Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. februar 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22 14 Sosialurin Kjak Í fjølmiðlunum herfyri hevur Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður, fleiri ferðir víst á, at tíðindaflutningurin hjá Útvarpinum serliga við- víkjandi tí, ið danskt er, er ósakligur. Hvørja ferð hevur Beinta Løwe Jacobsen, redak- tiónsleiðari víst hesum aftur. Ein Public Service-avtala merkir m.a., at Kringvarpið skal bera fram fjølbroytt, seriøs og óheft tíðindi. Havi niðanfyri sett upp tey tíð- indi, sum eg havi hoyrt í farna mánaði viðvíkjandi tí, ið danskt er (í parantes við- merkingar til tíðindini): Sí uppsetning Tey, sum hava hoyrt hesi tíðindi, vita, at her er talan um, at flestu tíðindi (leyst- liga mett omanfyri 90%) eru negativ mótvegis don- sku stjórnini ella donsku myndugleikum ella í besta lagi mistonkiliggerandi av øllum tí, sum danskt er. Hesi tíðindi kunnu nokk tey flestu eftirkannast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Hetta er tað, sum ÚF borðreiðir við sum Public Service –tvs.fjølbroytt, seriøs og óheft tíðindi?Hetta er bara so langt úti, at ÚF má hava misskilt sáttmalan, tí her er ikki talan um Public Service, men heldur um Republic Service. Áhugavert kundi verið at kanna eftir, um tú og eg hava skyldu til at gjalda lógarbundið kringvarpsgjald, tá ið vit ikki fáa tað, vit gjalda fyri, nevniliga Public Service, men í staðin fyri fáa Republic Service! Republic Service Johan Petersen Almenna Kringvarpið hevur ein Public Service sáttmála við Mentamálaráðið. Afturfyri fær Kringvarpið lógarbundið gjald frá tær og mær. Men spurningur hevur ofta verið settur við, um Kringvarpið livi rupp til eins liken sáttmála. Ein skjót gjøgnumgongd av tíðindaflutninginum hjá Útvarpinum í januar- mánaði vísir greitt, at her er heldur talan um Republic Service Dagur: Kl.: Tíðindi: 01. 14.00 Bamse doyði í nátt. 05. 12.20 Rokningin (bara) 200 mió. kr. størri um Eik Banki í Føroyum varð loystur frá veðhaldi fyri Eik Banka DK. 18.00 Tað hevði væl borið til at bjargað Eik Banka í Føroyum og samstundis sloppið frá bindingunum við danska dótturbankan. Atlitið til føroyska samfelagið og Eik Banka sum størsta peningastovn í Føroyum vigaði onki. 06. 12.20 Jóannes Eidesgaard og andstøðan á gosi um viðgerðina frá danska fíggjareftirlitinum og Finansiel Stabilitet av Eik Banka. 18.00 Fólkaflokkurin góðtekur ikki grundgevingarnar hjá donsku myndugleikunum fyri, at tað ikki bar til at slíta føroyska og danska partin av Eik Banka sundur. Hetta er eitt av dønum framleitt argument (Jørgen Niclasen í interviewi – eisini interview við Jóannes Eidesgaard og Kaj Leo Johannesen, sum vísir á, at alt innslagið hjá Út- varpinum byggir á 3 reglur av fýra síðum, har løgfrøði- ligar grundagevingar eru, men sum ÚF ikki nevnir). 09. 14.00 Høgni Hoydal fer at endurtaka kravið um óhefta kanning tí skjøl vísa, at uttanríkisráðharrin ikki spurdi amerikonsku stjórnina um fangaflutningin hjá CIA í m.a.føroyskum loftrúmi. Danska stjórnin spældi ein tvíleik. ( Frank Åen endurgivin og Høgni Hoydal interviewaður) Trupulleikin er, at felagsmál verða viðgjørd sum donsk mál (um Eik), sigur formaðurin í Sjálvsstýrisflokkinum (interview við Kára av Rógvi). 10. 12.20 Grønlendsku fólkatingslimirnir vilja hava svar upp á CIA-flúgving yvir Grønlandi. 11. 12.20 Bjarging ella bani/banahøgg, tá ið EikBanki fór undir Fíggjarligt Støðufesti? (eygsjón). 14. 12.20 Spældi danska stjórnin dupultspæl: CIA fangaflutningur (eygsjón) – (dagin eftir, at TF Holding keypti Eik Banka, men nú er tað ikki áhugavert). Fíggjarligt Støðufesti fer at seta folk, sum eru von við kredittmeting í nevndina í Eik. Viðurskiftini at reka banka í Føroyum eru so serlig, sigur danskur serfrøðingur, at tað kann styggja investorar burtur (eru ikki fyri børn samb. Astrup). 16. 14.00 Nýggj skjøl styrkja illgrunan um, at Dan- mark royndi at tiga í hel ólógliga fangaflutningin hjá CIA (strammað upp í mun til tíðindini í DK-pressuni). 18. 12.20 Er tað ein trupulleiki fyri fólkaræðið í Føroyum, at danska stjórnin hevur spælt dupultspæl ímálinum um møguliga ólógliga fangaflutningin hjá CIA og lumpaði stjórnin fólkatingið og føroysku myndugleikarnar? (eygsjón við Edmund Joensen og Høgna Hoydal. Høgni fingið eina røð av positivt leiðandi spurningum, meðan Edmund bleiv avbrotin 4 ferðir og fekk eina røð av kritiskum spurningum). 19. 12.20 Viðgerð í Fólkatinginum av málinumum CIA-flúgving (Jón B. Hvidtfeldt sendur á Fólkatingið at fylgja við). 18.00 Viðgerð í Fólkatinginum av máli- numum CIA-flúgving (JBH sendur á Fólkatingið at fylgja við – innslagið dekkar 2/3 av allari tíðinda- sendingini og interviewar 4 kritikarar, sum leystliga mett eiga 90% av innslagnum (Frank Aaen frá Eindarlistanum(!!!), Lars Emil Johansen, Julianne Henningsen og HøgniHoydal) og bert 2 viðhaldfólk (Lene Espersen og Edmund Joensen)). 20. 12.20 Fólkatingið vil ikki hava eina nýggja- kanning av fangaflutninginum hjá CIA. 21. 12.20 Ferðaliðið hjá ríkispolitinum kemur til Føroya at kanna grindamál. 22. 12.20 Danska reiðaríið Shipcraft er farið undir samráðingar við somaliskar sjórænarar. 18.00 Grøn- land krevur framvegis eina óhefta kanning av máli- num um ólógliga fangaflutningin og dupultspælinum hjá stjórnini (langt interview við Julianne Henning- sen, IA). Sáttmáli gerast millum Danmark og Føroyar um at yvirtaka sakførarastarvsemi. 23. 14.00 Finansiel Stabilitet verður umskipað. 24. 12.20 Danir eru tað fólkaslagið í øllum heiminum, sum er mest rakt av krabbameini. 18.00 Fartelefonir ger- ast ein størri og størri plága í bilferðsluni í Danmark. 26. 12.20 Landsstýrið fer neyvan at krevja donsku stjórnina eftir einari óheftari kanning av málinum um ólógliga fangaflutningin í føroyskum loftrúmi (og so verður alt málið endurtikið við mistonkilig- gering og avspæling av gomlum interviewum!). 18.00 Mentamálaráðið og danska undirvísingar- málaráðið havas kriva undir samstarvsavtalu um føroysku yrkisútbúgvingar. 27. 12.20 Danir eru ov feitir. 18.00 Grønlendska landstingið stendur saman um at krevja eina nýggja óhefta kanning av loyniliga fangaflutninginum hjá CIA og um møguliga dupultspælið hjá donsku stjórnini (interview við Justus Hansen um ”ólógliga” fangaflutningin í grønlendskum loftrúmi). Hvørji rættindi hava fólk í skrásettum parligi í Danmark ella Grønlandi í Føroyum? Ríkisumboðið veit rætt og slætt sagt ikki. Ábyrgdarblaðstjórin á Politiken Tøger Seidenfaden er deyður. 29. 18.00 Føroyingar gera um seg i danmarks- meistarakapping í inniróðri. 30. 18.00 Frankaríki vann á Danmark í hondbólti. 31. 18.00 Føroysku peningastovnarnir hava biðið um at sleppa upp í Pengeinstitutankenævnet. Fíggjarligt virksemi er danskt málsøki í Føroyum. Danska uttanríkismálaráðið hevur ávarað danskar ríkisborgarar um at ferðast í Egyptalandi. Præd.1,14. Vit strevast og stríðast hvønn einasta dag, frá morgni til myrkurs vit fúka avstað. Nú arbeiði alt tekur okkara tíð, vit móð koma heim – hava ongantíð frí. Foreldur nú øll mega ellisheim á, - tey seinastu árini heimanífrá. Tey eru ein kleppur og volda nógv stríð, vit orka tey ikki - og spyr ikki hví! Til fartelefonin ein dagin tær ber tey boð, at tín móðir nú heim sloppin er. Vit børu tá koyra um fjøll og um fjørð, so skjótt hon kann hvíla í heimbygdar jørð. Jú, stór er øll skuldin til bil, bát og heim, vit hava ei ráð meir til gleði og gleim. Tó hvørt ár vit fara til útlond at sjá, vit halda, vit har sleppa strongdini frá. Vit hava ei stundir til børn meir at fá, tey eru ein forðing – vit hava ei ráð. Nú krevja tey alt, og tað kostar so nógv, øll leiku og klæði frá høvur til skógv. Tey skrykkjast úr svøvni, frá tey vóru smá úr stovu í stovu har frøðingum hjá. Til fimleik, til tónleik til ítrótt við skund, - til barndómsins gleði ei eydnaðist stund! Og tóm stendur borgin, nú sólin hon sær, har bert okkurt húsdýrið innivist fær, til sólin hon setur, og bilur í tún heim børnini koyrir og deyðamóð hjún. Í skundi tá bráðverður berst har á borð, - ei ljóða tá altíð tey vakrastu orð, tí strongd øll har sita – og meir leikar á: tey smáu jú skulu til songar nú gá! Hjá hinum tá setningur gerast víst skal, - tó betri er hugur til teldu og spæl! Tá sjónvarpið kemur, tað øll skulu sjá, ei børnini fáast til songar at gá. Á hjúnunum hýrur helst skiftandi er, tí lánið ei lækkar, sum tíðin hon fer. Tey árini bestu tí renna so mong, - hvørt kvøld fara hjúnini lúgvað í song. Var hetta øll ætlan við lívinum her, tá hjún funnu saman í hesari verð: at stríðast og strevast, til lívið er av, - og gloyma teir gripir, oss skaparin gav? Yrktur 2. desember 2007. P.J.Sigvardsen Eftirsókn eftir vindi