mánadagur 21. februar 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22
Sosialurin
Bergur A. Dalsgarð
Sosialistisk Ung
Onkur segði, at tingfólk
ikki eru høgt lønt. Hetta er
tó bert sannleikin, um hugt
verður eftir sjálvari lønini,
sum tingfólkið fær útgoldið.
Við síðunar av hava tingfólk
nevniliga eina eyka inntøku,
ella ”kostnaðarendurgjald”,
sum tað so pent eitur. Hetta er
endurgjaldið fyri útreiðslur í
samband við ferðing til og frá
arbeiðsplássinum, tvs. Tórs
havn, og fyri vanlig fólk kall
ast hetta ferðaendurgjald.
Ein tingmaður úr Viðareiði
fær 81.000 krónur um árið í
”kostnaðarendurgjald”. Eitt
vanligt fólk úr Viðareiði, sum
ferðast til Havnar at arbeiða
hvønn dag, fær 13.000 krónur
í endurgjald. Eitt tingfólk úr
Gøtu, sum skal ferðast til
Havnar, fær 54.000 krónur.
Arbeiðarin fær 6.400 krónur
við sama bústaði og somu
arbeiðsdestinatión. Tingfólk
ið, sum býr í Gøtu, fær sostatt
átta og eina hálva ferð meira
í ferðaendurgjald enn vanligi
gøtumaðurin, sum arbeiðir í
Havn. Eru tingfólkini dýrari
at flyta enn vanlig fólk?
Kanska
hava
tingfólkini
bilar, sum slúka átta ferðir
meira bensin enn bilarnir
hjá vanligum fólki? Nei, sann
leikin er, at tað eru tingfólk
ini sjálvi, sum áseta hetta
”kostnaðarendurgjaldið”.
Tølini koma frá skjølum,
sum øll hava innlit í, og er
talan um eitt endurgjald, sum
fyri tingmannin úr Viðareiði
svarar til 162.000 krónur
fyri skatt. Upphæddin av
endurgjaldinum er tengd av,
hvørt tingmaðurin møtir til
arbeiðis ella ikki, tey fáa fyri
100 dagar, og missa tey ein,
verða tey trekt fyri 1/100 av
upphæddini. Men skipanin
er ikki bygd uppá eina realist
iska meting av, hvør veruligi
kostnaðurin er fyri ferð
ingina. Tí er hetta ein órætt
vís og ósolidarisk skipan.
Vit í Sosialistisk Ung vilja
staðiliga mæla til, at ”kostn
aðarendurgjaldið” verður av
tikið, og at tingfólkini koma
undir somu skipan sum van
lig fólk. Væl kann vera, at
ein ikki velur, hvar sítt egna
arbeiðspláss liggur, men tað
er ikki grundarlag fyri at gera
eina skipan, sum hevur til
endamáls at rinda ovurstórt
endurgjald til sín sjálvs.
Órættvíst »Kostnaðar
endurgjald« til tingfólk
Einar 200 250 mill. kr., sum eftir landsins
lógum hoyra heima í landskassanum, svimja
framvegis frítt millum hávar og heykar,
sum óttaleysir kunnu halda áfram við
hesum ólógliga og undirgravandi virksemi,
ið fyriuttan at vera landsskaðiligt eisini
skaðar tey mongu, ið av eini ella aðrari
orsøk hava stuðul fyri neyðini, og sum av
somu orsøk mugu sita við skerdum ella
ongum stuðli.
Onkur helt fyri, tá málið var uppi at
venda, at sicilianska mafian hevði rodnað
yvir egna dugnaloysi, høvdu teir sæð skilið
ella kanska rættari sagt skipaða óskilið á
mvg og skattaøkinum í Føroyum.
Seta vit stuldurin og svikini í perspektiv,
so hevði tilsvarandi í DK svara til umleið 25
milliardir kr. og í Italia hjá mafiabossunum
300 milliardir kr (av sonnum ongir
smápengar).
Hetta hevði so ongastaðni gingið uttan
í Føroyum. Um TAKS ikki hevur neyðuga
peningin ella nokk av kvalifiseraðum fólki,
til at røkja sínar uppgávur, so eiga teir at fáa
bæði tey nevndu í stundini, tí útreiðslurnar
eru peanuts við síðuna av vinninginum, ið
tá verður at standast av teirra økta virki.
Fíggjarmálaráðharrin
og/ella
TAKS,
eiga at greiða Føroya fólki frá, um kikarin
framhaldandi verður settur fyri blinda
eyga, ella um nøkur munagóð stig verða
tikin, soleiðis at hann ístaðin verður settur
fyri síggjandi eygu.
Er kikaran framvegis
fyri blinda eyga, tá
talan er um mvg
stuldur og skattasvik?
Dagfinnur Danbjørg
At síðan blaðskriving aftaná fer at
verja tað, sum Kári hevur ført fram
í sinnismuni, er beinleiðis tollut og
tollut er sambært orðabókini hálvbýtt
ella fjákut.
Seinni heimsbardagi endaði í 1945
og tað eru 65 ár síðani. Tað eru bara
núlivandi týskarar, sum eru omanfyri
85 ár, sum kunnu ábyrgdast fyri nakran
av teimum ræðuleikum, sum fóru fram
undir seinna heimsbardaga.
Tað vil siga, at ein og hvør føroy
ingur, sum roynir at turka egna
undirlutakenslu upp í ræðuleikarnar
hjá týskarum undir seinna heims
bardaga, fyri at hevja seg sjávan, kemur
at raka eini 80 milliónir ósekar týskarar,
áðrenn hann kanska rakar onkran
einstakan sekan millum tær seinastu
fimm millióninar í fólkaríkastu tjóðini
í Europa.
Og tílíkt er tollut.
Eg havi búð í Hamborg, og týskarar
eru virðligt fólk at liva saman við í
dag. Nazisman fekk rættuliga fasta
tøkur í Týsklandi, fór fullkomiliga yvir
gevind, misti tamarhaldið og endaði í
sorgarleiki. Hon kundi eins væl fingið
fastatøkur aðrastaðni í fasistiska
Europa um tað mundið. Eitt nú var
bretski yvirklassin ógvuliga vinarliga
sinnaður móti nazistunum.
Sum ungur var eg villur við
knívinum í grindadrápi. Í dag setir tað at
hjartanum, tá ið eg eri vitni til eitt grinda
dráp. Tað er við blandaðum kenslum og
harmi í hjarta, at eg skrivi meg upp og
farið eftir seðlinum. Mær dámar enn
stak væl grind, og eg kann eisini vera
hana fyri uttan.
Kanska prísurin fyri grindadráp
verður okkum ov dýrur í framtíðini,
eg veit tað ikki, og eg havi ein sterkan
illgruna um tað.
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Tollut skriving um týskarar
Kjak
Kári av Rógvi er lopin fram av í sinnismuni, og hann hevur
viðgingið tað alment. Hann hevur fornermað eina tí máttugastu
tjóðina í heiminum. Tað ber til at siga ov nógv, og er ein maður
fyri at viðganga tað, er framvegis virðing um mannin
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
EbEnEzEr
www.ebenezer.fo