetti
hann seg við sjálvan Benja-
min Franklin, sum var ein
av teimum leiðandi monn-
unum í ráðnum, sum í
1780-unum hittist í Phila-
delphia og har orðaði
uppskotið til amerikansku
grundlógina.
Giscard hevur ikki sagt,
at hann fer at gera sum
amerikanska
fyrimynd
hansara og at orða eina
grundlóg fyri ES, men tað
er júst hetta, sum sterkar
kreftir vilja hava hann at
gera.
Um eitt ár skal hann
leggja úrslitið fram.
Amerikansku
myndugleikarnir
hava tikið 20
starvsfólk í Logan-
floghavnini í Boston.
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Handtøkurnar hava vakt
stóran ans, tí tvey av flog-
førunum, sum vórðu rænd
og nýtt í yvirgangsatsókn-
unum tann 11. september í
fjør, fóru á flog úr Logan-
floghavnini.
- Vit hava tikið 20 fólk,
sum arbeiddu fyri ymisk
feløg her í floghavnini,
segði
talskvinnan
hjá
ákæruvaldinum í Boston í
gjár. Hon vildi ikki upp-
lýsa, hví fólkini vóru tikin,
men
tíðindastovan
AP
skrivaði, at seks av teimum
tiknu høvdu starvast í
trygdareftirlitinum í flog-
havnini.
Ein útvarpsstøð visti í
gjár at siga, at tey tiknu
høvdu m. a. nýtt falsað
samleikaprógv.
Í desember tók ameri-
kanska
løgreglan
fleiri
starvsfólk í floghavnunum í
Las Vegas og Salt Lake
City, og nógv teirra hava
seinni mist arbeiðið.
20 flogvallarstarvsfólk tikin
Eitt flogfar hjá United
Airlines í ferð við at seta seg í
Logan-floghavnini í Boston
Mynd: Reuters
ES-endurskoðanin byrjað
Nattúruvanlukkan,
sum rakti alibrúkið
hjá Hera Hjelm á
Trongisvágsfirði
mikudagin,er tann
ringasta í føroyskari
alivinnu yvirhøvur
ÓHAPP
Áki Bertholdsen
– Hetta var onki minni enn
ein vanlukka. Men tað er
onki at gera, uttan at halda
á.
Heri Hjelm, alari er ikki
fallin í fátt, hóast alibrúk
hansara hósdagin varð rakt
av eini nattúruvanlukku,
sum er tann álvarsligasta
føroyskari alisøgu nakran-
tíð.
Í herviligum eystanbrimi
mikudagin, slitu allir teir
seks
aliringarnar,
Heri
Hjelm hevði liggjandi inn-
anfyri
Skarvatanga
í
Froðba. Ringarnir róku
tvørtur um fjørðin og á land
á Tjaldavíkshólmi, har alt
fór í knús.
Ímillum
600.000
og
700.000 fiskar vóru í ring-
inum og tað fór alt fyri
skeytið. Tað, sum ikki er
sloppið úr ringinum fór í
briminum sum ringarnir
lógu og veltist í briminum
og tað eini løtuni var sjógv-
urin rundanum teir reyður
av blóði.
Bæði Ólavur Hvíti og
Grani royndi at bjarga ring-
unum, men teir komu ong-
antíð so nær at teir fingu
enda á.
Nógvir endar hingu aft-
urúr ringunum og vandi var
fyri, at skipini skuldi fáa
um skrúvuna og Heri
Hjelm sigur, at hann legði
teimum eina við, at teir
máttu ikki seta hvørki
manning ella skip í vanda.
Sostatt máttu skipini gevast
við bjargingarroyndini og
tískil fóru ringarnir á land,
har alt fór í knús eftir lítlari
løtu.
Heri Hjelm sigur, at fisk-
urin var tryggjaður, men
bara fyri tað virðið, tað
høvdu beint nú, tvs, at
tr yggingar upphæddin
hækkar alt sum laksurin
veksur. Men so skal sjálv-
ábyrgd og annað dragast frá
– Tað ber ikki til at
tryggja framleiðsluna og
tað virði, sum tað hevði
havt tá ið laksurin skuldi
takast.
– Tað var ein van-
lukka fyri nýggja
laksavirkið í Vági, at
aliringarnir á Trong-
isvágsfirði slitu miku-
morgunin og róku á
land. Nú er helvtin av
fiskinum, sum skuldi
takast í heyst, farin
fyri skeytið.
ÓHAPP
Áki Bertholdsen
Tað var ein svárur missur
fyri alifyritøkuna hjá Hera
Hjelm í Vági , tá ið allir teir
seks aliringarnir á Trongis-
vágsfirði fóru í ódnar-
veðrið mikudagin við yvir
600.000 fiskum í, sum alt
fór fyri skeyti.
Laksurin, sum var í ring-
unum hevði verið búgvin at
tikið í heyst.
Heri Hjelm sigur, at við
hesi vanlukkuni er næstan
helvtin av tí laksinum, sum
skuldi takast og arbeiðast í
heyst og úteftir, farin fyri
skeytið. Nú er bara tað eftir
at taka, sum er í ringunum á
Hovsfirði.
Virði fyri 40 milliónir
Saman við norskum sam-
starvsfeløgum hevur Heri
Hjelm júst latið upp nýtt
laksavirkið í Vági fyri 70
milliónir krónur og hann
dylir ikki fyri, at hetta er
ein ógvuliga dyggur smeit-
ur.
– Tað er ein vanlukka fyri
laksavirkið í Vági, sigur
hann.
Men hann sigur, at tað er
ongin vandi fyri virkinum
sum so.
– Gongur alt annað væl
og tað eydnast við næstu út-
seting, kann laksur takast
aftur longu á heysti næsta
ár.
Hann viðgongur tó, at
støðan er eitt sindur óviss,
tí tað skal fígging til, fyri at
kunna seta út.
Tilsamans verður mett, at
laksurin, sum fór fyri skeyt-
ið í hesi vanlukkuni, hevði
havt eitt útflutningsvirði
uppá einar 40 milliónir
krónur, ella næstan tað.
Men umframt hetta, hev-
ur ein slík vanlukka stórar,
avleiddan miss við sær.
Eitt nú skal tað leggjast
afturat, tað, sum tað kostar
at rudda fjørðin og mølina
eftir vanlukkuna, umframt
tað, sum ringar og nótir
kosta og prísin fyri at
endurnýggja alibrúkið og at
leggja alt út av nýggjum.
Eisini fyri arbeiðsfólkið
er talan um ein ógvuliga
dyggan smeit, tí tá í laksa-
virkið hevur mist helvtina
av fiskinum, sum tað átti at
taka frá í heyst og úteftir, er
tað eisini skilligt, at nógv
dagsverk á virkinum eru
rokin samstundis.
Og harafturat eru tað eis-
ini nógv onnur, sum missa,
eitt nú, flutningsfeløg og
tey, sum gera pakkitilfar
o.a. Eitt nú høvdu flutn-
ingsinntøkurnar verið næst-
an tríggjar milliónir
Umhugsa støðuna
Heri Hjelm sigur, at nú
verður neyðugt at umhugsa
støðuna hjá alibrúkunum á
firðunum í Suðuroynni.
– Tað er púra greitt, at vit
koma í hvussu so er ikki at
leggja ringar útaftur á sama
plássi í Froðba, har hesir
lógu, sum nú fóru.
Heri Hjelm loyvi ti laling
í Froðba, men nú mugu
samráðingar takast upp um,
akkurát, hvar nýggir ringar
skulu leggjast út.
Alibrúki í Froðba lá ikki
akkurát har, sum uppruna-
liga ætlanin var, men plas-
eringin varð broytt nakað í
samráð við kommununa, so
at bátarnir skuldi fáa betri
siglt. Men tað er so djúpt,
har ringarnir lógu, at vit
væntaðu ikki at fáa trupul-
leikar. Men sæð í bakspeg-
ililin, kunnu vit ikki annað
enn ásannað, at vit hava
ligið ov uttarliga.
Heri Hjelm sigur, at tá ið
ringar verða lagdir útaftur,
mugu teir liggja væl longri
inni. Og ístaðin fyri ankar,
verður helst neyðugt at
hava fast í land og søkk.
– Men samstundis er tað
greitt, at tað ber ikki til at
ala meiri inni á sjálvum
firðunum, tí tað tolir um-
hvørvið ikki.
Tí verður neyðugt at ali-
brúkini liggja uttarliga.
– Men tað er heilt greitt,
at vit mugu hava nógv betri
og sterkari útgerð í øllum
alibrúkunum, enn vit hava
nú, tí tað slepst ikki undan,
at tá ið slík kundi henda í
Froðba, fer ivi og óvissa
altíð at stinga seg upp um
hini alibrúkini eisini og tí
verður neyðugt at hyggja
eftir øllum alibrúkunum
fyri at slíkt ikki skal endur-
taka seg.
Hann sigur, at nú er sum
skjótast at taka upp eftir
vanlukkuna og at fáa tann
deyða fiskin og útgerðina
burturbeint og at kanna út-
gerðina fyri at finna tað
neyvu orsøkina til, at ring-
arnir slitu.
Men hann sigur, at tað
tykist sum um at bæði ring-
arnir, nótirnar, og endarnir,
sum brúkini vóru fortoyað
við, hildu, tað var ikki tí,
alibrúkið í Froðba fór.
– Tað er alt, sum bendir á,
at tað eru keturnar, sum
hava verið millumlið, sum
ikki hava hildið, tí ongin av
endunum eru slitnaðir. Men
alt tað fáa vit alt staðfest, tá
ið útgerðin er kannað, sigur
Heri Hjelm.
– Men hetta vísir okkum,
hvussu týdningarmikið tað
er at hugsa um, hvat ein
fæst við. Tað eru øgiligar
kreftir, ið gera seg galdandi
og tað mugu vit hava í hug-
anum, sigur Heri Hjelm.
Men samstundis sigur
hann, at brimið mikudagin
var eisini eindømi. Smyril
hevði tveir tímar norður á
Lítlu Dímun, tað plagar at
taka hálvan tíma, so tað sig-
ur eitt sindur um umstøð-
urnar.
Heri Hjelm misti virði fyri 40 milliónir krónur
SKAÐAVEÐUR
Vilmund Jacobsen
Sosialurin royndi hós-
morgunin at fáa eina
viðmerking frá Trygg-
ingarfelagnum Føroya
um støðuna, nú seks ali-
ringar hjá Hera Hjelm
mikumorgunin slitu og
knústust undir syðra
landinum á Trongis-
vágsfirði.
Vit royndu fyrst at fáa
fatur á Virgari Dahl,
sum hevur hesi viður-
skifti um hendi, men tað
eydnaðist ikki, tí hann
sat á fundi um málið
Vit upplýsa ikki
Vit royndu tískil at koma
á tal við stjóran, Gunnar
í Liða. Tað eydnaðist,
men haðani var eingin
viðmerking at heinta.
– Vit kunnu ikki upp-
lýsa um tryggingarvið-
urskifti
hjá
kundum
okkara. Tað er upp til
kundan sjálvan at upp-
lýsa um hesi viðurskifti,
um hann vil tað. Vilja tit
hava nakað at vita um
hesi viðurskifti, mugu tit
spyrja Hera Hjelm sjálv-
an.
Hetta var tað einasta,
Gunnar í Liða hevði at
siga okkum støðuna, nú
seksaliringar fullir av
laksi fóru í smildur í
illveðrinum á Trongis-
vágsfirði.
Gunnar í Liða, Tryggingarfelag Føroya:
Vit upplýsa ikki
um tryggingarviðurskifti
hjá kundum okkara
Tað eru ikki tríggir mánaðir síðani at Heri Hjelm, høgrumegin
og Esmar Simonsen frá Eimskip prátaðu saman í góðum hýri,
tá ið nýggja laksavirkið í Vàgi varð tikið í nýtslu. Nú hava báðir
verið fyri stórum missi, tí Eimskip flutti nógvan laks fyri Hera
Hjelm
Fór í knús eftir eini lítlari løtu
Tað var av ringasta brimið
mikumorgunin, tá ið
alibrúkið hjá Hera Hjelm
sleit og fór í knús við
600.000-700.000 fiskum,
sum alt fór fyri skeytið. Bæði
Grani og Ólavur Hvíti
royndu at bjarga, men komu
ongnatíð so nær, at teir fingu
sett enda á
C
M
Y
K
9
8