mánadagur 21. februar 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Manchester
Tá ein góður fjórðingur var farin av
Premier League spáddi Sosialurin
saman við fleiri øðrum miðlum,
at Chelsea fór at vinna Premier
League. Tað var ongin slingur í
vals inum, tá Chelsea ferð aftaná
ferð við góðum spæli trumlaði alla
mótstøðu umkoll. Tað hevur leingi
verið kent, at Chelsea eigarin,
Roman Abramovich, hevur serliga
gott eyga á Champions League
steyp inum.
FCK gjørdi um sama mundi klárt
at herja á í Champions League. Onki
danskt lið hevði nakrantíð vunnið
seg víðari úr bólkaspælinum og
mótsøðuliðini
vóru
Barcelona,
Panathinaikos og Ruben Kazan. Ein
møtu mikil uppgáva.
Chelsea niðurtúrurin byrjar
Tíðliga í novembur tapur Chelsea
á Anfield móti Liverpool og eina
viku seinni vinnur Sunderland heili
3-0 á Stamford Bridge. Skjótt gerst
greitt, at okkurt er gali í London
liðnum. Ikki fyrr enn 29. desembur
vinnur Chelsea aftur í Premier
League. Roman Abramovich sær
at okkurt má gerast og keypur
Fernando Torres og David Luiz
fyri áleið 700 milliónir tilsamans í
januar. Men síðani keypini hevur
Chelsea ikki vunnið og mátti lúta í
FA Cup á heimavølli móti Everton í
vikuskiftinum. Enskir miðlar halda,
at vinnur Chelsea ikki á FCK, so er
Carlo Ancelotti arbeiðsleysur.
FCK ger um seg
Umvegis sigrar á BATE Borisov
og norska Rosenborg, kom FCK í
bólka spæli í Champions League.
Tað var torført at ímynda sær, at
FCK skuldi koma víðari úr bólk-
inum, men í fyrsta dystinum vinnur
FCK 1-0 á russisku meistarunum,
Rubin Kazan. Næsti dysturin í
bólkaspælinum gevur tekin um,
at FCK væl kann koma víðari. Teir
vinna 2-0 á útivølli móti Pana-
thinaikos. FCK eru óhepnir at tapa
2-0 á Nou Camp móti Barcelona,
meðan retur dysturin í Parkini end-
ar við flottum javnleiki. Eftir tap í
Russlandi vinnur FCK í Parkini móti
Panathinaikos og tryggjaði sær
víðari luttøku í Champions League
og viðring frá fótbóltsevropa. FCK
liggur eisini langt fremst í heimligu
kappingini.
Brakið í Parkini
Týskvøldið verður fyrri dysturin
mill um liðið í Parkini. Danska
kapp ingin hevur ligið still síðani
desembur og FCK er tí ikki í
somu dystarvenjing sum Chelsea.
Spurn ingurin er nú um tað er ein
fyri munur ella ein vansi. Meðan
Chelsea síðani jólamánaðin hevur
spælt nógvar harðar og slítandi
dystir, so hevur FCK bara havt
ein dyst at hugsa um. Tað eru
ymiskar meiningar um tað, men
Shakthar Doneskt prógvaði, at
dystar venjingin ikki er avgerandi
fyri úrslitið. Teir hava eins og FCK
ikki spælt síðani desembur, men
teir megnaðu at vinna á AS Roma
á útivølli og hava eina 3-2 leiðslu
undan retur dystinum á heima-
vølli.
Søgan talar fyri Chelsea
Meðan FCK viðhaldsfólk royna at
spegla sær í Shakthar Doneskt, so
nýtist Chelsea bara at opna søgu-
bøkurnar fyri at finna góð ráð. Í
1999 hittust somu liðini í táverandi
kappingini fyri steypavinnarar, Cup
Winners Cup. Millum FCK leikar-
arnar var okkara egni Todi Jónsson.
Tá var eitt mál frá Brian Laudrup
munurin á liðnum. Brian Laudrup
skifti stutt eftir dystin frá Chelsea
til júst FCK. Ein annar leikari, ið
hevur umboðað bæði liðini, er
Jesper Grønkjær, sum spælur við
FCK. Hann spældi í Chelsea í tíðini
tá Roman Abramovich keypti
London felagið.. Søgan sigur, at
hevði Jesper Grønkjær ikki skorað
móti Liverpool í seinasta dystinum
í 2002/2003 kappingarárinum og
tryggja Chelsea luttøku í Champ-
ions League, so hevði Roman
Abramovich
ongantíð
keypt
Chelsea. So er spurningurin um
sami Jesper Grønkjær nú skal
seta kýlar í Champions League
vón irnar hjá Chelsea og Roman
Abramovich?
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge – Liverpool
Mikukvøldið skolaðu lovorðini
omanyvir Arsenal og Arsené
Wenger. Á Emirates leikvøllinum
í London megnaðir Arsenal at
koppa Barcelona. Ensku miðl-
arnir skrivaðu síðu upp og síðu
niður um avrikið. Í gjár spældi
Arsenal so í FA Cup steypa-
kapp ingini móti Leyton Orient
á útivølli. Hóast Champions
League hevur flestu av bestu lið-
num í heiminum, so eu tað fáar
kappingar, ið standa mát við FA
Cup tá tað kemur til óvæntað
úrslit. Leygardagin mundi Man-
chester United ikki vunnið á
Crawley Town, sum spælir í
fimt bestu deildini í Onglandi.
Rætt skal verða rætt og hvørki
Arsenal ella Manchester United
spældu við sterkastu uppstilling.
Tað gjørdi Manchester City móti
Notts County og vunnu greiðan
5-0 sigur. Tað er ikki óhugsandi,
at bæði Arsenal og Manchetser
United høvdu vunnu stórt um
spælt var við sterkastu upp-
stilling.
Arsenal kom eftir ætlan á
odda, men tveir minuttir fyri tíð
javnaði Leyton Orient. Venjarin
hjá teimum segði eftir dystin, at
málið kom júst í røttu løtu, tí nú
hevði Arsené Wenger ikki møgu-
leikan at skifta eitt nú Cesc
Fabregas og aðrar menn inn at
avgerða dystin.
Fyri bæði Leyton Orient,
sum nú skal spæla umdystin
á Emirates leikvøllinum, og
Crawley Town høvdu dystirnir
stóra fíggjarligan týdning. For-
maðurin í Carwley Town sigur,
at felagið fer helst at vinna áleið
tíggju millionur krónur upp á
dystin móti Manchester United.
Um Arsenal vinnur umdystin
móti Leyton Orient, so skulu teir
møta Manchester United á Old
Trafford í fjórðingsfinaluni. Um
ikki, so fara Leyton Orient óiva
fegnir ein túr á Old Trafford.
Arsenal í
trupul leikum
í grannauppgerð
Fótbóltur er eitt løgið spæl. Í vikuni
vann Arsenal á Barcelona, sum undan
dystinum fekk heitið besta liðið í
heiminum av Arsenal venjarinum,
Arsené Wenger. Í vikuskiftinum
megnaðu teir ikki at vinna á League One
liðnum og grannunum úr Leyton Orient
FCK leyvurnar lukta blóð
Fótbóltur Týskvøldið verður størsti dysturin í søguni
hjá FCK, tá Chelsea kemur á vitjan á áttindapartsfinaluni
í Champions League. Fyri hálvum ári síðani hevði fáur
tora at trú upp á ein FCK sigur, men nógv er broytt síðani
tá og FCK tykist av álvara at hava ein møguleika
Brian Laudrup hevur umboðað bæði Chelsea og FCK. Her sæst hann í dysti fyri Chelsea móti just FCK
Mynd: Polfoto