Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 42 - 1. mars 2002 Jóannes Eidesgaard Fyri nøkrum árum síðani var ein søga í útvarpinum um ein mann, sum hevði fjalt seg úti í frumskógini, og tískil ongantíð hevði fingið at vitað, at seinni heimsbardagi var av fyri tíggjutalsárum síðani. Hesin neyðars maður hevði livað í tí trúgv, at kríggið framvegis herjaði og varð tí verandi einsamallur úti í skógini. Tíðindini, sum nú berast av Christiansborg, har Tor- bjørn Jacobsen, fólkatings- maður av øllum alvi roynir at uppfinna fíggindar, minna ikki sørt um henda neyðars mann, sum ikki visti, at friður nú valdaði. Hesin politiski hermaðurin vil sleppa í víggj, men er endaður í tí óhepnu støðu, at ongin tímir at kríggjast við hann. So hjá honum er tað sum hjá einum dreingi, sum vil sleppa at spæla cowboy og indianarar og at skjóta frá hond, meðan allir hinir ikki tíma, men velja okkurt meira friðaligt spæl. Og jú færri tíma at spæla fíggindar hjá fólkatings- manninum, jú næskari gerst hesin politiski guerilla- hermaðurin, sum er end- aður í ringastu støðu, sum hugsast kann, nevniliga at einki er at kríggjast um. Tað er ikki meir enn at Anders Fogh hevur stundir at stjórna landinum, tí stórur partur av tíðini fer til at svara spurningum frá Torbjørn Jacobsen um ymiskar trupulleikar, sum als ikki eru trupulleikar. Og tá Fogh ikki er har, so fáa aðrir ráðharrar av at vita. Um trupulleikar, sum bert finnast inni í Torbjørnsa egna høvdi. Trupulleikar av eini grundlóg, sum Tjóð- veldisflokkurin nú hevur lovað at arbeiða friðarliga innanfyri og so sjálvandi kryddrað við afturvendandi spurninginum um sjálvs- avgerðarrættin. Ikki løgið, at forsætismálaráðharrin kallar hetta skuggaboks- ning, tí annað er tað ikki. Og fyri tann, sum annars hevur nógv um oyruni, so er hetta ikki tað mest konstruktiva, ein kann finna uppá. Vánaligt retoriskt undirhald Tí summa summarum av øllum hesum ivasama retoriska undirhaldinum frá Torbirni Jacobsen er, at tað eru føroyingar sjálvir sum gera av, hvussu viðurskift- ini verða framyvir uttan mun til, um talan er um framhaldandi ríkisfelags- skap ella loysing. Og skal tað vera "repu- blikkin", sum fólkatings- maðurin vil hava, so skal henda vinnast her heima a klettinum og onga aðra- staðir. Tú fært onga "republikk" við at útrópa hana frá røðarapallinum á Christiansborg. Tú fært onga loysing við at útrópa loysingina frá røðarapall- inum á Christiansborg. "Hvørt til sína tíð" er gamalt at siga. Navnframi Churchill var stóri stríðs- maðurin undir seinna heimsbardaga, og onglend- ingar elskaðu hann. Men tá kríggið var av, og friðurin aftur valdaði, so var tað sum hesin úrmælingurin ikki kundi fóta sær polit- iskt. Og stóra fyrimyndin hjá Torbirni Che Guvara er eisini eitt dømi um tað sama. Tað eru nøkur fólk, sum trívast best í víggi, men falla likasum niður- ímillum, tá friður valdar. Øll minnast vit breið- síðurnar móti teimum eys- tanfyri í Dagblaðnum upp gjøgnum 70´ini og upp gjøgnum 80´ini, tá Óli Breckmann framvegis hevði sínar fíggindar at fara í hernað ímóti. Tað var ikki við mýkindum, sum hesin fór við fólki eystanfyri, og Óli upplivdi sína politisku stórtíð. Men hvat, so fall múrurin, og Óli gjørdist politiskt amputeraður, tí nú var knappliga eingin fíggindi at finna. Sjálvandi kann hann eisini royna at uppfinna fíggindar og so boksa í myrkri, men tað gongur bara ikki í longdini. Tjóðveldisflokkurin gjørt friðarsáttmála við Fogh So meðan alt andar í friði og forstáilsi millum Før- oyar og Danmark, sum eisini Tjóðveldisflokkurin so glaðiliga og staðiliga undirstrikaði aftan á vitjanina hjá Fogh, so roynir Torbjørn Jacobsen við fullari decibelstyrki at fyrigykla sær eitt hern- aðarmót á Slotshólminum, men eingin tímir at taka hann fyri fult. Ein ólukkulig støða fyri henda politiska stríðsmannin, at hann ikki longur hevur nakað at stríðast fyri ella onkran at stríðast ímóti. Annað er so, at tað neyvan er til sóma føroy- inga, at Torbjørn aftur roynir at øsa alt upp aftur í varg, hóast hansara egni flokkur var tann fyrsti at taka undir við nýggja tóna- lagnum. Um onkur hevur gloymt tað, so søgdu landsstýrið (incl Tjóð- veldisflokkurin) soleiðis eftir vitjan Fogh´s: "Regeringen er indstillet på at samarbejde om Landsstyrets ønsker om overtagelser af ydeligere sagsområder inden for grundloven og rigsenhed- ens rammer." Og stríðsvøllurin, sum Torbjørn hevur kjósað sær, er skeivur. Tað er ikki danskir politikkarar ella danska fólkið, sum skal ger av, hvussu framtíðarstøða Føroya skal verða. Tað eru bert vit føroyingar, sum eiga ta avgerðina. Vit fáa tað, vit ynskja, men danir taka ikki av- gerðina fyri okkum, so- leiðis sum man næstan kann fáa ein varhuga av, at Torbjørn Jacobsen ynskir. So gevst við hasum og ger heldur eitt politiskt arbeiði, sum er viðkom- andi, harra fólkatingslimur. "The war is over." Kári Petersen valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Skuldin kundi verið aft- urgoldin í 2008, um blokk- urin ikki varð minkaður. Undirritaði vísti fyri góðari viku síðan á, at um landsstýrið ikki hevði minkað blokkin við 364 mió. kr., men í staðin hevði nýtt tær 364 mió. kr. til at gjalda skuld við, so hevði landskassaskuldin kunnað verið afturgoldin í 2008. Nú blokkurin er minkaður við 364 mió. kr., noyðist skattgjaldarin at stríðast við skuldina líka inntil 2018. Kristina Háfoss sigur í grein í síðstu viku, at landsstýrið ikki kundi gera eina avtalu um at økja avdráttin við 364 mió. kr., tí so hevði næsta samgonga (helst hugsar Kristina um javnaðarflokkin og sam- bandsflokkin) bert gjørt nýggja avtalu um at minka avdráttin, og harvið ikki at rinda skuldina so skjótt aftur. Tvær orsøkir eru til at hetta ikki er rætt. Í fyrsta lagi er nógv lættari at samráðast við ein lánveit- ara, og biðja um at sleppa at gjalda skuldina skjótari aftur enn avtalað. Hetta høvdu vit altíð kunnað gjørt. Harafturímóti hevði tað verið sera torført hjá føroyingum at sloppið at longt lánið aftur(td. til 2018), um fyrst avtala varð gjørd um at gjalda hana niður áðrenn 2009. Í øðrum lagi hevði landsstýrið altíð kunna fingið eina bindandi avtalu við javnaðarflokkin um at økja avdráttin við 364 mió. kr., heldur enn at minka blokkin við 364 mió. kr., tí javnaðarflokkurin hevði heldur enn fegin gjørt eina avtalu, sum førdi við sær at skuldin varð burtur í 2008. Tíverri er eingin um- bering fyri landsstýrið. Tað hevur søplað sær henda møguleikan at sleppa før- oyingum burturúr skuldini longu í 2008. Føroyski skattgjaldarin skal tí knossast við skuldina (bruttoskuldin er enn 3,7 mia. kr.) líka inntil 2018, orsakað av dugnaloysinum hjá sitandi landsstýri. VIÐMERKINGAR Bjørn Patursson valevni Tjóðveldisfloksins Heldur ikki á hesum sinni spurdist nakað burtur úr, at bøta um kor landbúnaðar- ins Fleiri álit eru gjørd við nógvum próvgrundum sum tala fyri, at tað er alneyðugt at gera naka ítøkiligt fyri at koma burtur úr tí nagga- tódn festibóndur eru í. Landsgrannskoðarin hevur fer eftir fer gjørt vart við, at galdandi skipan er í ansøgn við vanligan lógarpraksis tí ein og sami “juridiski per- sónur” situr við øllum av- gerðarrætti og veitir fígg- ing til sjálvan seg. Trupul- leikan kenna flest øll, hetta at konkurslógin verður sett úr gildið, skuldin hópar seg upp og tað slepst ikki úr aftur naggatódnini. Vilji skal til Tjóðveldisflokkurin hevur í stevnuskrá síni ein greið- an og væl greinaðan land- búnaðar-politik. Eg eri sannførdur um, at vit við hesum politikki kunnu loysa teir mest grundleggj- andi trupulleikarnar festar- ar dragast við og enntá verið við til at skapt lív í økismenningina. Tjóðveld- isflokkurin leggur dent á, at okkara ríku náttúrugivnu tilfangið skulu allir føroy- ingar eiga, men at vit sjálv- sagt skulu umsita hesi til- fangi soleiðis, at vit úr teimum kunnu vinna okk- um tað ríkidømi tey kunnu kasta av sær. Vit standa ikki í stað Frá landnámstíð hava før- oyingar fiska, veitt og dyrka jørðina. Landið var stórt og tað var nokk til øll. Men tíbetur standa vit ikki í stað, samfelagið broytist og vit liva ikki longur av matfangi, men í einum nútímans samfelagið har vit hava býtt okkum upp í lið sum taka sær av teimum ymisku uppgávunum og har keyp og søla eru okkara lívsgrundarlag. Tjóðveldis- flokkurin vil ikki bara skapa betri kor fyri tí vinnuliga partinum av landbúnaðinum, onki er svart/hvitt eina. Vit vilja hartil virka fyri, at menna søguliga mentanararv før- oyinga, sum í stóran mun er at røkja landið úr fjøru til fjals. Vit skulu samtíðis, sum vit skapa optimal kor fyri vinnuni, ansa eftir okk- ara tilfangi og umsita tey soleiðis, at vit lata eftir- komarum okkara tey, í enn betri standi enn vit tóku vit teimum frá okkara forfedr- um. Hetta er ábyrgdarfullur tilfangis -og umhvørvis- politikkur. Umhvørvisrøkt Tjóðveldisflokkurin leggur dent á, at tað so vítt gjørligt skulu verða eins livikor kring alt landið. At fáast við jørð er gott bæði sum vinna og frítíðarítriv. Júst tí er landbúnaðar-politikkur so serstakur, og júst tí er tað so sera umráðandi at røttu fólkini koma til orð- anna har ávirkanin liggur. Meina vit naka við poli- tikkin um, at menna øll øk- ir í landinum, íroknað Havnina og Klaksvík, mugu jarðarviðurskiftini takast við tá økispolitikk- urin verður orðaður. Tað er neyðugt at hava innlit í, og brenna fyri teimum við- urskiftum arbeitt verður fyri, til tess at náa á mál. Føroyingurin er inniløgumaður Føroyingurin hevur altíð verið, og verður vónandi verðandi, inniløgumaður. Tað leggur tjóðveldis- flokkurin dent á í politikki sínum. Okkara samfelag er bygt upp um einstaklingin og húskini. Tað er tí sera umráðandi, at vit farmhald- andi virka fyri at verja okkara siðaarv og tryggja einstaklinginum og húskj- unum hesi rættindi. Støðan í dag ber boð um, at tað er sera umráðandi at rætti politikkurin verður førdur. Byggja á frælsi og fólkaræði Tjóðveldisflokkurin er ein nútímans flokkur har hvør einstakur sum vil fær ávirkan og sleppur til orðanna. Tað ber í sær, at politikkurin alla tíðina er viðkomandi og dagførdur uttan tó at missa tey grundleggjandi stevnumið- ini úr eygsjón. Tað er tí sera umráðandi at vit ikki gloyma, at tað er í Føroyum vit liva og at vit eru før- oyingar serstøk tjóð sum byggjur á frælsi og fólka- ræði. Landbúnaðarpolitikkur: Mugu seta hol á svullin Politiskir hermenn í friðartíðum Hvat er kríggið, og hvørjir eru fíggindarnir? Viðmerking til Kristinu Háfoss Frá fríggjadegi 1. mars til hósdagin 7. mars Yvir háls og herðar Deadly Love Tron – Nýggj føroysk brúk- arasending (beinleiðs) Mánakvøldið eftir Dag og Viku verður fyrsta kjakið Okkara millum. Fýra sendingar eru fyribils ætlaðar. Katrin Petersen verður vertur í hesum fyrstu fýra sendingunum. Hyggjarar kunnu ringja 322500 mána- kvøldið, men eru eisini vælkomnir at senda e- post til okkara- millum@svf.fo, um teir vilja út við síni meining um fólka- skúlan. Okkara millum »Tann bratta røddin« Fríggjakvøldið kl. 19.00 Sunnudagin kl. 15.20 Fríggjakvøldið kl. 22.00 Ali Baba og teir 40 matpakkarnir Politiska signalið er í hvussu er klárt. Kanska hevur onkur skemtilig sál á almennu kontórunum við sorgblídni givið yvirskriftini »útoyggja« nýtt snið til »útdoyggja«. Nú er skjótt, at ein sum um- mælari ella umrøðari fær slagsíðu og gerst ov negativur. Men málsliga er so illa statt, tá um loftmiðlar ræður, at ein kundi fylt teig eftir teig við væl meintum rættleiðingum. Villurnar eru ofta av slíkum slag, at tær lættliga oyðileggja meginpartin av degnum hjá hampafólki. Hóast eg ofta havi sett mær fyri, at eg altíð skal hava penn og pappír uppi á mær, so er tað verri enn so altíð, at so er. Men ein morgun hevði eg penn og pappír til taks. Í ÚF rungaði Barnaútvarpið, ið ofta ger nógvan gang, fyrst dagurin byrjar. Gangurin er so eitt. Ein kann jú bara dempa. Men at fóðra unga ættarliðið við søg- uni um Ali Baba á vánaligum máli, er verri enn einki. Eg skrivaði í skundi hesa snimmu morgunstund, meðan kaffimunnurin kólnaði: »…Hann æt matpakk- an…«. Kann nakar eita Mat- pakki? Tað er eitt sindur óheppið hjá viðkomandi, um hann eit- ur Matpakki, tí óivað verður hann argaður. Nei, vælmeinandi upplesar- in meinti helst, at »…hann át matpakkan…«! Men sama morgun tók Ali Baba tí kókandi oljuna!?! Viðmerking óneyðug! Skuldi onkur ivast, so eitur tað, at hann tók ta kókandi oljuna! Segði nakar morgungron? Ja, kanska, men slíkt er at fáa gron av í mínum heimi. Seinni varð aftur lisið upp og tá var sagt nakað soleiðis. »…fleiri stellir…«. Brillustell, kaffistell. Tað eitur eitt stell og fleiri stell. Ongantíð fleiri stellir. Bert stell. So einfalt er tað. Og tað sama er galdandi fyri orð sum skáp og sekund. Miðstaðar politikkur og útdoyggjaálit Loftmiðlaøkið er í stóran mun politikkur, hvørki meira ella minni. ÚF hevur virkað og virkar rættiliga væl, síðani byrjanina í fimtiárunum. Síð- ani vit fingu alment sjónvarp í 1984, hava vit havt eina lítla deild, ið tó er ment, men sum neyvan kann kallast eitt al- ment sjónvarp. Og munn- høggarí aftur og fram hevur ikki ført til stórvegis fet fram á leið. Men nú er ein glotti. Um ein altso býr í sonevnda mið- staðarøkinum. Føroya Tele (alment partafelag – veit nak- ar neyvt hvat tað er?) skal senda sjónvarpsrásir, tær út- lendsku. Til miðstaðarøkið. Góð loysn uppá okkara sjónvarpspolitikk, siga óivað allir parteigararnir og brúkar- arnir av almenna partafelag- num, ið búgva júst so langt burtur frá gongugøtuni í Havn, at signalið ikki røkkur teirra stovu!! Politiska signalið er í hvussu er klárt, nú val er í hondum, og alt sum eitur út- jaðarapolitikkur og útoyggja- álit er lagt í eina skuffu. Og kanska hevur onkur skemtilig sál á almennu kon- tórunum við sorgblídni givið yvirskriftini »útoyggja« nýtt snið til »útdoyggja«. Botnurin Botnurin er botnurin. Tað er í hvussu er ikki lygn! Nei, nú skal ein ikki bert síggja svart upp á alt (fyri at verða í hasi rilluni, sum luttakararnir sein- ast). Talan er um eina hálv- vánaliga spurnarkapping, men tvey stuttlig innsløg. Og sjálvsagt hongur sera nógv á luttakarunum við slíka kapp- ing. Haldi Edward Fuglø eigur pallmyndina. Hon eigur í hvussu er rós. Øll byrjan er trupul og byrj- ast skal á botni, um ein vil læra. Tað sigst, at sendingar- nar gerast betri og betri. (Tíð- indi søgdu annars í vikuni, at fleiri sendingar eru framleidd- ar afturat teimum mongu, ið eru gjørdar). Vit gleða okkum og tað tykist longu, sum gongur framá. Botnurin skal vera botnur- in. Rætt skal vera rætt. Rós eiga teir fyri at ganga nýggjar leiðir, ið eisini yngra ættar- liðið kann hyggja at. At gera gott undirhald er ikki lætt. Og ein kann ikki gera øllum tilpass. Tað eru áhugaverdar tíðir, vit liva í. Fjølmiðlapolitikkur verður endavendur á tingsins røðara- palli. Fjølmiðlar, loftmiðlar. Eitt fyribrigdi, tey fáu framleiða til so mong og sum øll hava eina meining um. Skulu loftmiðlarnir hava loyvi at senda handilslýsing- ar? Komandi vikurnar verða óivað nógvar fjaldar lýsingar við meira og minni innballað- um valfleski varpaðar um all- ar geilar. Eisini tær geilar, har almenna partafelagið ikki tímir at senda. Dagfinn Olsen ummælir: Mánakvøldið kl. 20.20 Sunnukvøldið kl. 20.00 C M Y K 13 12