Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. februar 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Enn ein góður steypadagur Hilmar Jan Hansen Fyri viku síðani hevði hond bólturin ein fantastiska væl eydnaðan steypadag fyri tey yngru, og í gjár hevði flog bólturin ein sama slag dag í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, tá steypafinalurnar hjá gent um og dreingjum 14 ár, gent­ um og dreingjum 16 ár, kvinnu­ og mansunglingum vóru á skránni. Akkurát sum leygardagin, tá steypafinalurnar hjá teim­ um vaksnu vóru, hevði Flog­ bóltssambandið syrgt fyri best hugsandi karm inum um finalurnar. Her var innmarsjur við sløkt ari høll, men flakkandi ljós kast arum, dunandi rútmur í hátal arunum og alt tað, sum hoyrir til. Gjøgnum dagin var nógv fólk í høllini, og kanska serliga til gentu­ og dreingja finalurnar var talan um trivaliga áskoðarafjøld. Tey vóru vitni til bæði spennandi og tættar finaludystir, ið dómarabólkurin tók sær av, so talan var um royndar dómarar í øllum dystunum, sum vóru spældir á al tjóða teraflex­ gólvinum. Somu leiðis vóru skrivarar og bólt gentur og ­dreingir. Tá avtornaði, hilnaðist best hjá SÍ, ið vann báðar dreingjafinalurnar, bæði hjá teimum 14 og 16 ára gomlu, og Fleyr, KÍF, Mjølnir/ÍF og TB/ Fleyr A vunnu hvør sína finalu. Í finalunum ráddi um at vera best av trimum settum, og í trimum av dyst unum var so javnt, at eitt triðja sett mátti til. Best mannaða felag var TB, sum hevði lið í fýra av teimum seks final unum, umframt at hjá mans­ ung lingum var talan um eina reina TB­finalu, har lið ini bæði tó eisini høvdu onkr ar spælarar frá Fleyr við, tí samstarv er millum fel øg ini. Flogbóltssambandið let ur sera væl at degnum, tí alt gekk sum fótur í hosu, og hetta tiltakið er heilt vist komið fyri at verða ver andi. Hóast talan var um seks finalur og eina rímiliga tætta dystarskrá, vóru seink ingarnar einki at tosa um. Tann sætta og síðsta finalan var seinkað bara fimm minuttir, so væl gekst at halda tíðarætlanina. hilmarjan@sosialurin.fo Flogbóltur Eisini dagurin í gjár hjá flogbóltinum gekk væl, tá seks steypafinalur hjá yngru liðunum vóru á skránni. Nógv fólk var í høllini og karmarnir teir somu sum hjá teimum vaksnu gentur 14 ár: Fleyr (vann 25-18, 27-29, 15-13 á Ternuni) Aftast frá vinstru: Beata Leifdóttir Johansen, Judit Tummasardóttir, Krista Meinhardsdóttir, Ása Maria Enni, Rannvá Mortenen. Mittast frá vinstru: Marjun undir Kletti, Sóley Eliasdóttir, Magnhild Jacobsen, Anna Falkenberg. Fremst frá vinstru: Rosa Jacobsen, Rakul Biskupstøð, Súsanna Ludvig, Maria Guldborg Nielsen, Barbara Jeppesen, Eva Nagata, Christian Nagata, hjálparvenjari. Mansunglingar: tb/Fleyr a (vann 25-17, 25-21 á TB/Fleyr B) Aftast frá vinstru: Suni Yong Petersen, venjari, Fróði Bærentsen, Arthur Poulsen, Magnar Vang, Otto Gram, venjari. Mittast frá vinstru: Rói Hentze, Patrik Johannesen, Kjartan Johansen, Hugin Albinus. Fremst frá vinstru: Hávar Albinus, Tóki Justinussen, Bartal Gram, Bárður Dimon, Niklas Olsen. Kvinnuunglingar: Mjølnir/ÍF (vann 25-18, 21-25, 15-9 á TB) Aftast frá vinstru: Urd Traðará, Sofía Purkhús, Hildur Magnadóttir, Marta Ákadóttir, Anna Maria Martinsdóttir, Jastrid Toftegaard, Kirstin Toftegaard. Fremst frá vinstru: Tóra Djurhuus, Jastrid Sivertsen, Poulina Øregaard, Svanna Jacobsen, Gudrun Vest. Dreingir 16: sÍ (vann 18-25, 25-22 og 15-13 á TB) Aftast frá vinstru: Niels Erik Andersen, Oskar Petersen, Ari Haraldssen, John O. Edvardson, Rajko Petrovic, venjari, Kaspar Lorentzen, Rúni Christiansen. Fremst frá vistru: Jákup Martin Weihe, Teitur Anderson, Brandur Leonson, Teitur Simonsen, Sjúrður Petersen. gentur 16 ár: KÍF (vann 25-20, 25-23 á TB) Aftast frá vinstru: Kristina Jacobsen, Kirstin Andreasen, Maria Hammer Matras, Jenny S. Wardum, Jákup Fjallsbak, venjari. Mittast frá vinstru: Malan Midjord, Iris Kirke, Elisabet Olsen, Johnvør Svavarsdóttir. Fremst frá vinstru: Bára Johannesen, Brita Djurhuus, Eyðrið Egholm Hansen, Anja Ivarsdóttir Ellendersen. Dreingir 14 ár: sÍ (vann 25-21, 25-18 á Ternuni) Aftast: Rajko Petrovic, venjari. Mittast frá vinstru: Brandur Leonson, Oskar í Haraldstovu, Ari Garaldsen, Kaper Lorentzen, Rúni Christiansen. Fremst frá vinstru: Teitur Anderson, Jákup Martin Weihe, Teitur Simonsen, Sjúrði Petersen.