Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. februar 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22 16 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Anny Maria Davidsen rakk sjeynda plássinum í heims­ meistara kappingini í bólkinum U23 í gjárkvøldið. Hon kom á mál við tíðini 6:59.4. Føroyingar var gott og væl 18 sekund aftan fyri Kaisa Pajusalu úr Estland, sum vann kappingina. Anny Maria Davidsen er fyrsta før oyska kvinnan, sum er komin nið ur um sjey minuttir, og undan kapp ing ini varð væntað, at hon fór at røkka 10. plássinum. Hon segði við Sosialin fyri tveimum vik um síðan, at HM var ein stór av bjóð­ ing. ­ Tað eru sjálvandi altíð nervar upp á til eina slíka kapping, men hin vegin er kappingin størri, og eg ver ið tí meira pressa til eina HM­ kapp ing, vísti hon á. Uni Holm Johannesen Jan Herman Hansen, formaður í Róðrar sambandinum, er ovurfegin. ­ Hetta hevur ótrúliga nógv at siga fyri føroyska rógving. Tað er sera týdningarmikið at hava fyri­ mynd ir, sum røkka tindunum, er fyrs ta viðmerkingin. Sverri Sandberg Nielsen úr Mið­ vági fór frá øllum undir heims­ meistara kappingini í bólkinum ‘Junior Men’ í gjár. Undan kapp ing­ ini hevði hann næstbestu tíðina í heiminum. Við eftir einum flottan enda spurt kom hann fyrstur á mál ið og kundi lata seg heiðra sum heims meistari. ­ Tað eru slík úrslit sum kveikja altjóða áhuga fyri føroyskari rógv­ ing, vísir Jan Herman Hansen á. Róð fyri Danmark Róðrarsambandið hevur sent fleiri rógv ar ar til kappingar uttanlands í inniróðri seinastu árini. Tað ábyrgd­ ina hava ovastarnir í før oyskari rógving nú latið einstøku feløg­ unum. Feløgini hava raðfest hetta øk ið høgt í sínum fyrireikingum til kapp róðrarárið, sum stendur fyri framm an. Tí róð Sverri Sandberg Niel sen fyri Team Danmark í gjár. Spell, heldur formaðurin í Róðrar sambandinum. Tað hevði sjálv sagt verið stuttligari um før­ oyska Merkið veittraði undir liðini á gullvinnaranum. Hóast tað, so er tað eitt stórt úrslit fyri føroyska rógv ing. ­ Føroyingar eru væl egnaðir til inniróður. Tað minnir nógv um at rógva í føroysku kapp róðr ar bát­ unum, og tað er ein greiður fyri­ munur at hava royndir frá føroysku bát unum. Føroyingar eru knáir í inni róðri, og eg ivist í, at vit eiga ein virknan leiklut í heimselituni í inni­ róðri næstu nógvu árini, sigur Jan Herman Hansen, sum leggur aftur­ at, at fleiri føroyingar standa einki aftan fyri onnur lond. Uni Holm Johannesen ­ Eg dugi ikki at siga, um vit høvdu vænt að tað. Vit vónaðu tað besta, og vit eru heilt ótrúliga errin av hon um. Tað sigur Jógvan Hans Hansen, for mað ur í Miðvágs Róðrarfelag, har nýggi heimsmeistarin hevur fing ið sína róðraruppaling. Lítla róðrar felagið í Vágum hevur skapt karm ar nar f yri venjingini, sum mið ving urin hevur fingið. Formaðurin í Miðvágs Róðrar­ felag greiðir frá, at Sverri Sandberg Niel sen fór at rógva fyri einum ári síð an. Tað vísti seg beinanvegin, at hann hevði neyðuga ágrýtni at gera seg galdandi. Evnini vóru betri enn hjá hinum, og hann hevur al tíð verið sera málrættaður í síni venj­ ing. ­ Tað er sjálvsagt týdningarmikið fyri okkum, at vit eiga ein part av hes um heimsmeistaraheitinum. Vit hava lagt nógva orku í at fáa nøkt­ an di venjingarumstøður til rógv ar­ nar í felagnum, og tað hevur givið úrs lit, sigur hann. Formaðurin í Miðvágs Róðr ar­ felag brúkar lýsingarorðini ágrýtin, mál rættaður, treiskur og ómetaliga rask ur um nýggja heimsmeistaran. Okkara lyndi Jógvan Hans Hansen heldur, at tað er innigrógvið í føroyingar at stríð ast. Hann vísir á uppleggið hjá Sverra Sandberg Nielsen at byrja ró liga og rógva við fullari megi móti enda num. Sinnislagið í føroyingum er at kroysta seg heilt út á markið. Nak að, sum er nærmast ókent fyri rógv ar ar úr øðrum londum. Hinir rógv ar ar nir í gjár róðu við javnari ferð allatíðina, meðan miðvingurin fór til stroks seinastu metrarnar. ­ Tað er eisini ein fyrimunur at hava royndir frá føroysku kapp­ róðr ar bát unum. Føroyingar hava sín egna hátt at rógva í tungu før­ oysku kappróðrarbátunum, og tað samsvarar væl við at rógva inni róð­ ur, sigur Jógvan Hans Hansen. Føroyingar egna seg væl til inniróður Tað hevði sjálvandi verið stuttligari fyri føroyska rógving, um Sverri Sandberg Nielsen róð fyri Føroyar og føroyska rógving, men heimsmeistaraheitið hjá miðvinginum staðfestir, at føroyingar fara at eiga virkan leiklut í heimselituni í inniróðri næstu árini, heldur formaðurin í Róðrarsambandinum Stórt úrslit fyri róðrarfelagið Ágrýtin, málrættaður, treiskur og ómetaliga raskur. Tað eru skoðsmálini, sum 17 ára gamli Sverri Svendberg Nielsen fær frá formanninum í Miðvágs Róðrarfelag Anny Maria varð nummar sjey Anny Maria Davidsen, sum eisini róð fyri Team Danmark, var nummar sjey í bólkinum U23 í gjár Teir fremstu Heili 180 luttakarar kappaðust um heimsmeistaraheitið í inniróðri í bólkinum ‘Junior Men’ í gjár. 1. Sverri Sandberg Nielsen Team Denmark 06:04.8 2. Malte Johannes Walter Jakschik Ruderverein Rauxel 06:08.8 3. Ryan O’Rourke Crossfit Lehigt Valley 06:13.8 4. Joshua Weinstein Salisbury Boat Club 06:16.0 5. Liam Casey Saratoga Rowing Association 06:17.9 6. Buck Goggin Choate Rosemary Hall 06:18.8 7. Craig Slater Navesink River Rowing Club 06:19.2 8. Josh Fram Lawrenceville School 06:22.0 9. Alexander Dillon St. Augustine Prep HS 06:22.1 10. Kamin Vassilos New Trier HS Rowing Club 06:23.5 178. Kyle McKay C. Ringde and Latin School 08:06.3 179. Alex Coughlin Mystic Valley Charter School 08:14.8 180. Elliot Skorupski Middletown Higt School 08:34.4 Mynd frá youtube.com. Myndin er frá Danmarksmeistaraskapinum