Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-21, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. februar 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Atlantic Airways Deildin Menn nr. Lið Dystir Vunnin máL tapt máL munur stig 1 Neistin 18 638 490 148 35 2 KÍF 18 507 469 38 24 3 VÍF 18 501 464 37 19 4 Kyndil 18 467 465 2 19 5 H71 18 489 486 3 16 6 StÍF 18 461 477 -16 11 7 Team Klaksvík 18 430 642 -212 2 Uni Holm Johannesen KÍF nærkast nú finalupláss­ unum av álvara. Kollfirðingar hava snávað í lands kappingini móti Kyndli og H71 seinastu vikurnar, og síðsta viku skiftið taptu teir fyri Neistanum í steypafinaluni. KÍF skuldi vinna seg aftur á beint hesa­ ferð, serliga fyri at sleppa undan trýstinum frá VÍF og Kyndil, sum liva í vónini um at røkka finalunum. Fyribils er eing in ivi um, at KÍF fer í finaluna. Uppi bornið sigurin á StÍF í høllini í Kollafirði legði grundarlagið, og nú ræður um hjá teimum at halda fast. Eingi ivi KÍF vann við fimm málum, 29­ 24. Spælið var ikki sannførandi, men tað leggja kollfirðingar ikki petti í. Nú ræður um at varðveita annað pláss ið. Jan Ottesen, venjari, og hinir í KÍF eru fimm stig framman fyri VÍF og Kyndil, sum eru nummar trý og fýra. VÍF og Kyndil liva framvegis í vónini um at røkka finalunum um føroyameistaraheitið. Fimm stig eru á muni, og seks lands kappingardystir resta í. Her er yvirlit yvir seinastu dyst irnar. uni@sosialurin.fo 6. mars: VÍF – StÍF 6. mars: Kyndil – H71 6. mars: KÍF – Neistin 11. mars: Team Klaksvík – KÍF 13. mars: StÍF – Kyndil 13. mars: Neistin – VÍF 16. mars: H71 – StÍF 19. mars: Team Klaksvík – Kyndil 20. mars: Neistin – H71 20. mars: KÍF – VÍF 26. mars: H71 – Team Klaksvík 27. mars: StÍF – Neistin 27. mars: Kyndil – KÍF 1. apríl: Team Klaksvík – StÍF 3. apríl: VÍF – Kyndil 3. apríl: KÍF – H71 10. apríl: StÍF – KÍF 10. apríl: H71 – VÍF 10. apríl: Neistin – Team Klaksvík Uni Holm Johannesen Nú gleða spælararnir og venjararnir hjá Neistanum seg bara til final­ urnar. Liðið hevur vunnið steypa­ kappingina og sætið í finalunum um føroyameistaraheitið er tryggj­ að. Neistin hevur tískil einki at spæla fyri næstu vikurnar. Næstu dyst irnir eru ikki petti meira enn venjingar dystirnir hjá liðnum, sum hevur verið einaráðandi í før­ oyskum manshondbólti seinastu tvey kappingarárini. Neistin var á vitjan hjá Team Klaksvík leygardagin. Ein dystur, sum bara skuldi avgreiðast. Tað sermerkti eisini spælið hjá steypa­ vinn arunum. Neistin var stundum lítið sannførandi í verjuspælinum, og tað gav heimaliðið lætt spæl. Team Klaksvík fekk heili 30 mál, men gestirnir fingu seks mál fleiri. Úrslitið varð 36­30 til Neistan. Fyrireika seg Ingi Olsen, sum er spælandi venjari hjá Neistanum, var burturstaddur hesaferð. Hann var tískil ikki við. Hansara uppgáva næstu vik urnar verður fremst av øllum at fyrireika hópin til finalurnar. Tað er helst ein vansi, at liðið hevur einki at spæla fyri næstu seks lands kapp­ ingardystirnar. Nú skal Ingi Olsen syrgja fyri, at spælararnir taka upp gávurnar í ramasta álvara, og at leikararnir varðveita stórformin, sum liðið hevur verið í. Tað er ein torfør uppgáva, tá einki yvirhøvur stendur upp á spæl. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen 12 stig eru eftir at spæla um. KÍF er fimm stig frammanfyri. Koll­ firðingar skulu tapa minst tríggjar dystir, og VÍF skal vinna dystirnar, sum resta í. Tað eru krøvini, sum eru sett til vestmenningar, um teir skulu spæla móti Neistanum í finalunum um føroya meistara­ heitið. VÍF hevur havt stór sveiggj í sínum avrikunum. Teir løgdu illa frá landi í lands kappingini, og tað merkist ser liga væl nú. Við sigrinum á H71 í gjár, eru vestmenningar farnir undir seinastu royndina at fáa KÍF aftur á stigatalvuni. Togaðust leingi Tað varð skjótt greitt, at H71 fór ikki at kappast um finalu plássini í hesum kappingar árinum. Neistin og KÍF struku avstað alt fyri eitt, og Kyndil og VÍF hava runnið aftaná. Hoy víkingar vunnu greitt á koll­ firðingum fyri tveimum vik um síðan, og tað birti undir eina vón, at H71 fór at fáa fult í Vestmanna í gjár. Tað eydn aðist ikki. Liðini tog aðust leingi um leiðsluna, men miðskeiðis í seinna hálvleiki fór heimaliðið fram um við tveimum málum. Tann leiðslan helt sær til sein asta bríksl. VÍF vann 30­28. Byrja móti StÍF Tað er lítið, sum bendir á, at VÍF fer at leggja kollfirðingar aftur um seg á stigatalvuni. Úrslitini og avrikini eru ov óstøðug, og tað er sjáldan, at KÍF missir stig. Hinvegin – so leingi tað ber til, noyðast vestmenningar at troyta møguleikan. Hóast, tað er lítið realistiskt. Fyrsta royndin verður um tvær vikur, tann 6. mars. Tá vitjar StÍF í Vestmanna, og KÍF spælir móti Neistanum á heimavølli. KÍF kom aftur á beint Hondbóltur Eftir tríggjar dystir upp í slag uttan sigur, komu kollfirðingar aftur á beint um vikuskiftið. KÍF vann greiðan sigur á StÍF Toppurin vann á botninum Hondbóltur Neistin tóktist ikki reiðiliga hava fingið armarnar niður eftir steypasigurin síðsta vikuskiftið. Í øllum førum vóru greipuvinnararnir ikki eins einaráðandi hesaferð sum onkutíð fyrr Seinastu dystirnir Treytirnar eru einfaldar Hondbóltur KÍF skal í øllum førum tapa tríggjar dystir, og VÍF skal vinna dystirnar, sum resta í. Tað eru krøvini til vestmenningar, sum liva í vónini um at røkka finalunum um føroyameistaraheitið Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen Savnsmynd: Álvur Haraldsen