Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. februar 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22 18 Sosialurin Ítróttarblaðið Mjølnir aftur á tindinuM Hilmar Jan Hansen Leygarkvøldið kundu tey skjóta við fýrverki í Klaksvík. Ikki, tí tey høvdu mist dagaskilið og hildu, at tað var nýggjár, men kortini var tað fyri at markera nakað nýtt. Fyrstu ferð síðani 2005 hevði tað eydnast flogbóltskvinnunum hjá Mjølni at vinna steypakappingina, so tað mundi kennast sum ein stórur lætti hjá flogbóltsfólkunum har norðuri, at okkurt aftur var at skjóta fyri. At steypagullið skuldi enda í Klaksvík, var eisini tað, tey flestu mundu rokna við und an finaluni hjá kvinnum, tí Mjølnir hevur síðstu tíðina verið tað liðið, ið hevur koyrt best. Í lands­ kappingini eru klakvíks kvinnur á odda, og tað er teimum, bæði Fleyr og SÍ renna aftaná. Men hóast fleiri kanska høvdu avskrivað SÍ­kvinnurnar, ið ikki longur eru so væl mannaðar, sum tær hava verið, gjørdist talan um ein spennandi fimm settara, har Mjølnir sannførandi vann fyrsta og triðja sett, men SÍ svaraði aftur í øðrum og fjórða setti. Størri yvirskot Undan kvinnufinaluni hevði ver ið tosað um, at Mjølnir hevði eitt meira heilstoypt lið, har allar kundu avgera bóltarnar, og tað skuldi eisini vísa seg at gerast avgerandi munurin, tá samanum kom. Eisini munaði væl, at Mjølnir í venjingini undan hesum kapp­ ingarárinum legði bragdliga út við styrki­ og kropsvenjing, tí tá finalan skuldi avgerast, høvdu klaks víkskvinnur størri yvirskot og megnaðu at gera tað, ið mong høvdu væntað av teimum. Í fimta og avgerandi settinum fóru Mjølnir­kvinnur nokk so skjótt framum og hildu síðani leiðsl una allan vegin. SÍ, sum hevði sæð gott út í fjórða setti, royndi at berja seg innaftur, men slapp ikki, tí Mjølnir helt fast, nú steypið var komið so nær. Tí gjørd ist tað ikki SÍ, sum vann steypið til ognar við sínum triðja steypasigri á rað, men Mjølnir, ið vann tað aftur fyri fyrstu ferð síðani 2005. Ein ivastøða var, tá Mjølnir var frammanfyri 11­8, tí ein bóltur, ið var uttanfyri, bleiv dømdur inni, og so gjørdist tað 12­8 til Mjølnir, heldur enn 11­9, ið kundi givið dyst inum ein uppaftur tættari og meira spennandi enda. Kanska var tað, sum tað so ofta verður sagt, at í avgerandi løtuni fylgir hepnið teimum góðu… SÍ gjørdi enn eina roynd at koma aftur, men kom ongantíð nærri enn tveir bóltar, og so vann Mjølnir til stóra frøi fyri upp­ møttu klaksvíkingarnar í høllini á Hálsi, ið høvdu havt uppaftur størri trupulleikar við at fylgja við sør vingunum uttan fyri vøll­ in. Men á vøllinum var eingin ivi, tá samanumkom, og tí kunnu vit nú ynskja Mjølni tillukku við steypa gullinum! Skiftust um settini Dysturin byrjaði annars nervøst hjá favorittunum, tí SÍ byrjaði bet­ ur og fór framum 4­0. Men Mjølnir fekk svarað aftur og javnað til 4­4, og síðani gekk javnt á, til Lena í Buð fór í gongd við eina langa servurøð. Hon servaði Mjølnir frá 13­12 til 23­12, og so var settið í veru leikanum avgjørt, hóast SÍ slapp inn ímillum ímóti endanum við nøkrum servum. Eisini í øðrum setti kom SÍ betur frá byrjan, men hesa ferð var kortini stórur munur á, tí nú vóru servurnar betri og ikki minst størri stríðstvilji at síggja. Bólt arnir komu uppaftur og blokkurin fekk oftari og oftari fatur á teimum báðum størstu hóttanunum hinu megin netið, Birgit Guttesen og Sofíu Purkhús. Ta einu løtuna var SÍ frammanfyri 10­3, men Mjølnir kom væl aftur og fekk næstan fylgt SÍ heilt til dyrnar í hesum settinum, men SÍ tók settið. Javna gongdin ímóti endanum á øðrum setti helt fram í triðja, og liðini fylgdust allan vegin uppeftir, hóast Mjølnir hevði hug til at fara framum alla tíðina. Tá støðan var 21­19 til Mjølnir, fór Birgit at serva, og hon helmaði ikki í, fyrr enn settið var komið til høldar. Í fjórða setti fór SÍ væl framum beinanvegin, bæði 7­3, 10­4 og 12­ 9, áðrenn Mjølnir kom við aftur ímóti endanum. Hetta settið vísti Karin Mikkelsen seg veruliga sum ta hóttan, hon plagar at vera á SÍ­liðnum og vann fleiri av ger­ andi bóltar. Mjølnir var tó um reppið at taka settið og sigurin, tí klaksvíkskvinnur vóru enntá á odda 22­20, áðrenn SÍ aftur tók leiðsluna og vann 25­22, so dyst­ urin aftur stóð púra opin undan fimta settinum. Sum nevnt, hevði Mjølnir munin tá og vann, men samanum­ tikið vísti steypa finalan hjá kvinn­ unum, at enn er kanska ov tíðliga at avskriva sørvágskvinnur sum ein stóran avbjóðara, nú næstu lands kappingarumførini skulu gera av, hvussu FM­finalurnar verða mannaðar. hilmarjan@sosialurin.fo Flogbóltur Ikki síðani 2005, hevur Mjølnir verið steypavinnari hjá kvinnum í flogbólti. Ta ferðina vunnu kvinnurnar úr Klaksvík greipuna, og tað kundi líkst einari endurtøku Myndir: Álvur Haraldsen SÍ - Mjølnir 2-3 (15-25,25-22,19-25,25-22,12-15)