Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. februar 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen – Hetta kennist ordiliga gott, tí tað var stuttligt at spæla í dag. Tað er eisini altíð stuttligt at vera í steypafinaluni, og upp­ aftur stuttligari var tað, at tað skuldi eydnast at vinna á gomlu lið fel øgunum, segði Birgit Guttesen, eftir at hon hevði fingið steypagullheiðursmerkið um hálsin leygardagin. – Tað bleiv øgiliga tætt ímóti endanum, og eg gjørdist eitt sindur nervøs. Men vit eru ord­ iliga sterkar og vóru tað betra liðið í dag. Mjølnir er eisini á odda í lands­ kappingini og sær tað mest út til, at Mjølnir kemur í FM­finaluna, meðan Fleyr og SÍ mugu kappast um hin finalusessin. – Ja, vit vilja í finaluna, so tað bara skal vera ein spurningur um, hvør verður nummar tvey og sleppur at spæla ímóti okkum. Sum SÍ spældi í dag, kann tað henda seg, at vit møta teimum aftur í FM­finalunum, segði Birgit. Hilmar Jan Hansen – Eg má siga, at eg hevði væntað áðrenn, at tað kundi gerast ein fimmsettari, tí SÍ­kvinnurnar fóru at geva okkum mótstøðu og vildu væl minst líka gjarna vinna, sum vit, segði Lena í Buð, sum í fyrsta setti næstan einsa møll servaði Mjølnir á sigurskós. Hon helt tó, at tað kom lið­ num til góðar, at venjingin longu undan kappingarbyrjan var so hørð og miðvís: – Fitness­tímarnir hjá okk­ um munaðu væl nú, tí vit hava vant øgiliga hart. Longu áðrenn kappingin fór í gongd, vandu vit fimm ferðir um vikuna, har vit bæði runnu og lyftu vektir, segði hon. – Tí vistu vit, at vit vóru í góðum formi, so ein fimm­ settara skuldu vit nokk klára. Og tað vísti seg eisini, at okkara krops liga yvirskot somuleiðis gav sálarligt yvirskot, tá brúk var fyri tí. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Hóast hon mangan áður hevur staðið í støðuni, at vera við til at taka ímóti bæði gullheiðursmerki og steypið, helt Marjun Kalsø eftir finaluna leygardagin, at hetta var ein serlig ein av slagnum: – Ja, hetta er eitt øðrvísi gull­ merki at vinna, enn fleiri av teim­ um undanfarnu, tí nú er ikki vist, at eg fái so nógvar finalur aftrat. Og eisini telur uppeftir, at vit aftur vunnu steypakappingina, nú vit hava bíðað í fimm ár eftir tí, segði hon. Marjun var nógv royndasti spælarin í finaluni, tí umframt eitt ótal av dystum fyri Mjølnir, hev ur hon eisini spælt 101 lands­ dystir. Landsliðið er søga, men fram vegis kann hon gera mun í Mjølni. – Tað er ótrúliga stuttligt at sleppa at vera við til hetta. Eg segði fyri nøkrum árum síðani, at eg var givin at spæla, men eftir steðg í tvey ár, valdi eg at byrja at venja aftur. Og tað er altso ótrúliga deiligt at vera við aftur, sigur Marjun. – Eg havi tað stuttligt, tá eg eri saman við hesum ungu fólkunum, og fái eg eitt pláss á liðnum, so taki eg tað, sum eg fái. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen – Sjálvt um vit nú hava tapt, eri eg nokk so væl nøgd, tí fólk væntaðu einki av okkum áðr­ enn. Men eg haldi, at vit strídd­ ust sera væl og gjørdu okkara besta, segði Tórfríð Tavsen, ið spælir libero á kvinnu liðnum hjá SÍ. – Tí er tað ikki bara vónbot, sjálvt um vit heldur enn fegnar vildu vunnið. Eg eri sjálvandi skuffað, men hetta er ikki heimsins undirgangur. Vit høvdu sett okkum fyri at finna spæli gleðina aftur, og tað hava vit gjørt. Tórfríð sigur, at nú skal tapta steypafinalan brúkast sum íblástur til restina av lands kappingini, so SÍ aftur í ár kemur í ta finaluna: – Ja, vit fara nú at gera alt fyri at koma í FM­finaluna og alt fyri at vinna hana. Tað kunnu vit gott brúka henda dystin til eisini, tí vit hava fingið eina heilt aðra tanka­ gongd í høvdið. Vit kempa meira og vilja tað meira, so tí hava vit ordiliga gott mót upp á tað. hilmarjan@sosialurin.fo »The grand … lady« Flogbóltur Marjun Kalsø, sum meiri enn nakar man vera ímyndin av Mjølni, smæddist ikki burtur millum sínar blaðungu liðfelagar leygardagin Ikki bara skuffað Flogbóltur Hóast SÍ tapti steypafinaluna, var ikki tað bera vónbrot at síggja á sørvágskvinnum, tí tær hildu seg hava prógvað nakað, eingin hevði væntað av teimum Mjølnir best fyri Flogbóltur Lena í Buð, sum hevði longstu servurøðina í kvinnufinaluni, helt styrki- og kropsvenjingina undan kappingini koma liðnum til góðar leygardagin Vann á sínum egnu Flogbóltur Birgit Guttesen, ið hevur fingið sín flogbóltsuppvøkstur í SÍ, var leygardagin hinu megin netið sum ein av berandi spælarunum hjá Mjølni