Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-21, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. februar 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Egil Steintórson var harmur, tá Sosialurin tosaði við hann eftir javnleikin móti Tjaldur í Runavík tann 7. februar. Hann noyddist at staðfesta, at leik­ ara hópurin hevur verið illa darvaður av skaðum, og tað hevur havt við sær, at VB eigur ongan virknan leiklut í odda­ stríðnum. – Eg veit ikki, um tað er ein fyri munur, at vit hava lítið at spæla fyri. Vit vilja sjálvandi vera við í odda stríðnum, men mugu bara ásanna, at tað er ov seint, segði hann tá. VB dragnaði tíðliga í stríð­ num um at vinna seg í final­ urnar um føroyameistara heitið. Kvinn urnar í Vági hava tískil bara roynt seg í leiklutinum at arga ovastu liðini. Tað hevur eydnast serliga væl seinastu vikurnar. Vágskvinnur hava ikki tapt seinastu fimm lands­ kappingardystirnar, og tað hava millum annað vunnið á Stjørn uni og spælt javnt móti Tjaldri. Í gjár vann VB á botn­ proppinum StÍF, sum vitjaði í høllini í Vági. Úrslitið var 31­23. Málverjin fekk reytt kort Tað fekk ikki stórvegis ávirkan, at málverjin hjá VB fekk reytt kort í fyrra hálvleiki. Hon brúkti neyðbremsuna og steðgaði ein­ um mótstøðuleikara. Dóm ar­ arnir sóu ikki annan møgu leika enn at vísa henni av vøll inum. Eykamálverjin stóð seg væl. VB var á odda alla tíð, og StÍF rann mest sum bara aftaná. VB hevur skavað níggju stig av 10 møguligum inn undir seg seinastu fimm lands kapp ing­ ar dystirnar. Vágskvinnur hava seinastu vikurnar vunnið á Stjørnuni, Kyndli, VÍF og StÍF, og spælt javnt móti Tjaldri. Uni Holm Johannesen Sama søgan. Neistin stevndi móti sigrinum, men misti bæði stigini til kappingarneytarnar seinastu løtuna. Tað kom fyri, tá Neistin vitjaði Tjaldur fyri trimum vikum síðan. Tað hendi aftur í gjár, tá Neistin vitj aði Stjørnuna. Birgir Hansen, venjari hjá Neistanum, sigur við Kring varpið, at vantandi roynir í av gerandi dystum er eingin undan førsla. – Vit hava spælt fleiri slíkar dyst­ ir í hesum kappingarárinum. Vit hava spælt fleiri oddadystir og tvær hálvfinalur í steypakappingini. Vit vita, hvat krevst fyri at vinna hesar av gerandi dystirnar. Vantandi royndir er eingin undanførsla, sigur Birgir Hansen, og leggur afturat, at Neistin hevur ikki veittrað farvæl til møgu leikan at sleppa í finalurnar um føroyameistaraheitið. Neistin var á odda við trimum málum, tá 10 minuttir restaðu í. So gekk galið. Fjált ur kom á. Stjørnan, sum hevði verið lítið sannførandi, fór upp í ferð og fekk leiðsluna. Bára Skaale Klakstein, Stjørnan, varð útvíst í tveir minuttir, tá fýra min­ uttir restaðu í. Tað gjørdi ikki petti. Neistin gagnnýti ikki meiriluta­ støðuna. Einki dirvi at svara aftur. So fór Stjørnan avstað við báðum stigunum. Lítið hugflog Barbara Brauer hevur verið stóra stjørnan hjá Neistanum í hes um kappingarárinum. Kanska tann størsta stjørnan í føroysku lands­ kapp ingini. Serbiski stórskjúttin eigur ein virknan leiklut í, at Neistin er við í stríðnum um finaluplássini. Hennara royndir sum yrkisleikari í Jugoslavia, Portugal, Spania og Týsk landi, umframt 11 landsdystir fyri Jugoslavia, koma sanniliga yngru spæl arunum til góðar. Hin­ vegin hevur verið funnist at, at hon spælir ein ov stóran leiklut í álops­ spælinum. Mest sum einastu hótt­ anirnar hjá Neistanum vóru skjót­ álop og Barbara Brauer í gjár. Ikki tí, tað eydnaðist væl. Trupulleikin var, at øll væntaðu, at hon skuldi taka ábyrgd, tá Stjørnan brádliga hótti leiðsluna seinastu minuttirnar. Eing in av hinum, uttan Jacklin Durhuus, høvdu áræðið at taka ábyrgd, meðan mest stóð á. Spælið var undirhaldskent í gjár, men sannførandi var tað als ikki. Bæði liðini framdu óneyðuga nógv mistøk, og serliga vóru kvinnurnar úr Klaksvík lítið avgjørdar í løtum. Sum heild gekk illa at fáa ferð á spælið. Tað er ikki til at siga, hvør hevði uppiborið sigurin. At Stjørnan hevur fleiri royndir frá slíkum dyst­ um, og dugir at handfara avger andi støður, var sjónligt. Fótin frammanfyri Stjørnan leggur lítið í, hvussu sigurin kom til høldar í gjár. Bara stigini komu í skjáttuna. Fýra stig skilja nummar eitt og nummar trý. Stjørnan hevur fótin framman fyri í stríðnum at røkka finalunum og tískil ein lítlan fyrimun, nú seinastu seks landskappingardystirnir skulu avgreiðast. Oddaliðið Stjørnan hevur fingið flest stig burtur úr innan hýsis dystunum mill um liðini, sum stríðast um at røkka finalunum um føroya meistara­ heitið. Kvinnurnar úr Klaksvík hava fingið átta stig í alt móti Tjaldri og Neistanum í hesum kappingarárinum. Ein orsøk til, at Neistin er dragnaður í finalu stríð num, er, at liðið hevur bara fingið fýra stig burt ur úr odda dystunum. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Tjaldur vann uttan stórvegis hóva­ sták í Vestmanna í gjár. Hóast kvinnurnar úr Runavík, sum vunnu steypa kappingina síðsta viku skiftið, ikki spældu við fullari megi, so kláraði VÍF ongantíð at hótta leiðsluna hjá gestunum. Verandi steypa vinnararnir vunnu sær eina greiðslu leiðsluna beinan­ vegin, og heimaliðið hevði einki at svara aftur við. Tjaldur noyddist ongantíð at kíta seg. Hóast kvinn­ urnar úr Runavík framdu fleiri óneyð ug mistøk og misnýttu fleiri upp lagdar málmøguleikar, var sig­ urin ongantíð vanda. Eins og í steypafinaluni síðsta vikuskiftið, gingu Adina Petrea og Simona Petersen undan hjá Tjaldri. Tær skutu eisini flest mál fyri Tjaldur. Liljan var uttanfyri Liljan Djurhuus er eitt av stjørnu­ skot unum í føroyskum kvinnu­ hond bólti. Hon fekk sítt gjøgnum­ brot í fjør, tá hon átti virknan leiklut í álopsspælinum og verju spælinum hjá VÍF. Hon hevur somu leiðis staðið seg væl í hesum kappingar­ árinum. Tað merkist eisini væl, at hon manglaði í álopsspælinum í gjár. Tað var saknur í hennara ágrýtni, hugflogi og skotstyrki. Hon er kom in illa til skaða í hondini og spælir væntandi ikki næstu tvær vik urnar. Tóku av Oddabrak var í Klaksvík í gjár. Tað var tískil frammanundan greitt, at anna av liðunum, sum kapp ast um at sleppa í finalurnar um føroya­ meistaraheitið, snávaði í gjár. Neistin tapti fyri Stjørnuni. Tjaldur tók av møgu leikanum og økti um mun in niður til blálittu havnar­ kvinn urnar. Fýra stig skilja liðini í løtuni, men Tjaldur hevur spælt ein dyst meira. Sunset Deildin Kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin máL tapt máL munur stig 1 Stjørnan 18 514 421 93 30 2 Tjaldur 18 513 426 87 28 3 Neistin 17 461 394 67 24 4 VB 18 455 441 14 20 5 Kyndil 18 417 434 -17 14 6 VÍF 18 406 497 -91 7 7 StÍF 17 329 482 -153 1 Ongar undanførslur Hondbóltur Venjarin hjá Neistanum vil ikki hoyra talan um, at hansara spælarar mangla royndir. Neistakvinnurnar kunnu bara takka sær sjálvum fyri, at liðið er dragnað í stríðnum um FM-heitið, heldur hann Tjaldur tók av Hondbóltur Spælararnir og venjararnir hjá Tjaldur vistu undan dystinum, at annað hvørt Stjørnan ella Neistin mistu stig í gjár. Tí ráddi um hjá teimum at fáa fult í Vestmanna. Tað eydnaðist Tað var uttan stórvegis hóvasták, at Tjaldur vann í Vestmanna í gjár. Steypavinnararnir øktu sostatt um munin niður til Neistan, sum er nummar trý Mynd: Álvur Haraldsen 9 stig av 10 møguligum Hondbóltur VB hevur fingið luft undir veingirnar. Vágskvinnur hava ikki tapt seinastu fimm landskappingardystirnar 26.09.2010: Stjørnan – Neistin 28-22 19.10.2010: Neistin – Tjaldur 30-24 31.10.2010: Stjørnan – Tjaldur 27-23 16.11.2010: Neistin – Stjørnan 30-28 21.11.2010: Tjaldur – Neistin 32-25 18.12.2010: Tjaldur – Stjørnan 28-24 23.01.2011: Tjaldur – Neistin 29-28 30.01.2011: Stjørnan – Tjaldur 30-23 20.02.2011: Stjørnan – Neistin 27-24 20.03.2011: Neistin – Tjaldur 27.03.2011: Tjaldur – Stjørnan 10.04.2011: Neistin – Stjørnan 1. Stjørnan . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8 stig 2. Tjaldur. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 stig 3. Neistin. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 stig Oddadystirnir í hesum kappingarárinum: Stjørnan staðið seg best