fríggjadagur 1. mars 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 42 - 1. mars 2002
Nr. 42 - 1. mars 2002
11
Eivind Jacobsen
Strendur
Nú norðingar og havnar-
menn eru farnir at skriva
um almennar barnagarðar,
føli eg meg noyddan at siga
mína meining. Onkur sigur
meg verða komandi havn-
armann, meðan onnur siga
komandi klaksvíkingur. Nú
kann lesarin meta sjálvur.
Tað er skeivt, at Almenn-
ir stovnar byggja barna-
garðar. Sama er galdandi
um
privatar
fyritøkur
byggja barnagarðar. Or-
søkin er, at um øll skulu
verða líka fyri lógini, ber
ikki til at feløg, almenn ella
privat, byggja barnagarðar
til síni arbeiðsfólk og lata
kommunurnar gjalda rakst-
urin. Skulu privat ella al-
menn feløg byggja og reka
ansingarstovnar, skulu tey
eisini gjalda raksturin.
Fyri betur at skilja hetta,
kunnu vit gera eitt hugsa
dømi: Um nóg nógvar fyri-
tøkur byggja barnagarðar,
noyðist kommunan at játta
at gjalda raksturin og hevur
ongar pengar til egnar
stovnar. Tá verða tað bert
starvsfólk
hjá
hesum
fyritøkum, sum fáa síni
børn ansaði. T.v.s. at starvs-
fólk hjá fyritøkur við fáum
starvsfólkum ella lítlum
kapitali, fáa ikki sama
tilboð frá kommununi, sum
onnur fáa. Hetta hugsaða
dømi ger, at barnaansing
verður bert veitt starvsfólki
hjá
ávísum
fyritøkum.
Sjálvt um dømi er hypo-
tetiskt, eigur tað at takast
við, tá avgerð verður tikin.
Kundi eisini hugsa mær
at fingið at vita, um tað
kann standa í upptøku-
treytum, at foreldur skulu
starvast hjá ávísari fyritøku
fyri at fáa síni børn ansaði.
Eri ikki løgfrøðingur, men
eg lesi lógina soleiðis, at øll
hava sama rætt at sleppa í
ansing. Eg síggi onga
heimild fyri at geva ávísum
framíhjárætt.
Tíðin komin til
Pasningsgaranti
Trupulleikin við barnaans-
ing er í dag sera stórur.
Flestu tosa, men eingin ger
nakað. Tað kann ikki verða
rætt, at kvinnur gevast at
eta fisk, í royndini at fáa
fremsta pláss á bíðilist-
anum. Tí vil eg mæla til, at
vit seta í gildi eina lóg um
pasningsgaranti. Hetta skal
gerast í samráð við komm-
unurnar. Trupulleikin kundi
verið loystur eftir fáum
árum. Men tað treytar
sjálvandi, at kommunurnar
vísa góðan vilja og brúka
sera nógvar pengar.
Eg dugi ikki at síggja at
tað er rættvíst, at veita
teimum hepnu eina tæn-
astu, meðan onnur onga
tænastu fáa. Lógin á økin-
um sigur, at øll skulu verða
eins. Men sjálvandi sleppa
tey á bíðilistanum, saman
við teimum heimagang-
andi, at verða við at gjalda
tænastuna fyri hini.
Havandi í huga, hvussu
stór inntøkan hjá kommun-
um er í dag, er tað púra
burtur við, at ein íløgu-
kvota, uttan lógarheimild,
skal forða fyri einari loysn
á einum máli, sum nógv
meta hevur stóran tídning.
Mín meining er annars, at
har bíðilistin er longstur, er
viljin minstur. Tí kann tað
ikki verða rætt, at íbúgvar í
øðrum kommunum skulu
gjalda barnaansingina fyri
kommunur, sum hava valt
at raðfesta barnaansing
aftarlaga. Fyrimyndarligt
samstarv
millum
kommunur og ávís virkir er
tekin um vánaliga politiska
raðfesting.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Í dag letur Sosialurin upp blaðdeild í Eysturoynni. Hetta
er triðja verkætlanin – roynd av sínum slag – hjá blaðnum
at fáa betri fótafesti úti um landið. Fyri nøkrum árum
síðani varð latin upp blaðdeild í Suðuroynni og í fjør varð
sett á í Norðoyggjum. Nú er so túrurin komin til
Eysturoynna.
Við hesum trimum redaktiónunum vil blaðið royna at
gerast meira sjónligt um alt landið. Blaðið vil við hesum
royna oftari at koma út til fleiri búpláss kring oyggjarnar.
Nýggja tøknin og bøttu samferðsluumstøðurnar loyva
fjølmiðlafólki hesum nógv betur.
Tað er greitt, at vit fara at halda fram á høvuðsredaktión
okkara á Argjum sum higartil. Men lokaldeildirnar skulu
vera okkara forlongdi armur. Tær skulu byggja brýr
millum útjaðaran og miðøkið. Ein kann í ávísan mun siga,
at tær skulu vera við til at geva blaðnum meira kjøt og
blóð – meira viðkomandi og livandi innihald. Telefon-
journalistikkurin er týðandi partur av arbeiðinum í dag,
men ansast má eftir, at hann ikki tekur heilt yvirhond.
Fyri at kunna greiða frá og endurgeva hendingar og
upplivingar, sum fara fram ymsa staðni í landinum – úr
Sumba til Gjáar, úr Kirkju til Bíggjar – betri, so er
neyðugt at vera í nærumhvørvinum, á staðnum. Tað er
hetta, sum vit vilja við okkara lokalredaktiónum og tí
“rullandi redaktiónini”, sum er úti um landið dag um dag,
viku fyri viku, mánað eftir mánað....
Nú er land okkara lítið og til ber at røkka nógvum plássum
við bili. Eitt nú alla Eysturoynna. Tí vil onkur helst halda,
at tað er óneyðugt at gera íløgur í høli og amboð í oynni.
Her mugu vit bara taka í egnan barm og viðganga, at
fjølmiðlafólk hava ringt við at fara út um høvuðsstaðin.
Ein orsøk er so eisini, at arbeiðsorkan er avmarkað, og tí
loyvir tíðin tí heldur ikki. Tað er hetta vit vilja hava bøtt
um.
Vit hava so mett, at tað hevur stóran týdning fyri tilveru-
grundarlagið hjá eitt nú Sosialinum, at journalistar og
fotografar og haraftrat marknaðarfólkini eru meira sjónlig
um alt landið. Tað skal so aftur skapa eitt betri,
fjølbroyttari og meira livandi blað. Royndirnar úr
Suðuroynni og Norðoyggjum siga okkum, at hetta er rætta
leiðin at fara.
Eysturoyggin er í besta blóma. Her grør um gangandi fót.
Neyvan nakra staðni í landinum er so nógv virksemi sum
her – av Toftum til Fuglafjarðar, úr Lorvík til Oyrar.
Eysturoyggin og her ikki minst allur Skálafjørðurin er við
at gerast ein nýggjur savnandi og mennandi miðdepil í
landinum. Og sjálvandi mugu fjølmiðlarnir fylgja við í
slíkum útviklingi.
Tað skal vera vón okkara, at eysturoyingar taka væl ímóti
nýggju blaðdeildini í Saltangará. Vit vilja so gera okkara
til, at áhugamál, ynski og vónir hjá øllum eysturoyingum
koma at endurspegla seg aftur í tí arbeiði, sum verður lagt
úr hondum higani. Skrivstovan fer at verða opin stóran
part av tíðini og skulu øll verða vælkomin at støkka inn á
gólvið. Eisini til móttøkuna í dag frá klokkan 15 til 18.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Sosialurin í Eysturoynni
VIÐMERKINGAR
Dánial á Dul
Jacobsen
Í Sosialinum mikudagin 27.
februar hevur Eyðólv Dim-
on grein við yvirskriftini
“Óneyðugt við lóg um
frískúlar”.
Ikki
hissini
herðindi, ið herja mannin.
Eftir at hava víst til enda-
málsorðingina hjá fólka-
skúlanum, sum snýr seg um
andsfrælsi, tollyndi, javn-
virði og fólkaræði, spyr
Eyðólv um, hví tað fram-
vegis er ynski um at skipa
frískúlar. Síðani kemur eitt
brot, har tað er torført at
finna hóskandi orð til at
lýsa sínar kenslur við. Orð
sum rasisma ella jødafor-
fylging
tangera
hugan.
Brotið ljóðar: “Fyrst eru
tað teir átrúnaðarligu frí-
skúlarnir, sum ikki eru
sameiniligir við endamáls-
orðing fólkaskúlans um
tollyndi og andsfrælsi, og
hetta leggi eg ikki í at koma
við fleiri viðmerkingum til
her, tí hesir skúlar fara at
koma føroyska fólkaræðin-
um aftur um brekku, um
teir sleppa at síggja dagsins
ljós”.
Samstundis sum hesi
orðini í sjálvum sær sýna
ábyrgdarleysa mótsøgn, so
svara tey eisini spurning-
inum um, hví tað er
neyðugt við frískúlum. Tað
má verða ein fólkarættur
hjá trúgvandi foreldrum at
sleppa undan lærarum, sum
siga, at tey við síni trúgv
eru ein hóttan móti fólka-
ræðinum í Føroyum.
Nú er Eyðjólv Dimon
ikki hvør sum helst. Um-
framt at verða lærari við
føroyska fólkaskúlan, er
hann eisini valevni hjá
javnaðarflokkinum í Før-
oyum, so hugsast má, at
hesi orð ikki bert standa
fyri hansara egnu rokning.
Javnaðarflokkurin er jú
tann flokkur í Føroyum,
sum í mestan mun markerar
seg við pástandum um, at
tað ikki eru uppstillaðu per-
sónarnir, sum hava týdning,
men heldur politikkurin og
flokkurin. Um nú øll fólk í
føroyum, sum hava størri
áhugað í átrúnaði enn í
politikki, venda javnaðar-
flokkinum bakið til kom-
andi val, er lítið at ivast í, at
synd verður í javnaðar-
flokkinum.
Synd í javnaðarflokkinum?
Almennir barnagarðar
Tøkk Jørn
Astrup
Hansen
Joan Ziskason
Stóra tøkk til Jørn
Astrup Hansen, fyri
greinina ”Kvit eller
dobbelt”,
í
Dimma-
lætting,
27.
februar
2002.
Lisbeth L. Petersen
Sambandsflokkurin
Hvussu so víkir og vendir,
so kann Høgni Hoydal ikki
reingja
sannleikan
um
rentuspurningin.
Nú er landsstýrismaðurin
rættiliga farin í hernað fyri
at mótprógva tað, ið komið
er fram um rentuspurningin
millum Danmark og Før-
oyar. Og hann ger tað við at
stempla okkum onnur sum
lygnarar.
Men eg skal vissa Høgna
Hoydal um, at einki orð
verður tikið aftur.
Havi enn einaferð lurtað
eftir orðaskiftinum, sum
var við 1. viðgerð av fíggj-
arlógaruppskotinum
fyri
2002, og eg kann mæla tí
til, ið ivast, at finna fram til
yvirlitið yvir røðararnar og
lurta eftir seinru røðuni hjá
Høgna Hoydal, landsstýris-
manni, og teim viðmerk-
ingunum,
ið
vóru
til
røðuna.
Í sambandi við kreppuna
tosar landsstýrismaðurin
m.a.:
• um ”manglandi hjálp” og
”okursrentu”
(hvussu
kann tað so skiljast?)
• um hvussu føroyingar
máttu gjalda aftur ”við
renturs rentu” (!!!)
• um donsku stjórnina,
sum ikki fór inn fyrr enn
neyðugt var at bjarga
”sínum donsku kapital-
istum”, (men ikki eitt
orð um, at landsstýrið
bað um hjálp !).
Millum
viðmerkjarnar
var Karstin Hansen, lands-
stýrismaður við fíggjarmál-
um, ið greitt sigur tað, ið
undirritaða hevur ført fram,
hóast Høgni Hoydal nú
roynir at venda og snara tí.
At Karsten Hansen síðani
er ógreiður og blandar 2
ymiskar samráðingar sam-
an, broytir ikki veruleikan..
Tann, sum lurtar eftir
viðmerkingunum,
hoyrir
eisini fyrrverandi løgmann,
Edmund Joensen, havast at
Karsteni Hansen, tí tað
hesin sigur er ósatt og heilt
út av lagi. Seinri í orða-
skiftinum sigur tjóðveldis-
maðurin Finnur Helmsdal í
eini viðmerking til mín, at
hann tekur undir við Karst-
eni Hansen, tí tað stendur
rimmarfast, at rentusats-
urin, ið goldin varð, var
nógv hægri, enn hann átti at
verið, og hann nevnir minst
2 % !
Hví fer Høgni Hoydal í
hernað fyrst nú?
Hví rættaði hann ikki teir
báðar ella gjørdi meira við
málið tá?
Og hví kom Karsten
Hansen ikki sjálvur við
rættleiðing beinanvegin?
”Ein og hvør er ósekur til
tað mótsætta er prógvað”,
sigur Høgni Hoydal nú. Ja,
prógvið hava vit í orða-
skiftinum, og tað hjálpir
einki at royna at gera onnur
til lygnarar.
Høgni
Hoydal,
sum
hevur formanað onnur um
at ”útspilling spillir fólka-
ræðið” átti at dugað betur.
Annars skal eg eisini
rættleiða hann, tá hann
sigur, at hetta er at leggjast
eftir persónum, ið hava
aðra politiska meining.
Hetta er als ikki so! Í
hesum føri havi eg víst á og
gjørt vart við, at lands-
stýrismenn hava sagt ósatt.
Tað skal standa fast!
Finnleif Guttesen
borgarstjóri
Hjartaliga tilluku til TB-
flogbóltskvinnurnar
við
føroyameistaraheitinum og
harvið greipuna í 2002, tí
steypavinnarar vóru tit
seinasta vikuskiftið
Hetta hava tit fult uppi-
borið, tí við tykkara ótrú-
liga ídni har ungdóms-
arbeiðið hevur verið í há-
sætinum, var tað bert ein
tíðarspurningur til tit vunnu
bæði steypafinalu og før-
oyameistaraheitið.
At tykkara stríðsvilji
skuldi geva hesi úrslitini í
ár kunnu vit á Tvøroyri og í
Suðuroy bert gleðast yvir,
saman við tykkum.
At flogbóltsfelagið virkar
fyrimyndarligt hava úr-
slitini gjøgnum nógv ár víst
og at tað eru 150 virknir
limir frá 7 ár og uppeftir
vísur, at flogbóltsfelagið er
eitt tað mest virkna felagið
innan flogbólt í Føroyum.
Við sínum ungdómsarbeiði
hevur TB-flogbóltur víst og
prógva, at eitt ítróttarfelag
kann koma langt. Men vit
skulu ikki gloyma tað stóra
sjálvbodna arbeiði, sum
verður gjørt, so øll, bæði
spælarar, nevnd og tey sum
annars stuðla hava stórt rós
uppiborðið.
Eg vil vegna Tvøroyrar
býrað ynskja spælarum og
avvarðandi hjartaliga til-
lukku við føroyameistara-
skapinum og ”the douple”,
og góða eydnu framyvir.
Gunnar K Nattestad
Ein skal vera varin at steina
tá man býr í glashúsið
verður sagt, men tað eru
nøkur ið ikki halda seg
hava fyri neyðini at taka við
hesum setningi. Ein teirra
er Høgni Hoydal. Hann
fýrir ikki fyri at stempla
onnur, men tá hann sjálvur
verður avdúkaður so er tað
persónsforfylging og tað ið
verri er.
Aktuella málið er, hvørt
danir hava skora kassan
uppá at læna til Føroyar
ella ikki. At tað er hoyrn
fyri søgn at Karsten Han-
sen hevur, í minsta lagi
incinuera at, danir heystaðu
profit uppá føroyska neyð,
tað kann einhvør fara inná
heimasíðu Løgtingssins at
lurta eftir.
At tað so ikki er so stutt-
ligt at verða fangaður við
skegginum í postkassanum
er ein onnur søk og tí royna
teir nú at vaska sær sum
best.
Veruleikin er at danski
statskassin við at taka
okkara skuld, hevur spært
okkum føroyingum eini 2-
3% í rentu árliga. Hettar
kemur fram sum munurin á
tí „rating“ ið Føroyar
høvdu í mun til Danmark.
Rating er ein alltjóða
kredittmetingar-stigatalva
har eitt land ella fyritøka,
far ein karakter, alt eftir
hvussu stórur vandin verur
mettur at vera, við at læna
til viðkomandi.
Sparingin vit hava havt
av at danir blivu okkara
lángevar, er millum 50 og
100 milliónir árliga. Hettar
vita bæði Høgni Hoydal og
Karsen Hansen, men hví
skal man geva danskarum
eitt herðaklapp, tá man í
staðin kann sparka?
Tíðan verri, vísur hettar
sag at vera regulin heldur
enn undantakið hjá fleiri
tjóðveldisfólki. Tað góða
við ríkisfelagskapinum skal
dyljast sum mansmorð,
meðan tað negativa skal
varpast út um allar geilar.
Høgni Hoydal segði m.a.
tá fólkaatkvøðan var uppá
tal, at ”nú skuldu vit velja
um vit vildu vera føroy-
ingar ella danir”. Altso,
vrakaðu vit uppskot hans-
ara, so vóru vit danskarar.
Tóku vit undir, ja so vóru
vit rættir føroyingar.
Apropos karaktermorð,
so eru tað sanniliga onnur
enn tey ið Høgni loypur á,
ið duga kunstin.
Høgni Hoydal
Hevði ongantíð ætlað at
svarað eini oddagrein í
Sosialinum.
Tær tykjast í 4 ár at
hava havt sama enda-
mál, sum vit nú síggja í
fullum blóma frá sam-
bands-
og
javnaðar-
flokkinum, beint upp
undir løgtingsvalið: At
leggja eftir Tjóðveldis-
flokkinum við øllum
hugsandi ákærum um
líkt og ólíkt.
Hesar ákærur hava
bert eitt í felag: Tær
hava onki við veruleikan
at gera, og grundgev-
ingarnar gerast alt meiri
skeivar og villeiðandi.
Men Sosialurin fer nú
so langt í oddagreinini
26. februar at siga før-
oyingum, at onki nýtt er
í
politikkinum
hjá
nýggju donsku stjórnini.
Tað
hevur
ongantíð
verið nakar sum helst
trupulleiki at yvirtaka
málsøki til Føroya, sigur
Sosialurin. Eisini tey,
sum ikki standa í heima-
stýrislógini.
Hetta er bert ein
trupulleiki, sum Tjóð-
veldisflokkurin
hevur
skapt, heldur Sosialurin
uppá.
Kenna ikki søguna um
undirgrundina
Sum
dømi
nevnir
Sosialurin undirgrund-
ina og sigur, at undir-
grundin stóð heldur ikki
í heimastýrislógini. Og
har var líkasum onki
problem, sambært So-
sialinum.
At Sosialurin, sum
annars hevur fingist
mest við oljumál av øll-
um føroyskum fjølmiðl-
um, skal borðreiða við
slíkum ósannindum, er
nærum grátiligt. Og alt
bara fyri at seta Tjóð-
veldisflokkin í ringt ljós.
Tí vil eg fegin upp-
lýsa, at “Ráevni í undir-
grundini” standa á lista
B í heimastýrislógini.
Og hóast hetta tók tað
17 ár at taka málið yvir!
Tað vita øll, sum tíma
at seta seg inn í málið
ella at lesa uppá.
Javnaðarflokkurin
vildi sleppa
undirgrundini
Sosialurin veit eisini, at
um
ikki Tjóðveldis-
flokkurin hevði hildið
rimmarfast, so var javn-
aðarflokkurin til reiðar
at gera eina “grøn-
lendska
loysn”,
har
undirgrundin
hevði
verðið umsitin í felag
millum Føroyar og Dan-
mark. Og tá hevði verið
álvarsligur vandi fyri, at
okkara fólkarættur til
egið tilfeingi, hevði ligið
í buktini.
Vit hava sostatt í løt-
uni heimastýri á undir-
grundini. Vit umsita
málsøkið
“ráevni
í
undirgrundini” og gera
lógir og reglur.
Men ognarrættin til
okkara egnu undirgrund
– sum vit ongantíð hava
givið nøkrum - staðfesta
vit ikki fólkarættarliga,
fyrr enn vit hava skipað
okkum sum sjálvstøð-
uga tjóð og hava fingið
viðurkenning sum ein
statur millum aðrar.
Stór broyting í
Føroyapolitikkinum
Tað er vorðið munandi
lættari at yvirtaka máls-
øki í samskifti við
danskar myndugleikar
síðani stjórnarskiftið í
Danmark, og síðani vit
fingu onnur umboð úr
Føroyum á fólkating.
Eisini tey málsøki, ið
ikki standa í heima-
stýrislógini – tildømis
rættarskipan, dómstólar,
útlendingamál og ávísa
vinnulívslóggávu.
Men evsta valdið á
landinum staðfesta vit
ikki, fyrr enn vit sjálvi
taka fullveldi.
So einfalt er tað – utt-
an mun til hvussu ofta
Sosialurin
roynir
at
snara veruleikanum við
støðugt
løgnari
og
skeivari grundgeving-
um.
VIÐMERKINGAR
Sosialurin má lesa uppá:
Undirgrundin
stendur í heima-
stýrislógini - og hon
tók 17 ár at yvirtaka
Tillukku við føroyameistaraheitinum
Karaktermorð 2
Gevst nú, Høgni
C
M
Y
K
11
10