mánadagur 21. februar 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22
12
Sosialurin
Líkt er til at størri arbeiðs
virkni millum norðurlend
ingar er heitasta evnið á
politisku dagsskránni. Evnið
sær út til at gerast høvuðs
evnið í komandi danska
valstríðnum, og hevur eis
ini verið eitt høvuðsevni
á dagsskránni í almenna
kjakinum farna árið. Sama
ger seg galdandi í fleiri av
hinum
norðurlondunum
– høvuðsslagorðið hjá Jens
Stoltenberg í Norra er “arbeid
til alle er jobb nummer én”,
meðan
svenska
stjórnin
brúkar “Jobben är vår vigtig
aste framtidsfråga. Fler jobb
tryggar välfärden...”.
At talan er um annað enn
politiskt gykl eru tað nógvar
ábendingar
um.
Serfrøð
ingar hava kropp á kroppi
víst
á
døpur
framtíðar
demografisk útlit samstundis
sum hagtølini fyri óarbeiðs
før eru órógvandi. Eisini í
norðurlendskari
frágreið
ingini hjá Nososko frá 2009
um avbjóðingar fyri norður
lendska
vælferðarstatin
verður staðfest, at tað at
hava flest møgulig virkin á
arbeiðsmarknaðinum sær út
til at vera størsta avbjóðingin
fyri framman.
Høgt arbeiðsvirkni
í Norðurlondum
Í mun til hesa niðurstøðu
vil helst onkur siga, at
Norðurlond jú eru eyðkend
við einum høgum arbeiðs
virkni. Men hóast hetta, so
má hetta eisini síggjast í mun
til vælferðarstatin, og hvussu
útbygdur hesin er. Nógv av
lívsins viðurskiftum eru nú
einaferð lutfalslig. T.d. so
kann nevnast, at hóast høgt
arbeiðsvirkni í Danmark,
so er ein niðurstøða hjá
donsku arbeiðsmarknaðark
ommissiónini, at danskarar
nýta ov lítlan part av teirra
lívi á arbeiðsmarknaðinum
sæð í mun til vælferðar
tænasturnar, sum ein dani er
móttakari av. Miðalborgarin
fær meiri í veitingum og
tænastum enn hann rindar
umvegis skatti og avgjøld
um. Og tá hongur rokni
stykkið ikki saman, sigur
kommissiónin, og so slett
ikki um hugt verður nakað
fram í tíðina.
Føroyingar allar
raskastir?
Um tú hoyrdi tíðindi herfyri,
so kundi tú sum føroyingur
helst fingið hug til at sett teg
afturá og hugsa, at hetta er
ikki viðkomandi fyri Føroyar.
Tí sambært hagtølum, so
eru føroyingar samanborið
við aðrar norðurlendingar
allar raskastir til at vera á
arbeiðsmarknaðinum.
Ja,
Hagstova Føroya kundi her
fyri enntá boða frá, at arbeiðs
virkni í Føroyum er munandi
hægri enn í øllum øðrum
londum (sum vit kenna til).
Til tey góðu tíðindini um
føroyska arbeiðsmarknaðin
er tó neyðugt at leggja aftrat,
at Føroyar eisini liggja hægst,
tá talan er um at arbeiða
niðursetta tíð – serliga eru
tað kvinnur, sum í nógv størri
mun arbeiða niðursetta tíð,
men ein ávísur munur er
eisini at síggja hjá monnum.
Hví so er, kann vera ringt at
meta um. Er føroyski arbeiðs
marknaðurin rúmligari, er
talan um strukturellar forð
ingar, ella er tað tí, at neyð
ugt er hjá teimum, sum hava
maka á sjónum, at arbeiða
niðursetta tíð? Ja, vit vita ikki
hví, men frágreiðingarnar
kunnu vera so mangar.
Og
viðvíkjandi
rokni
stykkinum, so sær ikki út til
– hóast stórt arbeiðsvirkni
– at hetta hongur saman her
heima heldur. Hallið á fíggjar
lógini talar fyri seg.
Demografi og
óarbeiðsføri
Eitt vaksandi tal av eldri er
eitt fyribrigdi, sum er galdandi
í øllum vesturheiminum, og
Føroyar er einki undantak.
Framrokningar av fólkatøl
um vísa, at tað verða færri
fólk í arbeiðsførum aldri á
arbeiðsmarknaðinum í mun
til stóra bólkin av fólkum
í pensjónsaldri. Orsøkin er
hægri livialdur, og at ov fá
børn verða fødd. Framtíðar
útlitini eru sostatt, at færri
vera til at forsyrgja fleiri.
Hetta leggur m.a. trýst á
arbeiðsmarknaðin, vælferðar
tænastur o.a., og harvið verða
sett størri krøv til arbeiðs
virkni millum tey, sum eru í
arbeiðsførum aldri.
At
vælferðarsamfelagið
er treytað av høgum arbeiðs
virkni er ikki nakað nýtt,
men í og við at tað er greitt, at
hesin samanhangur orsakað
av nevndu demografisku
avbjóðingunum
væntandi
verður enn týdningarmiklari
í framtíðini, so kann tað ikki
undra, at Norðurlond hava
stóran ekka av gongdini,
sum hevur verið seinastu
nógvu árini við, at fleiri og
fleiri í arbeiðsførum aldri
ikki eru virkin á arbeiðs
marknaðinum.
Hóast búskaparvøkstur
og metlágt arbeiðsloysi, so
hevur bólkurin uttan fyri
arbeiðsstyrkina seinastu 20
árini verið støðugt vaksandi
í norðurlendsku vælferðar
samfeløgunum. Umráðandi
er her at viðmerkja, at vit
ikki tosa um bólkin av
arbeiðsleysum, men við lægri
arbeiðsvirkni er at skilja,
at ymiskir bólkar verða úti
hýstir frá arbeiðsmarknaði
num ella við, at fólk í stóran
mun arbeiða niðursetta tíð.
Og í Føroyum...
Demografiska
avbjóðingin
liggur eisini framman fyri
okkum í Føroyum, men við
víkjandi spurninginum um
óarbeiðsføri, so mangla vit í
Føroyum, sum ikki einaferð,
munagóð hagtøl á økinum.
Men ábendingar eru um, at
talið av fólkum í Føroyum,
sum eru varandi uttanfyri
arbeiðsmarknaðin økist og
er øktur seinnu árini. Talið
av
fyritíðarpensjónistum
hevur verið støðugt seinnu
árini, men talið av persónum
í vardum starvi hevur verið
vaksandi. Tó kunnu vit ugga
okkum við, at føroysku tølini,
sum vit kenna, eru lægri
enn í londunum rundan um
okkum.
Sjúkufrávera
ein ábending
Ein týðandi norðurlendskur
innsatsur
seinnu
árini
hevur verið í mun til sjúku
fráveru, ella serliga lang
tíðarsjúkufrávera, ið veru
liga hevur gjørt um seg.
Tiltøkini verða mett sum
ein ógvuliga týðandi táttur
fyri at mótvirka, at fólk
missa tilknýtið til arbeiðs
marknaðin, og hervið eisini
at
avmarka
tilgongdina
til aðrar sosialar skipanir.
Donsk hagtøl vísa, at í førum
har langtíðarsjúkufráveran
er eitt ár koma 1út av 5 per
sónum ongantíð út aftur á
arbeiðsmarknaðin
Í Føroyum hava vit ongi
almen hagtøl fyri sjúku
fráveru. Einastu tøl fyri sjúku
fráveru, vit hava, eru frá
Sjúkadagpeningaskipanini
hjá Almannastovuni, men
hesi siga tó bert nakað um
støðuna fyri ein avmarkaðan
part av arbeiðsmarknaðinum.
Fyri tann almenna og privata
arbeiðsmarknaðinum annars
eru ongar skrásetingar ella
kanningar yvir sjúkrafráveru.
Hagtøl frá sjúkradagpeninga
skipanini kunnu ikki brúkast
til at meta um restina av
arbeiðsmarknaðinum,
tí
arbeiðsumhvørvið og onnur
viðurskifti
eru
rættiliga
ólík. Men tað, sum tølini fyri
sjúkadagpeningaskipanina
siga, eru, at tal av fólkum í
skipanini er ikki vaksandi, og
at fólkini í skipanini eru ikki
oftari sjúk. Men sjúkuskeiðini
eru munandi longri í 2009 enn
fyri bert fáum árum síðani.
Talið av teimum, sum fáa
sjúkradagpengaveiting í 40
vikur (fult tíðarskeið), er økt
munandi seinnu árini. Eisini
er talið av teimum, sum fáa
forsorgarhjálp vegna sjúku
økt munandi í seinastuni.
T.v.s. at onkrar ábendingar
eru um, at langtíðar sjúku
fráveran er vaksandi. Men
um gongdin vit síggja aðra
staðni við vaksandi sjúkra
fráveru annars er galdandi
fyri Føroyar er fullkomiliga
ókent. Tað átti tí at verið
kannað, í hvønn mun vit hava
trupulleikar við langtíðar
sjúkufráveru
á
arbeiðs
marknaðinum annars.
Handfara støðu við
vaksandi arbeiðsloysi
Til hetta skal eisini leggjast
afturat, at ein støða við vaks
andi arbeiðsloysi eisini kann
elva til vøkstur í bólkinum
av varandi óarbeiðsføri um
trupulleikin
ikki
verður
rætt handfarin. Royndir frá
undanfarnum
búskapar
kreppum
hava
sambært
OECD lært okkum fylgjandi:
1. at stígur í búskapinum
viðførir størri vøkstur í
arbeiðsloysi, 2. at kostnaðurin
við missi av menniskjaligum
tilfeingi
(human
capital)
veksur í búskaparkreppum
orsakað av longrivarandi
arbeiðsloysi, 3. at vøkstur
í arbeiðsloysi hevur serliga
stórar avleiðingar fyri út
settar bólkar, tó sleppur
eingin bólkur undan, og 4. at
trupult er at venda gongdini
í tíðarskeiðum við vøkstri í
arbeiðsloysi, og at vandi er
fyri varandi útihýsing av
veikum bólkum á arbeiðs
marknaðinum.
Sambært OECD tilmælum
er tað í tílíkum støðum, at
lond skulu seta tiltøk í verk
fyri at forða fyri, at ein
arbeiðskreppa
ikki
gerst
ein sosial kreppa. Hetta
skal gerast við politiskum
átøkum fyri at fáa fleiri í
arbeiði, og í øðrum lagi við
at tryggja sosiala netið.
OECD mælir harumframt
til, at fólk afturfyri arbeiðs
loysisdagpengar fáa arbeiðs
bjóðandi tænastur (arbeiðs
søking, arbeiðsvenjing o.l.).
OECD mælir til, at lond
taka langtíðaratlit, tvs. at
tryggjað verður, at kreppan
ikki viðførir varandi útihýs
ing
av
veikum
bólkum
frá
arbeiðsmarknaðinum,
soleiðis at bólkurin uttan fyri
arbeiðsstyrkina veksur, tí tað
fara betri konjukturar ikki at
fáa broytt. Og ávarað verður
ímóti at seta tiltøk í verk, ið
minka um arbeiðsútboðið í
framtíðini, t.d. við at stovna
nýggjar skipanir, har fólk
tætt upp á pensjónsaldur,
kunnu fara frá áðrenn tíð.
Álvari ella ikki
Avbjóðingarnar
metast
sum verandi stórar. Týðandi
demografiskar
broytingar,
trupulleikar við umfatandi
óarbeiðsføri umframt møgu
ligar avleiðingar av verandi
búskaparkreppu.
So
tað
kann ikki undra, at okkara
norðurlendsku
nábúgvar
eru nakað stúrnir um útlitini
fyri sonevnda norðurlendska
vælferðarstatin.
Men
at
meta út frá kjakinum í
Føroyum, so letur ikki til,
at nøkur órógv er millum
føroyskar politikarar ella
føroyingar annars um hesi
útlit. Tað ber sjálvandi til, at
trupulleikarnir í Føroyum
ikki eru nær til so stórir sum
í okkara grannalondum, men
tað vita vit ógvuliga lítið
um. Og tað hevði tí kanska
verið eitt hugskot at fingið
staðfest um so er ella ikki.
Arbeiðsmegin er tað mest
týðandi tilfeingið, sum eitt
land hevur yvirhøvur.
Órógvin um arbeiðsmegina
í Norðurlondum
Kjak
Hallbera Fríða West og
Heri Petersen