Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. februar 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22 Sosialurin Ítróttarblaðið pið við sær Hilmar Jan Hansen – Vit vistu, at teir spældu væl, tí tað var eisini hart síðsta sunnudag, tá vit spæld fimm sett ímóti Mjølni. So hetta fór ikki at vera lætt hjá okkum. Tá teir fáa spælið at koyra, eru teir øgiliga góðir, men vit vóru fyrireikaðir, segði hevarin hjá ÍF, Bartal Eliasen. – Í triðja og fjórða setti mistu vit fokus og høvdu vánaligar móttøkur, samstundis sum teir veruliga vístu, hvat teir dyga. Teir funnu tað besta fram og vóru nógv betri enn vit í triðja og fjórða setti. Men vit komu so sterkt aftur í fimta setti, og tað hava vit eisini gjørt fyrr, so nú eiga vit steypið. Nú steypið er vunnið til ognar, fer ÍF eftir føroyameistara heit­ inum: – Sjálvandi fara vit eftir greip­ uni, men vit fáa at síggja, hvussu tað verður. Vit kunnu sum so avgera, hvørjum vit skulu spæla FM­finalu ímóti, men annars er tað líkamikið, hvørjum vit møta av teimum trimum liðunum, ið kappast um annaðplássið. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen – Eg vildi heilt vist gjarna havt vunnið bæði skjótari og greið­ ari. Og skuldi eg enntá serva síðstu bóltarnar. Har stóð og eg skinkl aði og ivaðist í, um eg fór at fáa bóltarnar yvirum, men tað gjørdi eg tíbetur, segði Jan Ó. Ellingsgaard, ið servaði ÍF frá 10­ 12 upp á 14­12 í fimta setti, tá alt ann ars sá svart út, tí Mjølnir var á veg ímóti sigrinum. – Vit vóru skakaðir av klaks­ víkingum, men komu sterkt aftur. At tað skuldu gerast fimm sett, var ikki so óvæntað, tí vit høvdu júst spælt ein fimmsettara ímóti teimum. Júst FM­finalurnar er næsta avbjóðingin hjá ÍF, ið longu hevur sett seg á annan finalusessin: – Vit ætla at vinna alt, so steypa sigurin í dag er bara fyrsta stigið á leiðini. Vit eru væl fyri og okkum dámar eisini væl so­ vorðnar dystir sum hendan, við fimm hørðum settum, sigur Jan. – Og nú eru vit so vanir við tað, at skuldu tað blivið einar tvær ella tríggjar FM­finalur í fimm settum, klára vit eisini tað. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen At vera inni á vøllinum í ein um dysti sum mansfinaluni leygar­ dagin, er óivað nóg slítandi, um tú ert ÍF­ari. Men at standa uttanfyri og skula halda skil á øllum sum venjari, krevur eis­ ini sítt. – Eg var meira spentur í fimta setti, heldur enn ner­ vøsur, men tað er øgiliga ofta, at tað liðið, sum er frammanfyri, hevur yvirskot. Allíkavæl skal ofta lítið til at knekka teir, og tað gjørdu vit, tá vit fingu nakrar góðar servur inn, segði Suni Hansen, ið annars tók so­ leiðis saman um dystin. – Vit vunnu fyrsta og annað sett rímiliga sett, og hóast vit vóru aftanfyri í øðrum setti, vunnu vit tað allíkavæl. Eisini byrjaðu vit triðja sett væl, men so tóktist tað, sum menn koblaðu úr. Tað eydnaðist okk­ um at koma afturíaftur, og at vit kempaðu til tað síðsta, gjørdi munin. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen – Tað var ræðuliga skuffandi at tapa fimta sett soleiðis. Vit vóru frammanfyri allan veg in, 12­9, men so gjørdu vit býtt­ ar feilir í servunum, so tað bleiv 12­12. So veit eg ikki, hvat hendi víðari, segði Thorvald Danielsen, liðformaður hjá Mjølni. – Men vit fingu so víst, at vit aftur kundu geva ÍF ein skarp­ an gang. Fólk fingu sjálvandi gott undirhald fyri pengarnar, men eg eri ræðuliga skuffaður av hesum. Hóast vónbrotið, valdi Thor­ vald at hyggja frameftir, tí enn er føroyameistaraheitið at fara eftir: – Ja, nú er bara føroya­ meistara heitið eftir, so tí fara vit eftir. Vit skulu halda annað plássið, so vit koma í FM­finalurnar. Gamaní, taptu vit steypa finaluna, men FM­ final an er eisini góð at vinna. Ræðuliga skuffandi Servaði skinklandi Flogbóltur Tað stóð nógv á Jan Ó. Ellingsgaard, tá hann í fimta setti brádliga gjørdist høvuðspersónur við nøkrum góðum servum, ið fingu ÍF fram um Mjølnir í evstu løtu Hava gjørt tað fyrr Flogbóltur – Vit komu sterkt aftur í fimta setti, men tað hava vit eisini gjørt fyrr, segði Bartal Eliasen eftir spennandi mansfinaluna, har Mjølnir mundi tikið ÍF aftur Høvdu yvirskotið Flogbóltur Venjarin hjá ÍF viðgekk eftir dystin, at hann í fimta setti var – um ikki nervøsur, so spentur. – Men vit kempaðu til tað síðsta, og tað gjørdi munin, segði Suni Hansen Flogbóltur Liðformaðurin hjá Mjølni, Thorvald Danielsen, valdi at hyggja frameftir, hóast hann ikki duldi fyri, at hann var sera vónbrotin av at tapa mansfinaluna í síðstu bóltunum