mikudagur 23. februar 2011síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23
Sosialurin
Vilt tú vera við til at bera eitt
spennandi samtak framá?
Klárar tú at hava fleiri bóltar í
luftini í senn og halda høvdið kalt?
Ert tú analytisk/ur?
Dugir tú at orða teg væl í skrift
og talu?
So er eitt spennandi starv at
søkja í TF samtakinum.
Vit kunnu bjóða:
Eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í einum
spennandi samtaki, sum er í støðugari menn
ing. Eitt starv í einum samtaki við greiðum
málum, virkisfúsum starvsfólkum og góðum ar
beiðsumstøðum. Eitt samtak við fimm ítøkiligum
kjarnuvirðum. Har vit hava vilja til lønandi vøks
tur, virða heildina, eru ágrýtin og nærløgd, hava
eina langtíðarhugsjón og eru broytingarsinnað.
Til rætta fólkið hava vit eitt gott og avbjóðandi
starv við kappingarførari løn, góðum setanar
treytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum
møguleikum fyri støðugari førleikamenning,
har viðkomandi sjálv/ur verður við til at byggja
starvið upp og mynda tað frameftir.
Talan er um nýtt starv, so tillagingar kunnu
møguliga ávirka uppgávuinnhaldið. Tann, sum
verður settur, má tí kunna tola møguligar
broytingar/tillagingar í starvinum.
Stjórnarskrivarin arbeiðir tætt at stjóranum og
skal samskipa mál og ráðgeva stjórn og nevnd
í TF samtakinum. Stjórnarskrivarin hevur eisini
tætt samstarv við sekretariatið í Samtakinum.
Arbeiðið fevnir millum annað um at:
lýsa mál og gera frágreiðingar
gera innstillingar til nevnd og stjórn
fyrireika nevndarfundir
vera við í fyriskipan av tiltøkum og
átøkum rundanum stjórn og nevnd
Vit vænta, at tú:
hevur hóskandi hægri útbúgving,
t.d. kandidat ella master innan løgfrøði
og/ella búskap
hevur arbeiðsroyndir í minsta lagi svarandi
til fulltrúastøði í eini miðalstórari fyrisiting
hevur kunnleika til føroyskt vinnulív og
umsiting
dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
hevur góð samstarvsevnir og vilja
dugir væl at samskifta, bæði á føroyskum,
norðurlendskum og enskum
Lønar-og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Yrkisfelagið Trygdina og Arbeiðsgevarafelagið
fyri Fíggjarstovnar í Føroyum.
Lønin verður ásett í mun til royndir og førleika.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í
samband við Regin Hammer, stjóra, við telduposti
til rh@trygging.fo ella Mariu á Dul, deildarstjóra,
við telduposti til mad@trygging.fo.
Umsóknarfreistin er 11.marts 2011 kl. 12.00.
Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum
skal sendast til:
Tryggingarfelagið Føroyar
Starvsfólkadeildin
Postsmoga 329
FO110 Tórshavn
ella umvegis www.trygging.fo
Starvslýsing
STjóRnARSkRivARi
TiL TF SAMTAkið
Ársaðalfundur
Boðað verður til ársaðalfundar í Ognarfelag
Tryggingartakaranna
fríggjadagin 11. mars 2011 kl. 17.00 á Hotel Føroyum
Dagsskrá:
1. frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári.
2. framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar og
hvussu møguligt avlop ella tap, sambært roknskapinum, verður nýtt,
sí § 29, stk. 3, í viðtøkum felagsins.
3.
Val av nevndarlimum.
4.
Val av grannskoðarum.
5.
Møgulig uppskot, ið nevndin, stjórnin ella umboðsfólk ynskja at
viðgera, og eru til fundin komin inn uppskot um at broyta viðtøkurnar
um val til umboðsráðið, valskeiðið og valbærið fyri nevndarlimir.
6.
Ymiskt.
allir tryggingartakarar í P/f Tryggingarfelagnum føroyum eru limir í
felagnum og hava rætt at møta á aðalfundinum, men skulu í seinasta
lagi 5 dagar frammanundan aðalfundin skrivliga boða høvuðsskrivstovu
felagsins frá luttøku.
Tórshavn, 23. februar 2011
nevndin
Kongabrúgvin | Postsmoga 329 | fO-110 Tórshavn | www.trygging.fo
Vinnu- & bilradio á